Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-16, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. februar 2015síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Mánadagur 16. februar 2015 · Nr. 19 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stovnaður: 1927 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Gitte Klein Kjak síða 15 Teldlar í skúlum – ó­um­hugs­ að íløga Tóra við Keldu Síða 15 Broyt­ ing­ar og krøv Um vikuskiftið frættust aft­ur feigd­ar­boð – hesaferð úr Keyp­ mann­a­havn, har ein ill­gerð­ar­mað­ ur framdi tvær yv­ir­gangs­at­sókn­ir móti ósekum fólkum. Tað kom valla óvart á, at onkur slík­ur tilburður fór at raka Danmark fyrr ella seinni – Danmark, sum hev­ur veri­ð undir støðugari hóttan um yv­ir­gang, síðani stríðið um Mo­ hamm­eds­tekn­ing­ar­nar, sum vórðu prentaðar í Jyllands-Posten 30. september í 2005 í sambandi við grein um talufrælsi og sjálvsensur. Øsingin var stór tá – og hon kost­ aði nógv mannalív úti í heimi. Men eisini 11. september í 2001 og luttøkan hjá Danmark í kríggjum í Irak og Afganistan hava gjørt vandan í Danmari størri. Nú er kaldi veruleikin í Dan­ mark. Ein maður, sum er føddur og upp­vaks­in í Dan­mark – eins og Brei­ vik í Noreg – hevur sátt ótryggleika í alt tað danska samfelagið. Nú hugsa fólk seg um, hvørji til­ tøk, tey skulu fara til, um tey hava sær lívið kært. Tá er bæði talu­frælsi og savningarfræsli skert – og tá hava vit lagt okkum undir sjálv­ sens­ur. Harðrendir islamistiskir funda­ ment­a­list­ar eru vand­a­mikl­ir, og trup­ult er at steðga teimum. Danska løgreglan megnaði hó­ast alt rím­u­liga skjótt at finna ill­gerð­ ar­mann­in í Keyp­manna­havn. Í skrivandi stund vita vit ikki, um ella hvønn maðurin kann hava sam­starvað við, men løgreglan ar­ beið­ir út frá tí ástøði, at maðurin var eins­a­mallur um illgerðirnar. Slíkar hendingar skapa vreiði og ótta. Serliga tá tað eru fremm­ anda­fólk – ella sum í hesum førum »fólk, av fremmandum uppruna«, ið fremja slíkar illgerðir. Tá hava vit lætt við at skapa fordómar – og fylla hesar fordómar í tey holini við óvitan, sum vit frammanundan hava. At halda seg vita er tað, sum er so vandamikið. Skottilburðirnir í Keyp­manna­ havn fara at broyta danskan pol­i­ tikk. Í fyrstu syftu fer Fólk­a­tingið uttan iva at økja um trygd­ina og játtan til løgreglu og fregn­ar­tæn­ astu – og uttan iva fer løgreglan at fáa víðari heimildir at fregnast og fylgja við, hvussu fólk eitt nú ferð­ ast á internetinum. Løgreglan og fregnartænastan tykj­ast hava tamarhald á støð­uni viðvíkjandi víðgongdum fel­ags­ skap­um í Danmark. Men hesaferð var tað eftir øllum at døma einum »eins­a­mallur úvlur«, sum framdi ill­ gerð­irnar – júst sum Breivik í Nor­ eg. Tí er avbjóðingin stór. Men vand­ in er, um fólk gerast bangin og tiga, tí tá er slagið tapt til myrkursins kreftir. Óttin má ikki vinna Leygardagin bórust deyðs­ boð­ini av Kára á Rógvi, pro­ fess­ara á Fróðskaparsetri Før­oya, 41 ára gamal eftir stutta skjúkralegu. Kári varð føddur 4. mai í 1973. Hann varð út­búgv­in løg­frøð­ingur á Lærda há­ skúl­a­num í Keyp­manna­havn í 1998. Í 2009 vardi hann ph.d. rit­gerð á Háskóla Íslands. Í 2014 varð hann settur í starv starv sum professari á Fróð­ skap­ar­setri Føroya. Kári á Rógvi varð valdur á ting fyri Sjálvstýrisflokkin í 2008, tá hann var fyrstvaldur við 572 atkvøðum. Hann sat á tingi fram til valið í 2011, og frá oktober 2010 til november 2011 var hann formaður í flokk­inum. Av øðrum álitissessum kann nevnast, at Kári var skriv­ari í Grundlógarnevndini og næst­for­maður í Stýris­ skip­an­ar­nevnd­ini. Eisini var hann við til at fyrireika lóg­ ar­karmin undir fasta gerð­ar­ rætt­i­num. Hann hevur verið høv­undur og medhøvundur til fleiri bøkur og lógarrit. Kári hevði sera fjøltáttað á­hug­a­mál. Ikki minst dámdi hon­um væl í føroysku nátt­úr­ uni. At fáast við seyð, skjóta har­ur og fugl vóru fastir tætt­ir, og tá løturnar vóru til tað, var hann úti á Bjørgum í Vest­manna. Kári var sonur Eyðun á Rógvi og Sunnevu Dalsgaard á Argj­um. Hann var giftur við Jó­honnu á Rógvi (f. Krist­ i­ansen), og áttu tey børnini Bragi, Brest og Bryndis. Kári á Rógvi deyður Illgerðarmaðurin hótti fólkaræðið í Danmark Um morgunin hvassur vindur av útsynningi og ælingur, seinni nakað minni vindur av útsynningi og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum 8 og 11 stig. Veðrið hósdagin og fríggjadagin: Hósdagin upp í ein strúk av útsynningi og yvirhøvur turt, fríggjadagin upp í hvassan vind av norði og kavaælingur. Hitalagið millum 0 og 4 stig. Veðrið mánamorgunin. Brúgvaløgini eystanfyri Føroyar fara eystureftir. Veðrið týsnáttina: Ein veikur hátrýstryggur sunnanfyri Ísland kemur hendavegin. Petur Skeel Jacobsen greiðir frá um veðrið Seinnapart Hvassur vindur upp í skrið av útsynningi og ælingur, partvís vátakavi, men onkur sólglotti. Hitin millum 1 og 4 stig. mikudagin mánadag týsdagin 15-20 m/s 10-15 m/s 8-13 m/s 15-20 m/s 5-10 m/s 8-13 m/s Andøvsgul upp í ein strúk av vestri og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum 7 og 10 stig. Um kvøldið hvassur vindur av suðri og regn.