mánadagur 16. februar 2015síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 16. februar 2015 · Nr. 19
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
YVIRGANGUR Í KEYPMANNAHAVN
Marita á Rógvi
Tað er stilt. Gøturnar í mið
býnum í Keypmannahavn
eru tómar, og ein kann
nærum bert hóma vápnað
løgreglufólk
á
gøtunum.
Eingi full fólk eru í eygsjón
á gøtuni, og býarlívið tyk
ist deytt. Steindeytt. Kvirra
er ein óvanligur gestur eina
leygarnátt í Keypmanna
havn, men hendan leygar
náttin er ikki eins og aðrar
leygarnætur
í
Keypman
nahavn.
Keypmannahavn
er hesa náttina vorðin ein
huldubýur.
Andlitini
hjá
løgreglumonnunum
eru
álvarsom – sera álvarsom.
Tveir sivilir borgarar eru
deyðir av eini yvirgangs
atsókn í Keypmannahavn,
sum fór fram í tveimum
umførum. Triðja deyðsfallið
hesa náttina er yvirgangs
maðurin sjálvur. Umframt
hetta eru fimm løgreglufólk
særd av skothendingunum,
sum byrjaðu ein púra van
ligan leygardag á Nørrebro –
leygardagin tann 14. februar,
ið gjørdist ein søguligur
leygardagur.
15.33: Fyrsta drápið
Mentanarhúsið Krudttønden
á Østerbro var seinnapartin
leygardagin
karmur
um
eitt tiltak, ið legði upp til
kjak um list, blasfemi og
framsøgufrælsi.
Svenski
muhammedteknarin
Lars
Wilks var ein av røðarunum,
ið skuldi tala um blasfemi og
muhammedtekningarnar.
Lars Wilks er eitt nú kendur
fyri at hava avmyndað Mu
hammed sum ein hund.
Franska
sendistovan
tók
eisini lut í tiltakinum. Sam
bært BT var trygdin í hásæti,
og allir luttakarar vórðu
kannaðir við einum metal
varnara, eins og løgreglufólk
frá PET vóru á staðnum.
Men hetta steðgaði ikki yvir
gangsmanninum, sum løg
reglan metir er 22-ára gamli
danin, Omar Abdel Hamid-
Hussein. Hann herjaði á
Krudttønden um 15.30 við
vandamiklum automatvápni,
og lat umleið 30 skot av. Sam
bært vitnunum var yvir
gangsmanninum í myrkum
klæðum, og hann hevði fjalt
helvtina av andlitinum við
einum partisanturriklæði, ið
var reytt og appilsingult.
Á ljóðupptøkum frá til
takinum hoyrist, at ein kvin
na røður um framsøgufrælsi
í teirri løtuni, tá yvirgangs
maðurin byrjar at skjóta.
Umleið níggju skot verða
latin av, áðrenn luttakar
arnir byrja at flyta seg og
flýggja undan yvirgangs
manninum. Eitt nú hevur
Lars Wilks borið fram, at
hann flýddi í eitt kølirúm.
Hann varð tískil ikki raktur
av teimum 30 skotunum,
ið yvirgangsmaðurin lat av
innan umleið tveir minuttir.
Á
ljóðupptøkuni
hoyrir
mann, at stólar og lutir fara
um koll, men eingi róp hoyr
ast
í
mentanarhúsinum.
Tey róp, ið hoyrast, koma
uttanífrá.
Klokkan
15.33
fær neyðtænastan fyrstu
uppringina um skothend
ingina í Krudttønden. 55-ára
gamal leikstjórin, Finn Ny
gaard, doyr av skotunum
frá automatvápninum, og
trý løgreglufólk eru særd.
Løgreglufólkini eru skotin í
rørarnar, økslina og beinið,
men eru ikki í deyðsvanda.
Óli á Deild býr 100 metrar
frá Krudttønden. Hann hoyr
di skotini.
– Kona mín metti brestin
vera skot, men eg hugsaði, at
hetta mundi vera fýrverk, tí
her skjóta tey fýrverk langa
tíð eftir nýggjár. Løtu seinni
BLÓÐUGUR YVIR
GANGUR Í KEYP
MANNAHAVN
Tað, ið allir danir hava óttast í mong ár, hendi leygardagin tann 14. februar. Síðan Jyllands Posten í 2005 prentaði
Muhammed-tekningarnar, hevur Danmark verið eitt altjóða yvirgangsmál. Higartil hevur danska fregnartænastan
PET megnað at forða øllum yvirgangsatsóknum, men leygardagin fór blóðugasta yvirgangsatsóknin fram í
Danmark síðan 1985. Tveir sivilir persónar og sjálvur yvirgangsmaðurin lótu lív, og fimm løgreglufólk vórðu særd