Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-12, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. februar 2015síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 13. februar 2015 sosialurin 18 4 Andøvsgul upp í ein strúk av suðri og regn av og á. Hitin millum 7 og 10 stig. Veðrið sunnudagin: Hvassur vindur upp í skrið av suðri og lítið ella einki avfall. Hitin millum 10 og 13 stig. Veðrið mánadagin: Hvassur vindur upp í skrið av suðri og útsynningi og stundum regn. Hitin millum 5 og 8 stig. Veðrið hósmorgunin: Eitt djúpt lágtrýst, 973 hPa. yvir Atlandshavinum á 53N-34V fer eystureftir. Veðrið fríggjanáttina: Djúpa lágtrýstið vestanfyri Írland fer eystureftir og brúgvalagið til Føroya fer spakuliga norðureftir. Petur Skeel Jacobsen greiðir frá um veðrið Seinnapart: Lot av ymsum ættum, turt og sólglottar. Hitin millum 2 og 5 stig. leygardagin Hósdag fríggjadagin 6-11 m/s 15-20 m/s 8-13 m/s 6-11 m/s 15-20 m/s 8-13 m/s Gul til stívt andøvsgul av suðri og regn av og á. Hitin millum 4 og7 stig. Vikan ið fór Sæð á netinum: »Í mínum naiviteti helt eg, at fiski­menn og politik­ arar hugsaðu fleiri ár fram til frama fyri okkum øll...men hvørki tann politiska skipanin ella tann vinnuliga hava sæð annað enn tað stuttskygda.« Sæð á Facebook: »Tað tykist sum bygdirnar altíð fáa framíhjárætt í tíð­inda­ meldrunum. Til dømis, tá vegurin er stongdur millum Havn og Velbastað, verður sagt, at koyrandi er ikki til Velbastaðar. Ikki eitt orð um, at tað heldur ikki er koyrandi til Havnar.« – Tað skal verða ókeyp­is at sigla við Strand­ferðsluni, sigur Johan Dahl. – Skal tað vera ókeypis við Strandferðsluni, so skal tað eisini vera ókeypis at koyra ígjøg­num tunlarnar, sigur Jørgen Niclasen – Og harumframt krevji eg, at telefonin og internetið verður, um ikki ókeypis, so bíligari, sigur Johan Dahl við Føroya Tele. – Tað skal vera ókeypis at fáa bláu bók, sigur Kári P. Højgaard. – Fólk, sum noyðast til Danmarkar í sjúkrørindum, skulu fáa fylgjaran við sær ókeypis, sigur Jenis av Rana. Tað er ókeypis at lova, og tað er ókeypis at ynskja sær. Í øllum førum fyri politikararnar. Men onkur má rinda øll hesi ókeypis lyftini. Gud viti hvør man enda við rokningini. Ókeypis: ób/hj fyri einki, kostnaðarleysur, ferðaseðilin er ~; ~ atgongd; hann gjørdi tað ~ Neistin vinnur steypa­ kapp­ingina í hondbólti hjá kvinnum og VíF vinn­ur hjá monnum. Ser­liga mansfinalan er spenn­andi og dramatisk. Uppskot um at seta forboð móti at ung undir 18 sleppa til solarium í Føroyum fer til fyrstu viðgerð. Grovt innbrot í Bónus við Norð­skála. Tjóv­arnir hava stolið oman fyri 40.000 kr og heilt nógvar sigarettir. Nógvur vindur kring landið hevur elvt til smávegis trupulleikar. FSF hevur gjørt avtalu við Jákup Mikkelsen, sum nú er høvuðsmál­mans­ venj­ari hjá FSF. Hagstovan hevur gjørt upp, hvussu nógv fólk eru til arbeiðis í teimum ymsu pørtunum í landinum. Uppgerðin vísir, at seinasta árið er talið á løntakarum vaksið allastaðni kring landið, uttan í Sandoy. Urologisk onkologi verður nú samskipað í Føroyum. Jákup N. Olsen, formaður í Krabba­meins­felagnum fegnast, tí hetta merkir, at allir menn í Føroyum nú hava sama møguleika at verða kannaðir av einum visiterandi yvirlækna við sergrein í urologi. Báðir teir stóru bankarnir í Føroyum boða frá, at rentan lækkar enn einaferð. Fyrst boðaði Eik frá rentulækking og fáar tímar seinni kom eisini ein fráboðan frá Bank Nordik um, at rentan lækkar. Bankarnir vísa á, at í grannalondunum er rentan lækkað og nú fylgja teir við. – Vit hava innanhýsis eftirlit við okkara starvsfólkum, men vit kunnu ikki avdúka, hvussu eftirlitið verður framt. Ein partur av trygdini er, at starvsfólkini ikki vita, hvussu vit hava eftirlit, sigur Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri í Eik. Ein banki eigur bert at útvega sær atgongd til upplýsingar um kundan, um ar­beiðs­ligur tørvur er á tí. Eitt nú um kundin antin hevur biðið bankan um hetta, ella um neyðugt er at kanna upplýsingar í sambandi við, at bankin skal veita kund­an­um eina tæn­astu. Eik Banki hevur mannagongdir, sum skulu tryggja, at bankin altíð hevur við rætta viðkomandi at gera – hetta óansæð um kundin er fysiskt til staðar ella um samskiftið fer fram um­vegis telefon ella teldupost. Tað sigur Súni Schwartz Jacobsen í telduposti til Sosialin. Hann sigur eisini, at Eik banki fær fleiri hundrað uppringingar frá kundum um dagin. Spurdur um bankin á nakran hátt kannar, um tað nú er rætt, at ein kundi veruliga hevur ringt inn og spurt eftir upplýsingum, ella um kundaráðgevin bara sneytar, vil forstjórin ikki svara. – Eg fái hvørki váttað ella avsannað, at vit eftirkanna um ein persónur veruliga hevur ringt inn til okkara, sigur Súni Schwartz Jacobsen. Starvsfólk í Eik verða leypandi undirvíst og gjørd varug við ymiskar váðar eitt nú í samband við bankasnýt. Tað vil siga, hvussu ávísir persónar gera og bera seg at fyri at snýta ban­kar fyri pening og upp­lýsingar. – Skuldi tað komið fyri, at eitt starvs­fólk misnýtir sína heimild, so kunnu skipanir í Eik Banka síggja hetta, soleiðis at hond kann takast um eitt slíkt mál, sigur Súni Schwartz Jacobsen. Tað eru fleiri kt-skipanir í Eik, og ymiskt er, hvørji starvsfólk hava atgongd til hvørja skipan. Kundaráðgevar hava atgongd til, hvussu tú nýtir tínar pengar, hvørji lán tú hevur og so framvegis, meðan til dømis marknaðardeildin ikki hevur somu atgongd. barbara@sosialurin.fo »Ókeypis« Vil ikki avdúka eftirlitsskipanir Mest nýtta orðið hesa vikuna ...uppá ein minutt minuttir lá alt megin­økið í streym­loysi hósdagin         45 mangt og hvat Visti tú? 8% av øllum fólkum hava eitt eyka rivjabein Í blaðnum í dag seta vit sjóneykuna á, hvussu føroyskar fyritøkur handfara okkara trúnaðarupplýsingar. Hóast flestu fyritøkurnar siga seg hava tagnarskyldu og at starvsfólkið er kunnað, so er á fleiri stovnum lítið og einki reelt eftirlit við, hvørt starvsfólkini sneyta í eymum upplýsingum ella ikki. Eik: Trygdin við eymu upplýsingum okkara s10-15 Stórt tema