mánadagur 16. mars 2015síða 50
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 12 • 16. MARS 2015
10
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Út í heim við flog.fo
Vilmund Jacobsen
F
erðaskrivstovan flog.fo, sum í
dag lýsir við nøkrum av teimum
møgu leikum, ið skrivstovan bjóð-
ar, er ein fyritøka - gjørd av før oy ing-
um til føroyingar - sum tey sjálvi velja
at siga tað.
- Vit vita, at tað kann verða trupult
at finna bíligar flogferðir, serliga um
ferða málið ikki er Danmark ella annað
Norðan land.
Orsøkin til, at flestu internet-
ferða skriv stovur hava so høgar prísir,
er, at tað er dýrt at útskriva gjøg num-
gang andi ferðaseðlar, um ferðin byrjar
ella endar í Føroyum.
- Men, henda trupulleika hava vit á
flog.fo loyst við altíð at býta tína ferð
upp í tveir ferðaseðlar.
Ein rúgva at spara
Bergur Thomsen, sølu-og mark na-
ðar leiðari hjá flog.fo sigur, at tá við-
skifta fólk trýsta á "leita" á flog.fo, fer
skipanin í gongd við at finna bíligar
ferðaseðlar mllum Føroyar og Dan-
mark, samstundis sum leitað verður
eftir bíligum ferðaseðlum úr Danmark
og víðari.
- Vit kunnu gera hesa sundurbýting
fyri teg, og tað merkir, at tú sum við-
skifta fólk einans skal gera eina leiting
til alla ferðina. Tú fært ein samlaðan
prís og eitt gjald, umframt eina ferða-
ætlan, sjálvt um vit hava gjørt tveir
ymisk ar ferðaseðlar til tín.
Men, hvør er so munurin við at
brúka tveir ferðaseðlar heldur enn
ein?
Bergur Thomsen sigur, at fyri-
munurin í fyrsta lagi er prísurin.
- Í nógvum førum ber til at spara
fleiri túsund krónur, um saman borið
verður við tað, vit rópa gjøgnum-
gangandi ferðaseðlar.
Hvørjir eru so vansarnir við at
brúka tveir ferðaseðlar?
- Vansin er, at seinkingar og/ella
av lýsingar á einum av ferðaseðlunum,
geva tær ikki rætt til endurgjald - ella
ókeyp is umbóking á hinum ferða-
seðlinum. Umframt hetta er eisini
neyðugt í fleiri førum at innskriva teg
- checka inn av nýggjum - í Kastrup.
Bergur Thomsen sigur, at alt hetta
tekur flog.fo hædd fyri.
- Vit tryggja okkum altíð, at tú sum
ferð andi í minsta lagi hevur tveir tímar
í Keyp mannahavn til at skifta flogfar.
Aftur fyri hetta fært tú eina bíliga
ferð - eisini, um neyðugt verður at
gjal da fyri umbóking vegna seinking
ella avlýsing.
Føroyskt fyri føroyingar
Sølu-og marknaðarleiðarin vísir á, at
um flog.fo hava viðskiftafólk møgu-
leikan at bóka eina rúgva av flog-
feløg um, hotellum og leigubilum.
- Vit halda, at tíðin er búgvin til
at keypa on-line. Fólk koma heim um
kvøldarnar og seta seg við eini far-
tele fon, iPad ella teldu. Um okkara
leiti maskinu kunnu tey sanniliga fáa
nakrar góðar prísir, og fólk eru altíð
væl kom in at spyrja seg fyri, um tey
ivast í, hvussu leitimaskinan best
verð ur brúkt.
Bergur Thomsen leggur dent á, at
flog.fo er bara føroyskt, og felagið
veitir soleiðis ”support” í fall, at iva-
mál eru. Hinvegin eru tað nógvar út-
lendskar síður, sum veita slíkar tæn-
ast ur til fjarskotin lond.
- Soleiðis er ikki hjá okkum, sigur
sølu-og marknaðarleiðarin.
Hann vísir á, at viðskiftafólk hjá
flog.fo eisini hava aðrar fyrimunir, og
eitt nú hevur felagið avtalu við Hotel
Tórs havn um gisting fyri hálvan prís,
tá ferðin er bíløgd um flog.fo.
- Her eru tó nakrar treytir við, nær
hotellið verður bílagt, leggur Bergur
aftrat.
Út í heim
Í Vikublaðnum í dag eru, sum áður
nevnt, tvær lýsingarsíður hjá flog.fo,
sum okkara lesarar kunnu fáa væl
burt ur úr at hyggja eftir.
- Tað er skjótt, lætt og bíligt at
bíleggja hjá okkum, og eru nøkur
iva mál, hava vit eisini eina føroyska
kunda tænastu á tlf. 318318.
Á lýsingarsíðunum bjóðar flog.
fo eisini nakrar sólferðir í samstarvi
við Spies, og her er eitt nú ein ferð
til Turkalands og ein til Bulgaria - fyri
sámu ligar prísir - við ”all inklusive”,
sum tað verður rópt á ferðamáli.
Flog.fo hevur eisini facebook-síðu-
na flog.fo, og her fæst eisini kunn ing
um teir møguleikar, eins og hyggjast
kann inn á heimasíðuna flog.fo.
- Vit halda, at tíðin er búgvin til at keypa on-line. Fólk koma heim um kvøldarnar og seta seg við
eini fartelefon, iPad ella teldu. Um okkara leitimaskinu kunnu tey spara nakrar túsund krónur
við bílegging, og fólk eru altíð vælkomin at spyrja seg fyri, um tey ivast í, hvussu leitimaskinan
best verður brúkt, sigur sølu-og marknaðarleiðarin á flog.fo, Bergur Thomsen
Flog.fo bjóðar eisini sólferðir,
eitt til Turkalands og Bulgaria,
sí lýsing í Vikublaðnum
Bergur Thomsen er sølu-og marknaðarleiðari hjá flog.fo