Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-10, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. mars 2015síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 11. mars 2015 · Nr. 29 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Danjal av Rana Mong børn, og foreldur við, vóru kedd, tá menninir aftan fyri Ævintýraferðirnar, Búi Dam og Dánjal á Neystabø, í 2012 boðaðu frá, at Enda­ veitslan, sum varð spæld tað árið, var endabresturin hjá Ævintýraferðini. – Tá vit góvust, høvdu vit gjørt tað, vil vildu gera við Ævintýraferðini. Okkara seinastu framførslur vóru í 2012, men tað var mest endur­ nýtsla av gomlum tilfari, so tað seinasta nýggja tilfarið hjá okkum var gjørt í 2011, greiðir Dánjal á Neystabø frá. – Ævintýraferðin var jú stak væl umtókt, og tað er eyðsæð, at vit raktu ein ella annan tørv, sigur Búi Dam. Nú eru teir tó aftur og smæðast ikki við at siga, at teimum hevur longst eftir at arbeiða við barnatilfari aftur. Sum áður er dentur lagdur á stuttligt undirhald fyri børn, men kanska er meiri dent­ ur lagdur á kunnandi tilfar hesuferð. Nýggjasta ævin­ týrið snýr seg um ongan mætara enn Albert Einstein. Heitið á nýggja leikinum er Eg eri MC2. – Í nýggju framførsluni læra børnini um atdráttar­ megi, um bylgjulongdir, hvat hendir, um tú ferðast líka skjótt sum ljósið, hvat er tíð og sjálvandi, tá um ræður um Einstein, relativitet, sigur Dánjal á Neystabø. – Nógvir av spurningunum eru grundleggjandi fyri okk­ ara heimsfatan og innast inni er spurningurin vit seta okkum, hvør eri eg, sum eisini verður nomið við í einum av sangunum og í sjálvum heitinum á leikinum, sigur Dánjal á Neystabø. Framførslurnar hjá Ævin­ týra­ferðini hava verið eyð­ merktar av, at børnini í stóran mun taka lut í framførsluni. – Tað er enn ein týd­ ningar­mikil partur av fram­ førsl­unum hjá okkum, sigur Búi Dam, sum heldur, at børn í dag fáa ov nógv undirhald borið í fangið. – Í ávísan mun mugu børn læra at spæla sjálvi, og eg haldi ikki tey duga tað so væl í dag sum áður, sigur Dánjal á Neystabø, sum tó viðgongur, at hann kanska romantiserar fortíðina eitt sindur. Búi Dam er tó samdur. – Eg havi varhugan av, at flotti grafikkurin í teldu­spøl­ um og sjónvarpsrøðum ger, at børn rætt og slætt seta størri krøv til sítt egna hugflog. Tey eru von við, at alt sær so gott út og er so væl gjørt, at tey ikki hava álit á sínum egnu evnum og sínum egna hugflogi, sigur hann. Dánjal á Neystabø og Búi Dam eru í løtuni á ferð í Føroyum við nýggjastu fram­førsluni og fríggjadagin góvu teir eisini eina fløgu út í samband við hesa nýggju søguna um Einstein. Hiðani og til juni mánað framføra teir í skúlum, barnagørðum og stovnum, og síðani verða onkrar almennar framførslur eisini, millum annað á G! og á Ólavsøku. Nú teir eru byrjaðir aftur, hava teir ikki sett nakað mark fyri, hvussu leingi teir halda á í hesum umfari. – Vit hava fleiri søgur, vit kundu hugsa okkum at fortalt børnunum, og fleiri evni, við kundu hugsa okkum at nomið við. Bæði innan før­oyinga søga, føroyskar og útlendskar bókmentir, hug­ vísund, heimsspeki og átrún­ aður eru evni, sum vit halda tað hevði verið stuttligt, at gjørt okkurt við, siga teir báðir at enda. ævintýraferðin Fáa ov nógv undirhald borið í fangið Børn hava ikki álit á egnum evnum og hugflogi, tá tey skulu spæla longur, halda Búi Dam og Dánjal á Neystabø, sum nú eru tilreiðar við enn eini Ævintýraferð. Búi Dam og Dánjal á Neystabø berjast við vísindaligar spurningar í nýggja leikinum hjá Ævintýraferðini, Eg eri MC2 Mynd: Álvur Haraldssen