Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-10, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. mars 2015síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 11. mars 2015 · Nr. 29 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at Rigmor Reynagarð Hansen andaðist hósdagin 5. mars á Gildhøjhjemmet, Brøndby, 81 ára gomul. Jarðarferðin verður fríggjadagin, 13. mars kl. 11.00 úr Brøndbyvester Kirke Vegna tey avvarðandi Celinda, Henrik og Ulla Britt Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu okkum samkenslu, tá okkara kæra mamma, vermamma, omma, langomma og olduromma Fanny Simona Johannesen Sandavágur andaðist á Landssjúkrahúsinum 96 ára gomul. Takk til Heimið á Grønanesi fyri tíðina, hon búleikaðist har, til starvsfólkið á B8 og takk til tykkum, sum hjálptu til við jarðarferðini, prest, kirkjutænarar, sangarar, berarar og øllum tykkum, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Hjartaliga takk. Vegna tey avvarðandi Eivind, Erla, Birgith og Astrid við familjum Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi á allan hátt, tá okkara kæra mamma, vermamma og omma Maja Kjærbo Tórshavn fødd 16.11.1931 - deyð 10.01.2015 doyði og varð jarðað. Takk til starvsfólk á Vallalíð fyri umsorgan og fyri at vera um hana hennara síðstu mánaðir. Takk til nærverkið og heimahjálpirnar, sum í fleiri ár høvdu umsorgan og vóru so hjálpsamar. Takk til Sverra Steinhólm fyri vitjanir og troystarík orð. Takk til organistar, gravarar, kirkjutænarar, sangarar frá Meinigheitshúsinum og øll tykkum, sum bakaðu og hjálptu til við ervinum. Takk fyri kransar, blómur og gávur til missiónsarbeiðið í Meinigheitshúsinum. Hjartans tøkk til tykkum øll, ið fylgdu henni til hennara síðsta hvíldarstað. Vi bestu heilsum og í stórum takksemi Heri, Malan, Karstin, Rani og Annika Av hjartanum takk fyri sýnda samkenslu og alla tað góðu hjálp vit fingu, tá okkari elskaði sonur, beiggi og mammu/pápabeiggi Fríði Askham Tórhalsson f. 04.10.1999 – d. 11.02.2015 fór heim til Jesus pápa. Takk til Sigrun og Eivind av Reyni fyri tykkara ómetaligu stóru hjálp við ervinum. Takk Heidi systir, fyri dyggan stuðul, hvørja ferð á stóð. Takk til tykkum í Ser1, Reiðrinum, B-lonini, Smæruni og eina stóra tøkk til allar teir góður stuðlar, sum Fríði hevur haft – tit hava øll ríka lívið hjá Fríða ómetaliga nógv. Takk til barnadeildina fyri allar tær góðu og tryggu løtur, Fríði hevur fingið hjá tykkum, takk fyri at tit gjørdu sístu løtuna hjá Fríða so góða. Takk til børn, foreldur og starvsfólk í Smæruni og Eivind fyri rørandi móttøkuna, tá kistan kom í kirkjuna. Takk Bergur prestur fyri troystaríku, góðu orð í kirkjuni. Takk til Evi fyri sangin »Dagur er liðin«, sungin sera inniliga. Jens Marna fyri sangin »Er der nogen i himlen« sungnan so einastandandi rørandi. Takk til tykkum øll, sum bakaðu, takk fyri vakrar blómur, kransar og peninga gávu til Felagið fyri børn við Føroyasjúkuni. At enda takk til tykkum mongu, ið fylgdu Fríða til hansara seinasta hvíldarstað. Turid, Tórhallur, René, Bergur og Eyð við familjum Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt vístu okkum sera stóra umsorgan, tá vit so brádliga mistu okkara elskaða mann og pápa Alex C. Erharuyi f. 28.09.1983 – d. 18.01.2015 Takk til prestarnar Bergur D. Joensen og Bamidele fyri góð og troystarrík orð á minningarhaldinum í Hoyvíkar kirkju. Takk til kirkjutænarar, sangarar og til Oasuna, ið skipaði fyri ervinum. Stóra takk til øll, ið hjálptu til. Eisini eina hjartans tøkk til tykkum øll, ið hava stuðlað okkum við gávum. Gud signi tykkum øll. Rannvá og dreingirnir Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at kæri maður mín, pápi og abbi okkara Simon Madsen Stensballe, Horsens andaðist leygardagin hin 7. mars 2015, 73 ára gamal. Jarðarferðin verður frá Vær Kirke, Stensballe, Horsens hósdagin hin 12. mars kl. 11.00. Susanne Waagstein Madsen Ellen, Annika og Thurid við familju