Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-03, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. juli 2004síða 19

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 125 - 3. juli 2004 Nr. 125 - 3. juli 2004 37 Søkt verður eftir avloysara fyri tollara á Norðoya Øki at seta skjótast gjørligt og fram til 31.12.2004. Talan er um fulla starvstíð. Arbeiðsuppgávur Talan er um tollarastarv, har arbeitt verður eftir vaktarplani. Tann, sum settur verður, kemur at arbeiða sum tollari og annars fjølbroytt skrivstovuarbeiði. Førleikakrøv Tað er ein fyrimunur at hava skrivstovuútbúgving e.l., navigatørútbúgving e.l., hava kunnleika til EDV og enskt mál, annars at vera arbeiðssamur, fyrikomandi og duga væl at leggja arbeiðið til rættis. Stórur dentur verður lagdur á, at viðkomandi arbeiðir sjálvstøðugt, og skal vera førur fyri at mynda avgerðir í dagliga arbeiðnum. Vit bjóða - eitt spennandi starv við avbjóðingum,fakliga eins væl og persónliga - flextíð - sjálvstøðugt starv í góðum arbeiðsumhvørvi Setunarviðurskifti Løn og setanarviðurskifti verða ásett eftir sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Tænastumannafelagið. Spurningar Nærri frágreiðing um starvið fæst við at venda sær til Karl Vilhelm Thomsen, økisstjóra, á tlf. 456877. Umsóknir Umsókn við upplýsingum um útbúgving, arbeiðsroyndir og møgulig viðmæli skulu vera Toll- og Skattstovu Før- oya, Norðoya Øki, í hendi í seinasta lagi 19. juli 2004. Toll- og Skattstova Føroya Norðoya Øki Boks 16 700 Klaksvík Toll- og Skattstova Føroya Avloysari fyri tollara Toll- og Skattstova Føroya er stovnur undir Fíggjarmálaráðnum. Uppgávur stovnsins eru m.a. at fyrisita • skattalógina • tolllógina • mvg-lógina • kolvetnisskatta- lógina • avgjaldslógirnar, eins og alla skuld- arinnkrevjing hjá landinum. Stovnurin hevur 150 starvsfólk og er skip- aður soleiðis, at planlegging og menning fer fram í Stýrinum á Argjum. Tær seks økisskriv- stovurnar, ið eru á Tvøroyri, í Skopun, Sørvági,Tórshavn, Saltangará og Klaks- vík røkja raksturin. Á Norðoya Øki, har viðkomandi kemur at starvast, eru 12 starvsfólk. E-mail: nordoy@tollskatt.fo Nýggjar TANNPROTESUR Broytingar og umvælingar av gomlum protesum Børkuvegur 620 Runavík Tlf. 448480 Opið er: mánadag-hósdag frá kl. 9-16 fríggjadag frá kl. 9-12 Kliniskur tannteknikari Bergur á Reynatrøð C M Y K 37 36 - TÍÐINDI TIL SJÓFÓ á