mánadagur 16. mars 2015síða 2
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Mánadagur 16. mars 2015 · Nr. 31
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Stovnaður: 1927
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Elin henriksen
tíðargrein síða 22-23
Hví
læra týskt
í fólka
skúlanum
Birita lamhauge
Jóansdóttir síða 12
Øll rætt
at trívast
seksuelt
Ein lúsing afturat. Tað var tað, sum
samgongan fekk burtur úr veljara
kanning, sum Sambandsflokkurin
hevur bílagt frá Gallup.
Tað er rættiliga áhugavert, at
politisku flokkarnir hvør í sínum
lagi gera veljarakanningar – eisini
at teir gera kanningar, sum verða
duldar fyri veljarunum.
Kanningin, sum Gallup hevur
gjørt fyri Sambandsflokkin var
gjørd ein góðan mánað fyri kann
ingina, sum Fynd gjørdi fyri Sosial
in, og sum var almannakunngjørd
í Sosialinum fríggjadagin 6. mars.
Sum viðmerking til kannignina
hjá Sosialinum segði løgmaður, at
hann sat við eini kanning, sum ikki
fór so illa við Sambandsflokkinum,
sum hendan hjá Fynd.
Og tað passar. Kanningin hjá løg
manni var eitt vet frægari, enn tann
hjá Sosialinum, hóast hon eisini er
ein dyggur lúsingur til løgmann og
til Sambandsflokkin. Men hon var
eisini fimm vikur eldri.
Men hetta er so tann tíggjunda
kanningin – av trettan – síðani valið,
sum vísir greitt, at stjórnarskifti
verður í Tinganesi.
Vit hoyra javnan frá politikar
um, at »vit kunnu ikki stýra landi
num eftir veljarakanningum«. Men
vit kunnu staðfesta, at allir flokkar í
ávísan mun stýra eftir veljarakann
ingum. Bæði Sambandsflokkurin
og Fólkaflokkurin lata gera veljara
kanningar, sum teir »brúka inn
anhýsis«. Tað sama gera størru
andstøðu flokkarnir, Tjóðveldi og
Javnaðarflokkurin.
Tað er sjálvsagt gott hjá politik
arum at vita, hvussu høgt ella lágt
teir eru í metum millum veljarar.
Men tað er eisini áhugavert hjá
veljarum at vita, hvussu teir sjálvir
meta um avrikið hjá politikarum.
Tí verða kanningar javnan gjørdar
og almannakunngjørdar. Tað er ein
partur av fólkaræðinum, at kann
ingar verða gjørdar og almanna
kunngjørdar. Tí gera miðlarnir tað.
Og tað er tí, at til dømis vit í Miðla
húsinum brúka pening upp á slíkt.
Men tá politisku flokkarnir
brúka hundraðtúsundtals krónur
upp á veljarakanningar, so høvdu
tær gagnað betur, um øll úrslitini
vóru almannakunnug. Sjálvandi
eigur veljarin eisini at vita, hvussu
politikararnir eru í metum. Hetta er
ikki vitan, sum politikarar eiga fyri
seg sjálvan.
Tað mest áhugaverda er tó, at
politikarar trúgva so nógv upp á
veljarakanningar, at teir brúka
hundraðtúsundtals
krónur
úr
flokskassunum at gera veljara
kanningar fyri í einum valskeiði, tá
teir annars siga, at »vit kunnu ikki
stýra landinum eftir veljarakann
ingum...«
Stýra eftir veljarakanningum
At hava Sambandsflokkin í
landsins leiðslu er ikki nóg
mikið fyri at gjøgnumføra
skilagóðan politikk.
Tað kann staðfestast eft
ir landsfund Sambandsfloks
ins, sum var um vikuskiftið.
Edmund Joense er nú í
tólvta tíma komin eftir, at
landsstýrið eigur at fara at
tosa beinleiðis við ES um
marknaðaratgongd. Tað ljóð
ar so líkatil hjá honum, at ger
landsstýrið tað, so kunnu vit
– bara soleiðis uttan víðari –
tvífalda útflutningsviðrið úr
6 milliardum upp í 12 milli
ardir.
Hví kemur hetta nú frá
fólkatingsmanninum, sum
hevur verið virkin í før
oyskum politikki á fremstu
rók seinastu 27 árini? Og
hví fær Kaj Leo Holm
Johannsen ikki hesi
ráðini
fyrr
enn
nú, tá hann hevur
havt valdið í 7 ár og
beint áðrenn hann
fær uppsøgnina frá
veljarunum?
– Jú,
politikkur er løgin. Svarið er
helst, at hini hava skyldina.
Munnu tað ikki vera Høgni
Hoydal og hiin fullveldis
fólkini, sum hava skyldina?
Tað plagar tað altíð at vera...
11 ár er ikki nóg mikið
Sambandsflokkurin skal ikki
longur vera stuðulsflokkur
hjá Fólkaflokkinum.
Soleiðis lesa vit boðskapin
hjá nýggja næstformanni
Sambandsfloksins,
Bárði
Nielsen.
Hann ger greitt, at Sam
bandsflokkurin skal spíska
sær sosiala profilin og leggur
dent á, at flokkurin er ein
sosial-liberalur flokkur.
Hvørki sosialur politikkur
ella liberalisma eru eyðkenni
fyri Fólkaflokkin, sum heldur
vil savna samfelagsvirðini
sum mest á ávísum privatum
hondum, og sum fegin lættir
skattin hjá hægru inntøku
num – og ikki dugir at síggja,
at samfelagið hevur ráð at
lætta um skattin hjá teimum
lægstu inntøkunum.
Men nú – akkurát sum við
marknaðaratgongdini
hjá
Edmundi Joesnen – kemur
næstformaðurin og flokk
urin sum so sum ketta úr
høvdatrog. Nú skal brádliga
alt endavendast beint fyri
lukkitíð í Tinganesi.
– Men góði Bárður! Hví
skal
Sambandsflokkurin
endavendast nú beint fyri
valið?
Sambands
flokkurin
er
eftir øllum at
døma komin til
ta
niðurstøðu,
at tað var ein
feilur, tá flokk
urin í 2011 valdi
at gerast stuð
ulsflokkur hjá
Fólkaflokki
num.
Vil ikki vera stuðulsflokkur
Politisku flokkarnir gera
loyniligar veljarakanningarnar
Gul til andøvsgul av útsynningi
og ælingur, men eisini sólglottar.
Hitin millum 4 og 7 stig.
Veðrið hósdagin og
fríggjadagin:
Hósdagin stívt andøvsgul
av útsynningi og ælingur,
fríggjadagin upp í ein strúk av
útnyrðingi og ælingur, partvís
vátakavi. Hitin millum 1 og 5 stig.
Veðrið mánamorgunin:
Eitt djúpt lágtrýst, 974 hPa.
vestanfyri Ísland fer í landnyrðing
og grynnist.
Veðrið hósnáttina:
Ein hitabrúgv vestanfyri Føroyar
stendur mestsum í stað.
Petur Skeel
Jacobsen
greiðir frá
um veðrið
Seinnapart:
Gul til stívt andøvsgul av
landsynningi og yvirhøvur turt
og sólglottar. Hitin millum 3 og
6 stig.
MIKUDAGIN
MÁNADAG
TÝSDAGIN
5-10 m/s
5-10 m/s
5-10 m/s
5-10 m/s
5-10 m/s
5-10 m/s
Gul til stívt andøvsgul av suðri og
yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin
millum 6 og 9 stig.