Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-06, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. mars 2015síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. MARS 2015 SOSIALURIN 27 14 ætlanirnar fyri dagin. Men børnini vera heima saman við okkum, tað er heilt vist. Sjálv vil eg fegin hava frið rundan um okkum, meðan hendingin fer fram, soleiðis at vit veruliga kunnu merkja, hvussu náttúran broytist hesa lítlu løtuna. Tí vænti eg næstan, at vit pakka mat og heit klæðir niður í eina tasku, seta okkum í bilin og koyra onkrastaðni, har sólarmyrkingin er serliga sjónlig. Børnini eru enn so smá, at tey duga kanska ikki at síggja tað serliga við hesum fyribrigdinum. Men um tey ikki minnast sjálva sólarmyrkingina, so skulu tey í øllum førum fáa ein deiligan dag, har vit hava hugnað okkum saman sum familja. Heldur tú, at ein fullkomin sólarmyrking er nakað serstakt? Eg havi at kalla onga vitan um astronomi, men tann víðfevndi áhugin fyri degnum, heima sum úti, ger tað lætt at skilja, at hetta er serstakt og øðrvísi enn hinar myrku løturnar í Føroyum, tá sólin heldur ikki kastar ljós á oyggjarnar. Á vári í 2010 bórust tíðindini, at føroysku gistingarhúsini vóru á tremur við bíleggingum, og tað er í sær sjálvum tekin um, at hetta er ein merkisdagur. Sólarmyrkingin hevur verið framúr agn hjá ferðavinnuni og vónandi fer dagurin at hepnast øllum somikið væl, at áhugin fyri Føroyum sum ferðamál fer at økjast enn meira. Eg vænti kortini, at stjørnufrøðingar og onnur við nakað av áhuga fyri fyribrigdinum sita meira alspent enn eg. Hvat fert tú at gera tann 20. mars, tá ið sólarmyrkingin er? Eg fari at leita eftir sólini. Eg burdi helst av røttum verið í Føroyum á degnum, men verði staddur har eysturi í Suðuramerika við fríum útsýni yvir meksikanska flógvan. Har fari eg at kanna øll filmsbrotini, sum fara at bróta seg fram á Facebook og aðrastaðni. Tað er lutvíst bíligt og lætt at ferðast úr Danmark, har eg eri í lestrarørindum nú, og eg royni at koma so víða sum tilber, áðrenn eg fari aftur til Føroya. Tá eg verði spurdur, hvar eg var, tá sólarmyrkingin var í Føroyum, fari eg helst at svara, at eg var á Facebook. Men eg verði neyvan einsamallur. Heldur tú, at ein fullkomin sólarmyrking er nakað serstakt? Ja, sjálvandi er sólarmyrkingin nakað serstakt. Hesuferð er tað Føroyar, sum er á rætta stað - rætta tíðspunkt, so ja, sjálvsagt er hetta nakað serstakt. Men eg vil ikki siga, at eg gangi so høgt upp í sólarmyrkingina - og eg hevði aldrin ferðast víða fyri at uppliva sólarmyrkingina. Hvat fert tú at gera tann 20. mars, tá ið sólarmyrkingin er? Í løtuni havi eg ongar serligar planir, men hvør veit, um vit á arbeiðnum ikki fara at taka okkum eina friløtu fyri at hyggja upp á himmalin. Kanska átti eg at gjørt meira burturúr hendingini, og tað kann gott vera, at eg fari at gera okkurt meira serstakt - vi får se - enn kann alt náast. Heldur tú, at ein fullkomin sólarmyrking er nakað serstakt? Sólarmyrkingin er so avgjørt nakað serligt. Hendir sjáldan hjá okkum, og tí er umráðandi at markera tað. Eg minnist sjálvur søgur, mær vóru sagdar sum barn, frá myrkingin í 54. Gott høvi at læra børnini um astronomi, og minna okkum á, hvussu serlig jørðin og lívið er. Hvat fert tú at gera tann 20. mars, tá ið sólarmyrkingin er? Kvf fer at gera nógv burtur úr 20., so eg eri nokk til arbeiðis, tá tað hendir, men eg vóni, eg fái møguleika at vera úti og uppliva tað. Tími sera væl út við sendaranum at dekka hendingina til útvarp ella sjónvarp. TEMA Sólarmyrking l t v ta er e hevur Uni Holm Johannesen a m o Hv sólarm Uni Leitisstein Hansen M u a s Hva sólarm Birita Wardum Hel er E a fy æ ð F j f læ øð F He só S s tí mi su a U i He er J s H sta he M Bi it 14 y g SÓLAR tl i f i d i M b i i h i ld tú t i f llk i ól ki H SÓLAR MYRKING