Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-06, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. mars 2015síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. MARS 2015 SOSIALURIN 27 12 Heldur tú, at ein fullkomin sólarmyrking er nakað serstakt? Ja, avgjørt! Eg haldi, at tá ein hevur møguleikan at uppliva hesa sjáldsomu hending, kemur tað sum eitt serstakt rættindi. Hetta verður ein minniligur dagur hjá nógvum fólkum, har tað verður bygt nógv upp til hetta lítla vindeyga tá sólarmyrkingin fer fram. Eg eri sjálvur spentur uppá hvussu vit menniskju merkja hesa hending. Tað er sjálvandi ymist, men har liggur uttan iva ein heimspekiligur vinkul til hetta nátturufyribrigdið. Hvat fert tú at gera tann 20. mars, tá ið sólarmyrkingin er? Eg havi ikki avgjørt 100% hvussu dagurin fer at vera. Um veðrið er til tað, so taki eg morgunmatin út á terassuna og fari at fylgja við sólarmyrkingini. Annars eru tað nokk at tiltøkunum at fara til akkurát tann dagin. Ætli mær til BYRTA konsertina í Reinsaríinum og náa ein part av felagssanginum á Vaglinum. Tímarnir upp til kvøldið vera nokk merktir av onkrum meira spontantum aktivitetum. Heldur tú, at ein fullkomin sólarmyrking er nakað serstakt? Ja eg haldi, at ein fulkomin sólarmyrking er so sera serstøk. Ælabogin, stjørnuhimmalin og norðlýsi eru hugtakandi hvørja ferð, og eg gleði meg til hesa nýggju upplivingina sum nú bara er 16 dagar, 11 tímar, 27 minuttir og 44 sekund burturi. Og tí haldi eg so avgjørt, at hetta átti at verið ein frídagur, so øll kunnu fara hagar teimum listir til hesa sansa-upplivingina. Minnist at eg gjørdi samrøður á eini »Solareclipse« ráðstevnu á Nabb í 2011. Og longu tá høvdu fleiri ferðaskrivstovur bílagt ferðaseðlar og innivist. Tað, at minst 8000 ferðafólk koma higar setir enn meiri fokus á hendingina og á okkum sum búgva í Føroyum. Kul! Hvat fert tú at gera tann 20. mars, tá ið sólarmyrkingin er? Eg fari í verjubrillur og so at »hyggja« at sólarmyrkingini í høvuðstaðarøkinum, møguliga á Boðanesi ella úti við Strond. Dóttirin og verdóttirin koma heim, og eitt syskinabarn hjá mær við familju koma at vitja, so vit verða væntandi nógv fólk saman hendan dagin. Vit fara at eta ein góðan bita áðrenn vit fara at lurta eftir soninum og øllum hinum í Føroya Symfoniorkestri, sum framføra »Planetirnar« hjá Gustav Holst í Norðurlandahúsinum. Og so í býin til midnáttarsangin! Eg fái totalt brell at fara í Føroysk klæðir til hendan veitsludag. Heldur tú, at ein fullkomin sólarmyrking er nakað serstakt? Ja, ein slík sólarmyrking verður nokk nakað heilt serstakt, og neyvan nakað eg komi at uppliva fleiri ferðir. Í hvussu er ikki í Føroyum. Eg havi sjálvur hoyrt hasar søgurnar frá sólarmyrkingini í 50’unum, og um hvussu hønurnar fóru inn á vaglið, so eg haldi at hetta verður nokk so spennandi at uppliva. Hvat fert tú at gera tann 20. mars, tá ið sólarmyrkingin er? Eg fari at uppliva dagin saman við familjuni. Vit fara at gera okkurt eyka burtur úr, so tað kann blíva nakað sum børnini fara at minnast, sum ein hugnaligan dag. Heldur tú, at ein fullkomin sólarmyrking er nakað serstakt? Sólin er 400 ferðir størri enn mánin og liggur harumframt eisini í eini fjarstøðu, sum er 400 ferðir størri. Tað ger, at sólin og mánin síggja út til at vera eins stór á himmalhválvinum. Tað er rættiliga serstakt, haldi eg. Um mánin hevði verið eitt lítið sindur minni, so hevði ein fullkomin sólarmyrking als ikki verið møgulig. Mánin ferðast runt um jørðina eina ferð um mánaðin. Men hallið á vegnum hjá mánanum runt jørðina ger, at tað er bara undir heilt serligum umstøðum, at ein fullkomin sólarmyrking kann koma fyri. Tí er tað ikki bara náttin á alljósum degi, sum er nakað heilt serstakt við sólarmyrkingini. Tað stuttliga, áhugaverda og serstaka er eins nógv alt tað, sum ger, at hetta yvirhøvur kann koma fyri. Hvat fert tú at gera tann 20. mars, tá ið sólarmyrkingin er? Við trimum smábørnum hava vit ikki gjørt tær heilt stóru v v E m er iva náttur Fróði Stenberg s a k s sam á Nab Vár Berghamar Jacobsen e s s M fer hjá m Ragnhild Ellingsgaard f h s s Hv sólarm Signar í Homrum He er J m h ræ da v F óði He er J e st hu til e He só S o fj Ta Ta at T He er J n eg er Eg f Si í SÓLAR AR MYRKING FRAMHALD Á SÍÐU 14 TEMA Sólarmyrking