hósdagur 12. mars 2015síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í blaðnum...
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Grafiskt snið/layout:
Pætur Eyðunsson Jensen
Uppseting: Sosialurin,
tekniska deild
Prent: Prentmiðstøðin
Miðlahúsið:
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Vikuskiftisredaktørar
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Lýsingar
Frida Mellemgaard,
lýsingasamskipari
lysing@sosialurin.fo
tel. 341826
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
13. mars 2015
– Ósemja um semju kann
framskunda løgtingsvalið
Samgongan er ikki samd um, hvussu semjan
um fiskivinnunýskipan skal verða.
Enn vita vit ikki, um fiskivinnunýskip
anin verður lagnan hjá sitandi samgongu.
Mangt bendir á, at semja er ikki innanveggja
í samgonguni, og løgmaður er ikki álvurligur
við at koyra eina nýskipan ígjøgnum tingið,
sum bara verður borin í gjøgnum av Sam
bandsflokkin og Fólkaflokkinum. Á onkran
hátt tykist, sum um løgmaður ikki vil, at
Sambandsflokkurin skal vera stuðulsflokk
urin hjá Fólkaflokkinum.
Tað er púra rætt, sum Jacob Vestergaard
sigur, at hann kann ikki taka anstøðuna við
í samráðingar um nýggja fiskivinnuskipan,
um hann – og samgongan annars – ikki veit,
hvat samgongan skal meina.
Vit sum sita uttanfyri vita sjálvtsagt ikki,
hvat gongur fyri seg innanveggja í sam
gonguni. Men tað tykist púra greitt, at Jacob
Vestergaard veit, hvat hann vil. Og hann vil
okkurt annað, enn tað, sum andstøðan vil.
Men tað tykist ikki, sum um Sambands
flokkurin vil tað sama, sum Fólkaflokkurin.
Tað kann vera tí, at Vestargaard áhaldandi
skjýtur sambandsmonnum í skógvarnar, at
teir ikki vita, hvat teir vilja.
Í útvarpinum mikudagin segði Jacob Vest
ergaard, at samgongan við sær sjálvum hevur
nóg breiðan meiriluta – og harvið heldur
hann, at samgongan eykkaleys kann føra
sín – les Fólkaflokisins – fiskivinnupolitikk
ígjøgnum.
Men tað vil løgmaður ikki, og tað vil sam
gongan ikki.
Spurningurin er so, hvørjir møguleikar
eru – um Fólkaflokkurin ikki vil flyta
seg. Tað ber uttan iva til at gera semju
millum Sambandsflokkin, Tjóðveldi og
Javnaðarflokkin. Men tað førir til samgongu
slit – og tað kann føra til misálit á løgmann
frá Fólkaflokkinum og harvið nýval.
Sambært løgmanni hevur samgongan
brúkt 10 tímar av hesum seinastu góðu trim
um árunum at finna breiðu semjuna millum
samgongu og andstøðu. Tað sigur eitt sindur
um viljan.
Tað tykist alt meira greitt, at málið er
koyrt so fast nú, at hvørki breiða semjan ella
smala samgongusemjan er møgulig at fáa
ígjøgnum fyri løgtingsvalið –
sum harvið helst verður
eitt sindur fyrr enn
ætlað.
Sunnudagin klokkan 15
verður grækarismessuhald
í Havn.
Tað er Skótalið Sigmunds
Brestissonar, sum skipar fyri
Grækarismessuhaldinum,
har skótarnir saman við
borgarum í býnum, heilsa
várinum og flytifuglunum
vælkomnumtil landið. Frá
gamlari tíð er sagt, at Tjaldr
ið, tjóðfuglur okkara kemur
á grækarismessu.
Tað var Sverri patursson,
sum fyrstur helt fólkafund
á hesum degi í seinru helvt
á 1930 árunum; loysunarorð
hansara var: Latið smáfugl
og heiðafugl hava frið. Tað
var Sverri Patursson, sum
heitti á skótarnar um at
halda henda dagin í 1942, tí
hann meinti at skótarnir
livdu eitt við náttúruna.
Nú halda vit grækaris
messu við skótaskrúðgongu
og fólkafundum fleiri staðni
í Føroyum og heilsa Tjaldr
inum, vælkomið til land
okkara aftur.
Allir skótar, úlvar, og títt
lingar í Havn, fara at ganga
skrúðgongu og Havnar
Hornorkestur spælir.
Øll skulu møta í sínum
skótahølum klokkan 14.
Klokkan 14.45 fer skrúð
gongan úr Vágsbotni.
Gingið verður eftir Bø
gøtu, síðani eftir Tróndar
gøtu, Niels Winthersgøta,
Steinatún, Niels Finsensgøtu
oman á Vaglið.
Sjálvt Grækarismessu
haldið verður á Vaglinum í
Havn klokkan 15.
Í ár verður tað Kinna
Poulsen í heldur grækaris
messurøðuna.
– Nú má loksins ruddast upp eftir
Føroya dýrasta drong
Tað sigur Edmund Jonesen, fólkatingsaður hjá
Sambandsflokkinum.
Hann sigur víðari, at tað krevur politiskan
rygg at rudda upp í langtíðar avleiðingunum
eftir ábyrgdarleysa blokkniðurskurðin í 2002 –
men tað letur seg gera við reformum og øktum
inntøkum.
Hvør er ryggleysur og ikki kann kanska
diskuterast. Í øllum førum hevur flokkurin
hjá Edmundi ligið skerflatur fyri tí flokki,
sum framdi blokkniðurskurðin. Meirilutin av
landsstýrisfólkunum hjá Kaj Leo eru líka dýr
sum Høgni í so máta. Nú sigur Bárður Nielsen,
sum eitt ekkó av Edmundi, at Sambandsflokk
urin má spíska sær sosiala profilin.
Vit kunnu siga, sum Cervantes
segði í Don Quijote: 'Sig mig hvem
du omgås og jeg skal sige dig
hvem
du er'...
Valfepur í luftini
Kinna heldur røðuna
Høgni fær
alla skyldina
Grækarismessa:
sambandsmenn:
so segði hann...
Les eisini blaðið
á telefonini
»Vit hava hetta valskeiðið ført
extreman Sambandspolitikk«,
citat Høgni Hoydal á Rás 2 so
vit hava so gjørt okkurt rætt.
Hvønn politikk
hevur nýggi
løgmaður?
Bjarni Djurholm
Kjak síða 16
Javnstøða í
Føroyum?
Katrin Kalsberg
Tíðargrein síða 17
Visti tú?
At tríggir formenn
undan Kára P. Høj
gaard eru rýmdir í
aðrar flokkar?
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
blaðstjóri
Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður í Føroyum á Facebook