Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-10, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. mars 2015síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 11. mars 2015 · Nr. 29 mikudagsblaðið Stovnaður: 1927 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Fiskivinnunýskapinin hjá sam­gong­ uni er í tungum sjógvi. Tað hevur ver­ið greitt leingi, men nú tykist sam­gong­an eisini at viðganga, at møgu­leikarnir fyri eini breiðari semju um tað, sum Fólkaflokkurin vil, ikki er møguligur. Spurningurin hevur verið, um Sam­bands­flokkurin og Mið­flokk­uri­n kortini fara at bera fisk­i­vinnu­ný­skip­ an­ina hjá Fólkaflokkinum í­gjøgn­um tingið, men so tykist heldur ikki at vera. Bæði løgmaður og Bárður Nielsen, ting­maður Sambandsfloksins, hava boð­að frá, at tað verður eingin fiski­ vinnu­ný­skip­an, uttan so at tað verð­ ur ein breið semja millum samgongu og and­støðu. Veljarakanningin her í blað­num í dag byggir undir ta ósemju, sum eft­ir øllum at døma er mill­um Sam­bands­ flokk­in og Fólkaflokkinum um tey mest grund­leggj­andi viðurskifitni í eini fiski­vinnunýskipan. Veljarar hjá Sambandsflokkinum hava somu fatan av viðurskiftinum sum velj­arar hjá Tjóðveldinum og Javnaðarflokkinum. Tað er í fysta lagi, at tað almenna eigur at fáa gjald fyri veiðirættindi, ið verða latin fiski­vinnuni, og at møgulig søla av veiði­rættindum eigur at fara fram á eini al­mennari uppboðssølu. Men umframt tað at veljararnir hjá so­nevndu makrelsamgonguni frá 2011, eru samdir um hesi grund­leggj­ andi viðurskiftini, so vísir kann­ingin eisini, at veljararnri hjá Fólka­flokk­i­ num eisini eru samdir í, at tað er tað al­menna, sum eigur at fáa gjald fyri veiði­rættindi. Tað halda 59 prosent av velj­arum Fólkafloksins sambært kann­ingini. Jacob Vestergaard segði við út­ varp­ið í gjár, at tað nú er upp til sam­ gong­una at finna út av, hvussu leikur fer. Hann ger ikki meira við málið, fyrr enn sam­gongan hevur funnið út av, hvat hon vil. Harvið spælir hann bóltin aftur til løgmann. Tá løgmaður hevur sagt, at eing­ in nýskipan verður gjørd, um and­ støð­an ikki er við, so hava vit tað á­lit á honum, at einki verður gjørt í óðum verkum nú, ið valið stundar til. Tað er neyvan hugsandi held­ur, at Sambandsflokkurin fer at gera semju við andstøðuna um fiski­vinnu­ný­ skip­an uttan um Fólkaflokkin. Tí er mest sannlíka úrslitið, at einki upp­skot um nýskipan verður borið í tingið fyrr enn eftir løgtingsvalið – og at tað tá verður ein onnur samgonga, sum ber hesa nýskipan ígjøgnum tingið. Harvið má so eisini staðfestasst, at samgongan megnaði ikki eitt av fremstu málunum, sum hon setti fyri sær – og saman við pen­sjóns­ ný­skip­anin eru hetta dømi um, at poli­tikkurin hjá samgonguni er mis­ eydn­aður. Tí verður tað heldur ikki hend­an samgongan, sum roynir seg eina­ferð afturat eftir valið. Hendan sam­gongan hevði møguleikan – men megn­aði tað ikki. Sambandsfólk meira samd við andstøðu enn Fólkaflokk Nýtt stýri fær møguleikan Fleiri enn 1200 skutu harur í fjør síða 16-17 Hugsa tær minni høvuð­ pínu Heilsa síða 10 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! – Eg havi bæði hug á áræði til at taka eitt tak afturar í fremstu røð. Tað sigur Kaj Leo Holm Jo­hann­e­sen, formaður í Sam­ bands­flokkinum og løg­mað­ ur. Nú Sambandsflokkurin hev­ur lands­fund um viku­skift­ ið er greitt, at fo­rmað­ur­in verð­ ur afturvaldur, tí tá ið freist­in fyri at stilla valevni upp til floks­leiðsl­una, fór í gjár, hevði eing­in annar stillað upp. Veljarakanningarnar, sum eru gjørd­ar síðani seinasta val, hava ikki verið mjúkar við Sam­bands­flokkin, tí hann stend­ur til at fáa stóra aft­ur­ gongd. Og onkur hevur hildið, at løg­mað­ur man vera eitt sind­ur slitin eftir at hava sitið í sam­gongu so leingi. Men Kaj Leo Holm Jo­hann­ e­sen følir seg ikki slitnan, tí hann sigur, at hann hevur av­ gjørt tilboð upp á at taka eitt tørn afturat sum formaður í Sam­bands­flokkinum. Hann sigur, at skuldi Sam­ bands­flokkurin komið aftur í sam­gongu eftir løgtingsvalið, hevði hann avgjørt eisini tikið av møguleikanum at verið løg­ maður eitt valskeið afturat, skuldi tað komið hartil. – Tað er nú, tað av álv­ara verð­ur spennandi og áhuga­ vert at føra politikk í Før­oy­um, sigur Kaj Leo Holm Jo­hann­e­ sen Hann sigur, at tá ið hann varð valdur til løgmann í 2008, var kreppa í landinum. – Umstøðurnar vóru ring­ar, og politiska arbeiðið var ó­met­ a­liga strævið við tað, at tað mest snúði seg um at sløkkja eld. Men nú er gongdin vend, sig­ur løgmaður. Hann heldur, at vit eru sloppin merkiliga snikka­leys undan kreppuni. Nú eru pílarnir farnir at vísa rætta vegin og nú ber tað av álvara til at føra fram­eft­ir­lít­ andi politikk – Nú er tað av álvara far­ ið at bera til at raðfesta í før­ oysk­um polikki, tað hevur tað ikki borðið so væl til hesi sein­astu árini, tí vit hava verið í kreppu. – Og eg hevði einki havt í­móti at verið við til at heyst­ að frukt­ir­nar, nú tað er farið at ganga betri aftur, aftan á ar­beiðið hesi seinastu árini fyri at bjarga okkum so væl í­gjøgnum kreppuna sum gjør­ ligt, sigur Kaj Leo Holm Jo­ hann­e­sen. Fyrrapartin andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi og yvirhøvur turt, men seinnapartin veksur hann vindin upp í skrið ella storm av landsynningi og regn. Hitin millum 3 og 6 stig. Veðrið fríggjadagin og leygardagin: Fríggjadagin andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi og suðri og yvirhøvur turt, men leygardagin veksur hann vindin upp í hvassan vind ella skrið og regn. Hitin millum 6 og 10 stig. Veðrið týsmorgunin: Eitt djúpt lágtrýst, 983 hPa. eystanfyri Hetland fer eystureftir. Veðrið mikunáttina: Eitt stormlágtrýst, 944 hPa. vestanfyri Ísland fer í landnyrðing. Eitt annað lágtrýst tekur seg upp vestanfyri írland og kemur hendavegin. F s y v v E v E u Petur Skeel Jacobsen greiðir frá um veðrið Seinnapart: Hvassur vindur upp í skrið av suðri og útsynningi og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum 4 og 7 sitg. HÓSDAGIN TÝSDAG MIKUDAGIN 15-20 m/s 8-13 m/s 13-18 m/s 15-20 m/s 15-20 m/s 20-25 m/s Fyrrapartin strúkur í vindi av suðri og yvirhøvur turt, men seinnapartin stormur av utsynningi og ælingur, partvís kavi. Hitin millum 1 og 4 stig. Vil halda fram sum løgmaður Løgmaður hevur einki ímóti at heysta fruktirnar, nú tað er farið at ganga betur í samfelagnum. Tí vil hann fegin taka eitt tørn afturat sum løgmaður