Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-06, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. mars 2015síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 6. mars 2015 sosialurin 27 23 Valfepur men løgmaður trýstir ikki á knøttin Árni Gregersen E in skal ikki hava havt áhuga fyri pol­itikki í serliga langa tíð fyri at síggja, at millum tingfólk herjar val­fepur. Fyrstu orðaskiftini eftir jóla­frí­tíð­ ina bóru beinanvegin boð um, at vit eru í einum valári og seinastu dag­ arnir hava gjørt, at fepurin er far­in nakað upp. Samráðingarnar um eina nýggja fiski­skipan flyta seg so at siga ikki og ivasamt er eisini um nakar av flokk­un­um yvirhøvur vilja hava eina skipan ígjøgnum nú áðrenn val verð­ur. Hvør fær ein fyrimun av, at spurn­ing­urin um fiskivinnuna verð­ ur útsettur til eftir løgtignsvalið, er iva­samt. Meira enn ein veljarakanning er gjørd í seinastuni. Í løtuni ger Fynd eina, men onkur av flokkunum hev­ur latið Gallup gera eina kanning. Hesar veljarakanningarnar verða hildnar meira ella minni loyni­ligar, tí hetta er ein partur av fyri­reik­ing­un­ um til løgtingsvalið. Javnðarflokkurin sterkur Í teimum veljarakanningum, sum eru almannakunngjørdar, stendur Javn­aðarflokkurin ómetaliga sterk­ur. Seinastu kannignarnar vísa, at flokk­ urin helst fer at fáa fjóðru hvørja atkvøðu á komandi vali. Hinir tríggir stóru flokkarnir standa nøkulunda líka, men sum altíð so fær Fólkaflokkurin helst fleiri atkvøður enn velj­ara­kann­ing­ ar­nar vísa. Sakarmálið hjá Jørgen Niclasen um ærumeiðing og sendingarnar í Kringvarpinum um føroysku fiski­ vinnuna hava helst tryggjað Fólka­ flokk­inum minst ta undirtøku, sum flokk­ur­in fekk við seiansta val – og helst fer hetta at geva eitt sindur aft­ ur­at. Í flokkinum er ikki semja um, hvørt tað er skilagott at taka eitt val nú. Fyri formannin í flokkinum, Jør­ gen Niclasen, hevði tað helst ver­ið ein fyrimunur og eitt val nú hevði givið honum munandi fleiri per­són­ ligar atkvøður enn tær 382 hann fekk seinast. Sambandsflokkurin Í Sambandsflokkinum er eisini ein ávís spjaðing um, hvussu skilagott tað er við einum vali undan summ­ ar­frí­tíðini. Flokkurin hevur landsfund um eina lítla viku og har skal øll tann po­l­it­iska støðan endavendast. Lands­ fund­ur­in verður eisini brúktur til at meta um, hvar flokkurin stendur júst nú. Seinastu alment kendu velj­ara­ kanningarnar hava ikki ver­ið serliga vinarligar móti Sam­bands­flokk­inum, men okkurt bendir á, at aft­ur­gongdin er steðgað. Tað hevur gjørt, at summi í flokk­inum halda, at tað hevði ver­ ið skilagott við einum vali nú, men millum teirra telist ikki mað­ur­in við avgerðini – nevniliga floks­for­mað­ ur­in og løgmaður Kaj Leo Holm Jo­ hanne­sen. Løgmaður heldur fast um at sita val­skeiðið út og gera tað arbeiðið lið­ugt, sum skal gerast. Samgongan hev­ur lagt uppskot í tingið, sum skulu avgreiaðst í hesi tingsetuni og so kemur summarfrítíðin. Tjóðveldi vil helst hava val so skjótt sum til ber, men flokkurin stend­ur ikki til nakra serlgia fram­ gongd sambært kendu velj­ara­kann­ ing­un­um. So hóast valfepurin herjar hervi­ lig­ur, so kunnu vit ikki vænta val und­an summarfrítíðini. Løgmaður ynskir at sita val­skeið­ ið út, so skal nakað henda, so skal ólkaflokkurin í veruleikanum venda løgmanni bakið – møguliga í sam­ bandi við fiskvinnunýskipanina. Men tvey onnur mál kunnu eis­ ini útloysa val. Viðgerðin av fíggj­ar­ kørm­unum fyri næsta ár og úr­slit­ ið av kanningini av málinum um undirsjóvartunnilin hjá Hans Gam­ meltoft-Hansen. Sæð gjøgnum dagsins brillru fáa vit ikki val fyrr enn eftir summ­ar­feri­ una, men í politikki kann alt enda. Tað mugu vit minast til alla tíð­ina. Fólkaflokkurin stendur eitt sindur einsamallur í sam­ráðingunum um at broyta lógina um vinnu­ ligan fiskiskap – Samb­ andsflokkuri er meira spjaddur Sjálvt um samráðingar enn eru á skránni um nýskipan av fisk­i­ vinnuni, so bendir onki á, at tað fer at eydnast at gera eina breiða semju. Umboð fyri samgongu og and­ støðu hava sitið saman og tosa um fiski­vinnunýskipanina. Andstøðan vildi sleppa saman at fundast við sam­gonguna og tann fundurin hevði við sær, at fundir aftur verða í komandi viku. Men ongin breið semja verður gjørd um fiskivinnuna undan kom­ andi vali. Tað tykist liggja heilt fast. Hóast Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin kunnu finna semj­ ur um fleiri punkt í umrøddu broyt­ing­un­um, so er spurningurin um uppboðssølu í onkrum formi ein forð­ing, sum leggur fót fyri møguliga semju. Fólkaflokkurin vil undir ongum um­støð­um ganga við til eina upp­ boðs­sølu, men tað er eitt krav frá Sam­bands­flokkinum, at ein partur av rætt­ind­un­um ella kvotunum verður seld­ur á uppboðssølu. Fólkaflokkurin einsamallur Tað er nógv sum bendir á, at Fólka­ flokk­urin stendur eitt sindur ein­ sam­all­ur um avgerandi punktini í einari nýggj­ari fiskivinnuskipan. Bæði andstøðan og ein stórur part­ur av Sambandsflokkinum og Mið­flokk­inum vilja hava, at uppboðssøla verð­ur ein partur av einari nýskipan. Hetta vil Fólkaflokkurin ikki hava við. Flokkurin vil heldur hava, at ný­skip­an­in meira er ein dagføring av gald­andi lóg um vinnuligan fiskiskap. Í Sambandsflokkinum er ein stór­ur partur av flokkinum meira samdur við andstøðuna enn við Fólkaflokkin. Har eru fleiri sum halda fast um, at upp­boðs­sølan skal gerast partur av ný­skip­an­ini. Fundur verður aftur í næstu viku mill­um samgongu og andstøðu, men í løt­uni er onki, sum bendir á, at tað fer at bera til at finna eina felags loysn. Við øðrum orðum henda ongar broyt­ingar í lógini um vinnuligan fiski­skap fyrr enn aftaná eitt val. Tað sum flokkarnir hugsa og met um, er hvør fær fyrimun av, at onki verð­ur gjørt við fsikivinnuna undan ein­um vali: Fólkaflokkurin ella tann part­urin av Løgtinginum, sum vil hava meira radikalar broytingar gjørd­ar. Ongin nýskipan av fiskivinnuni undan løgtingsvalinum Fleiri orsøkir eru til at valfepur er millum tingfólk, men løgmaður fer ikki at trýsta á valknøttin fyrr enn eftir summarfrítíðina úr tinginum Løgmaður verður ikki hann, sum trýstir á valkøttin hesumegin summarfrítíðina uttan so at hann politiskt verður kroystur at gera tað. Aksel V. Johannensen, og Javnaðarflokkurin fáa eftir øllum at døma 4. hvørja atkvøðu til komandi val. Jørgen Niclasen kann við einum vali nú tryggja sær munandi fleiri atkvøður enn við seinasta løgtingsval.