mánadagur 16. mars 2015síða 10
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 16. mars 2015 · Nr. 31
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
– Sambandsflokkurin hevur
eisini latið gjørt eina kanning
fyri 14 døgum síðani, og sam-
bært teirri kanningini, so
fáa vit sjey tingsessir. Tað er
ikki so galið, so skulu vit bara
stríð ast meira, tí málið er at
fáa átta tingsessir.
Soleiðis svaraði løgmaður,
tá in.fo næstsíðsta fríggjadag
bað løgmann um viðmerking
til fesku veljarakanningina,
sum Fynd hevði gjørt fyri
Sosialin. Kanningin var ikki
tespi lig ur lesnaður fyri løg-
mann, tí bæði samgongan og
Sam bands flokkurin
fingu
ein ordans avsmurning í
veljara kan n ingini, sum tók
seks mandat frá sam gongu-
ni.
Løgmaður vildi ikki siga
meira um veljarakanningina,
sum hann sipaði til. Men tal-
an var um veljarakanning,
sum
Sambandsflokkurin
hev ur latið gjørt. Og á lands-
fun di hjá flokkinum leygar-
dag in varð hendan veljara-
kann ing in løgd fram.
Tað er Gallup, sum hevur
gjørt kanningina fyri Sam-
bands flokkin. Og hon er
gjørd ein góðan mánað fyri
veljara kann ingina, sum Fynd
gjørdi fyri Sosialin.
Tað er rætt, sum løg mað-
ur segði, at tann veljara kann-
ingin gav Sam bands flokki-
num sjey tingsessir.
Í
gallup-kanningini
fekk
Sam bands flokk urin
19,2 pro sent í mun til 18,2 í
fynd- kann ingini ein góða n
mán að seinni. Tað var eisini
ein risastór aftur gognd, tí
á valinum í 2011 fekk Sam-
bands flokkurin 24,7 prosent.
Aftur gongdin er tí 5,5 pro-
sentstig í mun til 6,6 pro sent -
stig í feskaru fynd-kann ing-
ini.
Fólkaflokkurin eisini
stóra afturgongd
Fólkaflokkurin fær eisini
at kalla sama avsmurning
í báðum kanningum, hó-
ast afturgongdin ikki er so
stór, sum hjá Sam bands-
flokki num: 4,6 prosentstig í
gallup-kanningini í mun til
3,6 í fyndkanningini.
Taka vit Sambandsflokkin
og Fólkaflokkin undir ein-
um, so er eingin broyting.
Samlaða afturgongdin er 10
prosentstig, sum er ein risa-
stór afturgongd.
Afturgongdin hjá Sam-
bands flokkinum – ser liga
í teimum seinastu veljara-
kann ingunum, er søguliga
stór. Bara tríggjar ferðir í
flok sins 109 ára drúgvu søgu,
hava færri enn 20 prosent
av føroyingum atkvøtt fyri
Sambandsflokkinum. Sein -
ast var í 1998, tá loys ing ar -
vong urin við Tjóð veldi num
á odda sigraði eftir allar
orrust ur nar
við
donsku
stjórn ina – ser liga í kjalar-
vørri num av banka máli num.
Søgulig sam-
bandsskrædl
Á
valinum
í
1998
fekk
Sambandsflokkurin »bara«
18,1 prosent av atkvøðunum.
Annað laka úrslit hevði
flokk urin í 1990, tá úrtøkan
»bara« var 18,9 prosent. Valið
í 1990 var fyrsta valið, tá
Edmund Joensen leiddi Sam-
bandsflokkin. Valið í 1998 var
síðsta valið, Edmund Joen-
sen sat sum formaður.
Í 1974 hevði Sambands-
flokk urin
eisini
søguliga
vána ligt val, tá flokkurin
fekk 19,1 prosent. Tá var
Trygve Samuelsen floks for-
maður.
Av teimum 13 veljara kann-
ingunum, sum eru kunn-
gjørdar í Sosialinum síðani
valið í 2011, hevur Sam bands-
flokkurin havt afturgongd
í 12 teimum seianstu. Seriga
tríggjar tær seinastu hava
givið flokkinum javnt stóra
aftur gongd.
Hesar
fimm
vikurnar
ímill um hesar báðar sein-
astu kanningarnar hava ført
til ta broyting, at Sjálv stýris-
flokkurin ikki fær umboðan
í fyrru kanningini, men í tí
seinnu.
Einasti munur er tí, at
tann síðsta veljarakanningin
hev ur flutt sjeynda mandatið
hjá Sambandsflokkinum til
Sjálv stýrisflokkin. Altso at
Sam bandsflokkurin missir
ein, og Sjálvstýrisflokkurin
fær ein.
Vit skulu heilt aftur til
novem ber í 2012 fyri at finna
eina kanning, sum gevur
sam gonguni meiriluta.
Eirikur Lindenskov
Hjá Javnaðarflokkinum eru
seinastu
veljarakanningar
huga ligur lesnaður. Flokk-
urin er í góðum stima í øl l-
um kanningum, og tí hava
tey
í
Javnaðarflokkinum
tann luksustrupulleika, at
tey bara skulu stíga varliga
fyri ikki at órógva positivu
gongd ina.
Sjey tær seinastu kann-
ing ar nar siga við ein munn,
at Javn að arflokkurin verður
land sins nógv størsti flokkur.
Tað merkir nátúrliga, at
Javn að ar flokkurin
fer
at
skipa sam gongu, og at Aksel
V. Johannesen verður valdur
til løgmann og skipar nýtt
lands stýri.
Hóast framgongdin hjá
Javn að ar flokkinum í velj-
ara kann ingum er søgu liga
stór, so er ikki vist, at flokk-
urin verður størri, enn hann
hevur verið fyrr. Størs tu
undirtøkuna hevði Javn að-
ar flokkurin í 1990, tá hann
fekk 10 fólk vald á ting.
Fram g ongdin við tað valið
var 5,9 prosentstig, meðan
hon í seinastu kanning er
8,8 prosentstig. Í 1962 fekk
Javn að ar flokkurin eisini 27,5
pro sent. Hjá javnaðarfólki
er magiska árstalið 1958. Tá
vann flokkurin stórsigur og
gekk seks prosentstig fram
frá 19,8 til 25,8 prosent. Flokk-
urin fór úr fimm upp í átta
ting menn og var á fysta sinni
land s ins
størsti
flokkur.
Hann skipaði tá samgongu
saman við Sambandsflokkin
um og Sjálvstýrisflokkinum,
og varð hendan samgongan
kend fyri eitt nú at sam-
tykkja lógina um fólka pen-
sjón ina.
Sigurin í 58 og
skrædlið í 94
Hevur 1958 nógv at siga fyri
javnaðarfólk, so hevur 1994
so sanniliga eisini stóran
týdn ing í javnaðarsøguni.
Tað var katastrofuvalið hjá
Javnaðarflokkinum,
sum
førdi til at flokkur fór úr 27,5
prosentum niður í 15,3 pro-
sent – ringasta úrslit síðani
1932.
Hetta
var
í
ringastu
kreppu tíð.
Flokkurin
var
komin í stríð við fleiri
týðandi
persónar
í
fak-
felags rørslu ni, sum talaðu
hart at Javnaðarflokkinum
og serliga Atla Dam, lø-
gmanni. Tað endaði við at
fakfelagsfólk stovn aðu sín
egna flokk, Verka manna-
fylkingina, sum varð vald
á ting við trimum um boð-
um, har tvey teirra vóru
fakfelagsleiðararnir
Óli
Jacobsen og Ingeborg Vinth-
er, sum bæði høvdu verið
virkin javnaðarfólk – Óli
Jacob sen sum vara ting mað-
ur fyri Javnaðarflokkin eitt
skifti.
Marita Petersen, sum tók
við sum løgmaður í 1993, tá
Atli Dam legði frá sær, og
sum floksforkvinna sama ár,
leiddi flokkin í valstríðnum í
1994. Hon fekk eitt gott per-
són ligt val, men flokkurin
leið ein knúsandi ósigur eins
og Atli Dam, sum ikki varð
aftur valdur.
Misti støðuna sum
leiðandi flokkur
Støðuna sum Føroya størs ti
flokkur hevði Javn að ar flokk-
urin frá 1958-1978, tá Sam-
bandsflokkurin
við
Paula
Ellefsen fekk eitt sera gott val.
Í 1980 var Sam bands-
flokkurin
eisini
størst ur,
men í 1984 vann Javn að-
ar flokkurin aftur støðuna
sum størsti flokkur. Í 1988
var tað Fólkaflokkurin, sum
var størstur, og í 1990 vann
Javnaðarflokkurin sín higar-
til seinasta stórsigur.
Í
tíðini
hjá
Jóannes
Eides gaard sum formanni
hevði flokkurin ikki so góð-
an vind í seglunum. Men
í 1998 eydnaðist Jóan nesi
Eidesgaard og Javn að arf-
lokkinum at vinna nógv av
tí mista innaftur. Verk man-
na fylkingin var tá farin í
upploysn
av
innan hýsis
klandri – og Javn að ar flokk-
urin kom aftur upp á sjey
ting fólk.
Men
hann
røkk
ikki
long ur á seinni valum – og
higar til hevur hann toppað
í 1998 við 21,9 prosentum av
veljara fjøldini, og er tað væl
minni enn støðið, flokkurin
annars hevði verið á frá 1958
til 1994.
Løgtingsvalið okt 2011 10/29/2011
57.6
42.4
19
14
Gallup desember 2011 11/30/2011
52.6
47.4
17
16
Gallup februar 2012 02/21/2012
51.6
48.4
17
16
Gallup juli 2012 07/03/2012
48.0
52.0
15
18
Gallup november 2012 11/09/2012
51.6
48.4
17
16
Gallup februar 2013 02/25/2013
50.5
49.5
16
17
Gallup september 2013 09/16/2013
44.6
55.4
15
18
Gallup mai 2014 05/02/2014
41.2
58.7
14
19
Lóður mai 2014 05/11/2014
42.5
57.5
14
19
Fynd november 2014 11/06/2014
47.3
52.6
16
17
Gallup desember 2014 12/05/2014
41.7
58.3
14
19
Gallup Sambandsfl . feb./15
42.8
56.2
15
18
Fynd mars 2015 03/05/2015
42.8
57.2
14
19
Munur valið/í dag
-14.8
13.8
Kanning
Kunngjørd
SAMGONGA
ANDSTØÐA
SESSIR SAMG.
SESSIR ANDS.
SJEY KANNINGAR BOÐA
GREINING
Javnaðarflokkurin kann eftir 25 ár aftur vina sær støðuna sum størsti flokkur í Føroyum. Boðskapurin um at
útloka Fólkaflokkin er greiður. Men ógreitt er, um flokkurin vil samstarv við Tjóðveldi ella Sambandsflokkin
Samgongan fekk eisini ein frammaná frá Gallup
Veljarakanning Afturgongdin hjá Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum er støðug
í seinastu veljarakanningunum. Samgongan stendur fyri skrædli