hósdagur 12. februar 2015síða 32
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 13. februar 2015
sosialurin 18
32
FISKIMÁLARÁÐIÐ
STJÓRI TIL BÚNAÐARSTOVUNA
Søkt verður eftir stjóra til Búnaðarstovuna.
Starvið
Uppgávan hjá stjóranum er at hava dagligu
leiðsluna og ábyrgdina av Búnaðarstovuni,
sum vegna Fiskimálaráðið umsitur málsøkið
landbúnaður. Stjórin skal virka fyri, at økið
verður væl umsitið og ment.
Søkt verður eftir stjóra, sum skal
leiða og samskipa arbeiðið á
Búnaðarstovuni
gera meginsetningar og greina
raðfestingar fyri stovnin og virkisøkið
evna til ymiskt tilfar, ið Fiskimálaráðið
hevur tørv á, eitt nú innan lógar- og
kunngerðarsmíð
veita Fiskimálaráðnum ráðgeving í øllum
málum innan landbúnaðarøkið
skipa mannagongdir á stovninum, ið
tryggja eina góða borgaratænastu innan
umsiting, ráðgeving, royndir, kunning o.a.
Stjórin skal trygga, at játtanin til stovnin
verður nýtt á fullgóðan hátt, og at virksemi
stovnsins verður hildið á einum høgum
fakligum støði.
Førleikakrøv
Umsøkjari skal hava útbúgving og
arbeiðsroyndir, ið eru viðkomandi fyri
starvið.
Harumframt er tað ein fyrimunur, um
umsøkjari hevur
leiðsluroyndir frá almenna ella privata
arbeiðsmarknaðinum
góð leiðslu- og samstarvsevni, umframt
mennandi leiðslustíl
vilja og evni at royna nýggjar leiðir
góðan málførleika
Setanar- og lønartreytir
Starvið er lønt ájavnt 37 lønarflokki sambært
sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og
Tænastumannafelag Landsins, tó uttan at
vera tænastumannastarv.
Starvsøkið fevnir um Fiskimálaráðið og
stovnar undir tí, umframt hini stjórnarráðini.
Tænastustaðurin er Búnaðarstovan.
Starvið verður lýst til setanar frá 1. apríl
2015 ella skjótast eftir henda dag.
Umsókn
Umsókn við prógvum, c.v. o.ø. skal sendast
til:
Fiskimálaráðið
Yviri við Strond 15
Postboks 347
110 Tórshavn
Ella fisk@fisk.fo
Umsóknin skal vera Fiskimálaráðnum í
hendi í seinasta lagi mánadagin 16. februar
2015.
Umsøkjarar, sum ynskja fleiri upplýsingar,
kunnu ringja til Rógva Reinert, aðalstjóra, á
telefon 553211.
Búnaðarstovan húsast frammi í Dali í Kollafirði. Í dag starvast 9 fólk á stovninum. Samlað fígging til rakstur er umleið
6,5 mió. kr. árliga. Uppgávur stovnsins eru millum annað eftirlit við festum, ymisk umsiting í samband við festi og
umsiting av stuðulsjáttanum. Stovnurin stendur fyri gransking, royndum og kanningum, sum hava til endamáls at menna
landbúnaðarøkið. Sí heimasíðu stovnsins: www.bst.fo
J. C. Svabos gøta 14 • Postrúm 272
110 Tórshavn • www.setur.fo