Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-06, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. mars 2015síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. MARS 2015 SOSIALURIN 27 8 FYRSTA FØROYSKA FÓTBÓLTSLIÐIÐ Á SPECIAL OLYMPICS - Hesuferð fara vit at senda eitt 7-a-side fótbóltslið avstað. Tað er sera kostnaðarmikið, tá ferðast verður langt, men hetta er nakað, ið verður prioriterað av ÍSB, tí vit meta, at persónligi vinningurin er ovurstórur fyri ítróttarfólkini, ið luttaka á slíkari stevnu, sigur Tróndur Ravnsfjall, ítróttaráðgevi hjá ÍSB ANNIKA KUNOY IM S íðan 2003 hava føroysk ítróttarfólk luttikið í kapp­ ingum uttanlands fyri fólk við menningartarni. Tróndur Ravnsfjall, sum er ítrótt­ ar­ráð­gevi hjá ÍSB greiðir frá at før­ oysku ítróttarfólkini hava luttikið í borðtennis, boccia, svimjing og fræls­ um ítrótti. - Hesuferð fara vit, umframt hinar grein­arnar, at senda eitt 7-a-side fót­ bóltslið avstað. Hetta ber til tí Fót­ bólts­sambandið hevur valt at stuðla ferðini. Harumframt venur eitt fim­ leika­lið eisini undir Ljósinum nú, og tað hevði verið stuttligt at fingið tað liðið við til komandi leikir, sigur Trónd­ur Ravnsfjall. Dýrt at fara Men tað er sera kostnaðarmikið at fáa alt ferðaliðið til Los Angeles, greiðir Trónd­ur frá. Við á ferðini verða í alt 27 fólk, herav 18 eru ítróttarfólk og níggju eru venjarar og hjálparfólk. -Hetta kann tykjast, sum tað eru nógv hjálparfólk, men umframt ferða­leiðara, skal tað í minsta lagi ein venj­ari við fyri hvørji fýra ítróttarfólk, greið­ir hann frá. ÍSB stendur fyri kostnaðinum av ferðini, men rindar ikki fyri uppi­ haldið og flutningin í USA. Hetta verð­ur goldið av Special Olympics og stuðl­um teirra. -Tað er sera kostnaðarmikið, tá ferðast verður langt, men hetta er nakað, ið verður prioriterað av ÍSB, av tí, at vit meta, at persónligi vinn­ ing­urin fyri ítróttarfólkini, ið lut­taka á slíkari stevnu, er ovurstórur, sigur Tróndur Ravnsfjall. Hóast leikirnir ikki verða fyrr enn 25. juli, so eru fyrireikingarnar longu byrjaðar. - Tað verður vant miðvíst til leik­ir­ nar, og vit fara eisini at hava tríggjar venj­ingar­legur. Harumframt verður skip­að fyri til­tøkum fyri at skaffa fígg­ing, millum annað hava vit stuðuls­renn­ing í apríl mánaði, sigur hann. Ítróttarráðgevin hjá ÍSB heldur, at fólk í Føroyum, sum bera brek, hava rímilig­ar møguleikar at íðka ítrótt her heima. - Trupulleikin er tó, at tað eru ov fá, sum gagnnýta møguleikarnar. Ser­ liga í bólkinum av rørslutarnaðum eru ov fáir íðkarar. - Ynskiligt hevði eisini verið, at ítróttar­feløg fyri fólk uttan brek í størri mun eisini tóku sær av ítrótti fyri fólk við breki. – Tó eru vit heppin, at tað eru fólk, sum hava tikið stig til at seta á stovn ítróttarfeløg fyri fólk við breki. Í dag eru tvey feløg, sum hava hetta til uppgávu, Svanur í Eysturoy og Smæran í Tórshavn. Harumframt eru tað nøkur feløg, sum eisini taka hesa upp­gávuna á seg, og tey skulu eiga eina tøkk, sigur Tróndur Ravnsfjall. SPECIAL OLYMPICS Løgmaður, landsstýrismaðurin í mentamálum og føroyska sendistovan í Brussel heilsaðu uppá føroyska ferðalagið, ið luttók í »Special Olympics European Summer Games« í Antwerpen í Belga 2014, meðan bíðað var eftir at sleppa inn til stórsslignu setanina. Á myndunum eru eisini hjálparfólkini, ið vóru um ferðalagið, meðan leikirnir vóru