hósdagur 12. mars 2015síða 35
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 13. MARS 2015
SOSIALURIN 30
35
STUÐUL ÚR FELAGSGRUNNI
Felagsgrunnurin Nuuk, Reykjavík og Tórshavn
Møguleiki er nú aftur at søkja stuðul úr felagsgrunninum Nuuk,
Reykjavík og Tórshavn. Fundur verður í grunninum fyrst í mai mánaði,
har avgerð verður tikin um, hvør fær stuðul.
Býarstýrini í Nuuk, Reykjavík og Tórshavn seta árliga pening í grunnin,
hvørs endamál er at veita fíggjarligan styrk til tiltøk innan mentan,
undirvísing og ítrótt, ið kunnu fremja og menna samstarvið og fatanina
millum hesar kommunur og borgarar teirra. Umsóknir, har allir tríggir
býir taka lut, hava fyrimun.
Tórshavnar býráð heitir tí á einstaklingar, feløg o.o., ið halda seg koma
undir treytirnar fyri stuðli, um at senda býráðnum umsóknarblað við
frágreiðing um tiltakið. Umsóknarblaðið fæst í Snarskivuni ella á
heimasíðu kommununnar www.torshavn.fo. Tað er av týdningi, at hetta
umsóknarblað verður nýtt, tá søkt verður, og at svarað verður so gjølla
sum til ber.
Meiri fæst at vita við at venda sær til Hannu Simonsen, málsviðgera,
telefon 302010.
Umsókn merkt „Vestnordisk hovedstadsfond – Nuuk, Reykjavík og
Tórshavn“ eigur at vera hjá Tórshavnar kommunu, Postsmoga 32, 110
Tórshavn, torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi mánadagin 13. apríl
2015.
www.torshavn.fo
eblaðið
sos.fo
www.gevidblod.fo
VILT TÚ
GEVA BLÓÐ?
Felagið Blóðgevi
Blóðbankin á Landssjúkrahúsinum
J.C. Svabos gøta 43
100 Tórshavn
Telefon: 30 45 22
Teldupostur: bbank@lsh.fo
Blóðgevarar í Suðuroy
Rannsóknarstovan á Suðuroyar Sjúkrahúsi
Sjúkrahúsbrekka 19
800 Tvøroyri
Telefon: 34 32 70
Teldupostadressa: lab@ssh.fo
Klaksvíkar Blóðdonorlið
Rannsóknarstovan á Klaksvíkar Sjúkrahúsi
Sniðgøta 1
700 Klaksvík
Telefon: 45 45 45
Teldupostadressa: labblod@ks.fo
Vilt tú vera við til at bjarga lívum,
kanst tú teknað teg hjá einum av
blóðgevarafeløgunum ella umvegis
heimasíðuna www.gevidblod.fo
Fólk kunnu geva blóð
3. hvønn mánað.
Ein posi av blóði kann bjarga upp til trimum mannalíum