mánadagur 9. mars 2015síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 9. MARS 2015 · Nr. 116
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Stovnaður: 1927
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
HØGNI HOYDAL
KJAK SÍÐA 15
Løg
maður og
milliar
dirnar
JÓGVAN Á LAKJUNI
KJAK SÍÐA 15
Hvat
gera vit
í ST?
Sambært seianstu veljarakanningini,
sum Fynd gjørdi fyri Sosialin í síðstu
viku, so er vónin um at skipa Føroyar
sum fullveldi farin í søguna.
Í øllum førum, um fullveldi merk
ir samstarv millum Tjóðveldi og
Fólkaflokkin. Har er í øllum førum
ísakalt.
Høgni Hoydal kann eins væl og
Aksel V. Johannesen avnokta Fólka
flokkin, um hann heldur, at tað fær
fleiri fólk at velja Tjóðveldi.
Vit hava fleiri ferðir á hesum stað
víst á, at tað er nógv bíligari hjá Aks
el V. Johannesen at avnokta Fólka
flokkin, enn hjá Høgna Hoydal. Tí um
Tjóðveldi skal avnokta Fólkaflokkin,
so má Tjóðveldi samstundis skjóta
ein hvítan píl eftir dreyminum um
at skipa Føroyar sum fullveldi – ella
dreymin um at skipa eina fullveldis
samgongu, har Tjóðveldi og Fólka
flokkurin skulu vera drívmegin.
Sambært kanningini, so eru tað
bara 2,3 prosent av veljarum hjá
Tjóðveldi, sum ynskja, at Tjóðveldi
fer í samgongusamstarv við Fólka
flokkin. Hinvegin eru tað 57,8 pros
ent av veljarunum hjá Tjóðveldinum,
sum nevna Fólkaflokkin sum flokk
in, ið Tjóðveldi avgjørt ikki skal í
samgongu við.
Tjóðveldisveljarar vilja heldur
samstarva við Javnaðarflokkin, tað
siga 66,4 prosent. Fólkafloksveljarar
vilja heldur samstarva við Sam
bandsflokkin, tað siga 48,4 prosent.
40,3 prosent av veljarum Fólka
floksins siga, at Tjóðveldi er tann
flokkur, sum Fólkaflokkurin avgjørt
ikki skal samstarva við.
Við øðrum orðum, so vilja tjóð
veldisveljarar ikki vita av Fólka
flokkinum. Og fólkafloksveljarar
vilja ikki vita av Tjóðveldinum.
Vit skulu sjálvandi hava í huga,
at talan er um eina kanning. Men
kanningar siga okkum kortini nógv
um, hvussu rákið er í samfelagnum.
Hóast bæði Jørgen Niclasen og Kaj
Leo Johannsen í seinastuni hava
sagt, at vit kunnu ikki stýra eftir
veljarakanningum, so passar tað ikki
heilt kortini. Tí teir stýra báðir eftir
veljarakanningum. Vit vita, at bæði
Fólkaflokkurin og Sambandsflokk
urin keypa sær veljarakanningar
fyri »at sondera terrengið«. Teir
almannakunngera ikki kanning
arnar, men »brúka tær innanhýs
is«, sum løgmaður segði við in.fo
fríggjadagin. Tí vita vit, at eisini teir
báðir halda veljarakanningar hava
týdning.
Víst er tað, at løgtingsvalið nærk
ast. Allar kanningar siga, at broyting
verður í landsins leiðslu. Hendan
kanningin bendir á, at valið heldur
fer at standa um, hvussu vit býta
samfelagsvirðini best, og hvussu vit
varðveita og menna vælferðarsam
felagið.
ÍSAKALT Á FULLVELDISVEINGI
Helgi Abrahamsen »Ná so
bleiv mann blokeraður á
facebook-vanganum hjá Ed
mundi Joensen. - Ja onkun
tíð má mann rinda prísin
fyri at kalla ein spaka fyri
ein spaka.«
Soleiðis skrivaði Helgi Ab
rahamsen, løgtingsmaður, nú
um dagarnar.
Tað hendir, eftir at Ed
mund Joensen skrivaði, at
»í hesum døgum við veljara
kanningum gerast vísdóms
orð aktuell: politiskir flokkar,
sum í rikna politikkinum eru
trúgvir móti sær sjálvum og
sínum virðum, munnu sum
heild hava trúvirðið í lagi og
standa seg væl úti millum
fólk«.
So spurdi Helgi Abraham
sen, um hann hugsaði um
1998. Tá so »Edmund« svaraði,
at altíð var Helgi við tað góða
orðið, kom Helgi við einum
svari, har hann skrivaði »Per«
í staðin fyri Edmund – ein til
siping til spinndoktaran hjá
Edmundi, Per Højgaard.
Úrslitið er so tað, at sam
bandsmenninir Edmund Jo
ensen og Helgi Abrahamsen
ikki longur eru vinir á Face
book.
Edmund strikar Helga sum vin
31 ára gamli Høgni Reistrup
skal hjálpa Poul Michelsen at
vinna Framsókn undirtøku
á komandi løgtingsvali, sum
verður í seinasta lagið 29. ok
tober.
Framsókn boðar í kvøld
frá, at Høgni Reistrup verð
ur valevni fyri flokkin, tá
løgtingsval verður.
Sambært veljarakanning
í Sosialinum í morgin, so
stendur Framsókn til at fáa
tveir tingsessir – og soleiðis
vinnur flokkurin sambært
kanningini sessin aftur, sum
Janus Rein tók við sær yvir í
Fólkaflokkin.
– Virðisgrundarlagið hjá
Framsókn hyggur inn í fram
tíðina. Flokkurin ynskir eitt
tíðarhóskandi
og
liberalt
samfelag. Tað geri eg eisini,
og tí bjóði eg meg fram til
komandi løgtingsval, verður
Høgni Reistrup endurgivin
fyri at siga í tíðindaskrivinum
frá Framsókn, sum skriar
víðari:
»Høgni Reistrup er nýggj
ur í Framsókn, men hevur
verið nógv at hoyrt seinastu
árini serliga við bókini EXIT
Føroyar, sum hann sjálvur
annar ritstjórnaði. Vit bjóða
Høgna Reistrup at vera væl
komnan í Framsókn. Vit gleða
okkum at arbeiða saman við
Høgna, sum er gløggur og
framfýsin. Hann umboðar
eisini eitt nýtt ættarlið av
ungum, væl lærdum og víð
skygdum føroyingum, sigur
Poul Michelsen, formaður í
Framsókn.«
Høgni Reistrup fyri Framsókn
Bæði Jørgen og Kaj Leo
stýra eftir veljarakanningum
Hvassur vindur upp í skrið av suðri
og stundum regn. Hitin millum 3
og 6 stig.
Veðrið hósdagin og
fríggjadagin:
Hósdagin stívt andøvsgul av suðri
og landsynningi og yvirhøvur
turt, men hóskvøldið veksur
hann vindin upp í hvassan
vind av landsynningi og avfall.
Fríggjadagin skrið ella stormur av
suðri og útsynningi og ælingur,
mest sum kavi. Hitalagið millum
0 og +4 tig.
Veðrið mánamorgunin:
Eitt djúpt lágtrýst, 970 hPa.
vestan fyri Írland fer í landnyrðing.
Veðrið týsnáttina:
Djúpa lágtrýstið við Hetland fer í
landnyrðing og grynnist nakað.
V
D
l
Petur Skeel
Jacobsen
greiðir frá
um veðrið
Seinnapart:
Hann veksur vindin upp í skrið ella
storm av útnyrðingi og ælingur,
mest kavi og hitalagið um
frostmarkið.
MIKUDAGIN
MÁNADAG
TÝSDAGIN
15-20 m/s
15-20 m/s
5-10 m/s
20-25 m/s
15-20 m/s
5-10 m/s
Gul til stívt andøvsgul av
útnyrðingi og vestri og yvirhøvur
turt og sólglottar. Hitalagið um
frostmarkið.