Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-06, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. mars 2015síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. MARS 2015 SOSIALURIN 27 16 ANNIKA KUNOY IM 20. mars verða vit ó ivað mong, sum standa og kaga upp í him mal- in og bíða, inntil alt verður myrkt. Hetta er dagurin, tá fulla sól ar- myrkingin skal verða, og fólk koma úr øllum heiminum at síggja óvanligu hendingina, sum bara fer at síggjast úr Føroyum og Svalbard. Hjá Annette Lambert Gaardlykke verður hetta fjórðu ferð í hennara 51 árum, at hon stendur vónrík soleiðis og hyggur at sólini, sum skal myrkna. Annette og Dánial Gaardlykke búsettust í Føroyum, tá tey høvdu fingið fjórða barnið. Hetta hóast hon er úr Kalifornia, og tey bæði høvdu arbeitt víða um í USA og Grønlandi sum trúboðarar. - Kaliforna er eitt deiligt stað at búgva, men eftir at eg fekk børn, bleiv eg ordiliga forlipt í Føroyum, sum er fantastiskt hjá børnum. Eg hevði fingið nokk av stórbýnum, sigur Annette Gaardlykke á flótandi føroyskum, sum hon sigur, at vermamma hennara lærdi hana, meðan maðurin var til skips. - Eg búði hjá svigermor, tá maður mín var burtur, og hon dugdi ikki enskt, flennir Annette Gaardlykke. Í dag er Annette 51 ára gomul, og 19 ár eru liðin, síðani familjan tók hesa avgerðina um at flyta heim. Tá var elsti sonur teirra seks ára gamal, og tey vildu, at hann skuldi byrja í fyrsta flokki í Føroyum. Væntaði heimsins undirgang Annette minnist aftur á ta fyrstu fullu sólarmyrkingina, sum hon upplivdi í 1970, bert sjey á ára gomul. Tað var á Rhode Island, har hon búði fyrstu barnaár síni. - Tá vóru ongar brillur til keyps, sum vit kundu lata okkum í fyri at hyggja at hendingini. Tí brúktu vit negativar frá filmi, sum man brúkar til myndatól, og hildu tað fyri eyguni fyri at kunna hyggja upp í himmalin at sólini, minnist hon. - Pápi mín var ordiliga spentur og hevði tosað nógv um sólarmyrkingina, sum nú fór at henda. Eg minnist tó, at eg varð eitt sindur skuffað, tí pápi gjørdi so nógv burtur úr tí, og tað vardi so stutt. Tað bleiv ikki bølmyrkt, men kann heldur samanlíknast við ein regnveðursdag. – Tað var ein svartur blettur við sólina, sum bleiv størri og størri, og so bleiv sólin størri og størri aftur. Man sá kantin av sólini runt um ta svørtu strikuna, og tað var ótrúliga vakurt, sigur Annette Gaardlykke. - Eg minnist at eg væntaði okkurt stórt. Næstan sum var tað heimsins undirgangur, tá pápi, beiggi mín og øll hini í grannalagnum stóðu úti við filmnegativinum og hugdu upp, minnist hon. Nakað serligt tá sólin verður svørt Tá Annette Gardlykke var 14 ár, flutti hon til Kalifornia at búgva. Stutt eftir tað, tá hon var vorðin 16 ára gomul í 1979, upplivdi hon fulla sólarmyrking fyri aðru ferð í lívi sínum, og hesuferð visti hon betri, hvat væntanst kundi av upplivingini. Tað var onki serligt gjørt burturúr hendingini tá, greiðir hon frá. -Tá høvdu vit papp-brillurnar at hyggja at sólarmyrkingini við. Vit hugdu upp og bíðaðu. Eg minnist, at tað bleiv myrkari og myrkari í Kalifornia, har sólin altíð skínur. Tað er nakað serligt at síggja at sólin verður svørt! Síðani var meginparturin av sólini dekkaður og bara kantirnir, sum gløddu. Og so kom sólin aftur. Tað gekk ikki skjótt fyri seg, men heldur ikki so seint, sigur hon. Sonurin gleddi seg Triðju ferð, at Annette upplivdi eina sólarmyrking var í 1994, tá hon var 30 ár. Elsti sonur hennara var eini fýra ella fimm ár, minnist hon, og tá líktist hendingin nógv teirri fyrstu, men nú var tað Annette, sum gjørdi nógv burturúr fyri barni sínum. - Tá var líka, sum tá eg var lítil. Og eg gjørdi meir burtur úr, enn eg behøvdist, flennir hon. Hon sigur, at sjálv var hon ikki TEMA Sólarmyrking - Eg havi ongantíð vitað, at fólk ferðast runt heimin fyri at uppliva hetta. Nústani síggi eg veruliga, at eg eri ordiliga heldig at hava upplivað hetta so ofta, sigur hon FRÍGGJADAGUR 6. MARS 2015 16 TEMA Sólarmyrking MÍN FJÓÐRA SÓLAR - MYRKING n ta og tað Visti tú? Verður skíggjað, tá sólarmyrkingin verður, fara vit í øllum førum síggja, at tað gerst myrkt