Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-12, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. mars 2015síða 33

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 13. MARS 2015 SOSIALURIN 30 33 Handverkari ella framleiðslutøkningur til Hundsarabotn starv á Landsverki Landsverk tinghúsvegur 5 Postsmoga 78 FOz110 tórshavn tel. +298 340 800 Faks +298 340 801 lv@lv.fo www.landsverk.fo Landsverk sóknast eftir dugnaligum fólki at taka sær av fjølbroyttum uppgávum innan framleiðslu og viðlíkahald í Hundsarabotni. arbeiðsuppgávur arbeiðið fevnir í høvuðsheitum um: • Eftirlit við asfaltverkinum undir framleiðsluni • Fáa tilfar til vega við lessara • Viðlíkahald av asfaltverkinum • Aðrar fyrifallandi uppgávur alt eftir, hvørjir førleikar og royndir tú hevur, verður harumframt møguleiki fyri at loysa uppgávur innan el, mekanikk ella annað. eisini mást tú rokna við nakað av yvirarbeiði. førleikakrøv vit ímynda okkum, at tú ert útbúgvin smiður ella elektrikkari, ella hevur aðra hóskandi útbúgving sum til dømis framleiðslutøkningur. Gott handalag til mekaniskt ella tekniskt arbeiði er ein treyt fyri at røkja starvið. tað er somu- leiðis ein treyt at hava vanligt koyrikort og ein fyrimunur, um tú hevur royndir við at koyra les- sara. sum persónur ert tú ágrýtin, fyrikomandi, fleksibul og altíð til reiðar at taka ímóti nýggjum avbjóðingum eins og at geva eina hjálpandi hond. Harumframt vanta vit, at tú ert jaligur, arbeiðssamur og arbeiðir sjálvstøðugt. setanarviðurskifti talan er um fastlønt fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir annars eru sambært sáttmála við fakfelag. umsóknir Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing (cv) kann sendast umvegis okkara heimasíðu www.landsverk.fo. til ber eisini at senda umsóknina umvegis teldupost til lv@lv.fo. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 17. mars 2015. nærri upplýsingar um starvið, kunnu fáast við at venda sær til: tom sørensen formann tlf. 290 757 ella toso@lv.fo. Les meira á www.landsverk.fo Landsverk er stovnur undir Fíggjarmálaráðnum og hevur um hendi vega- og havna myndug leika uppgávur og byggiharrauppgávur. stovnurin ráðleggur og ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur landsvegir, havnir, bygningar og flogvallamál, herundir tyrlupallar.