Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-16, síða 52
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. mars 2015síða 52

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 12 • 16. MARS 2015 12 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Runavík Vilmund Jacobsen S einasta týsdag var borgara­ fundur í Løkshøll í Runavík, har býráðið legði fram sína lang­ tíðarætlan fyri árini 2015-2025. Í hesi greinini skulu vit ikki neyvt endurtaka úr upplegginum hjá býráð­ num, tí nøkur ting, sum komu fram á borgarafundinum hetta kvøldið, eru longu kend og partvís umrødd. – Vit, sum sita í býráðnum í dag, sita í fyrstu syfti í tvey ár aftrat, men vit vilja gjarna siga fólki, sum búgva her – og sum ætla sær at búgva her - hvat tey kunnu vænta sær tey næstu tíggju árini. Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, vísir á, at sein­ astu tíggju árini hevur kommunan gjørt íløgur fyri umleið 380 miljónir krónur, og sambært langtíðarætlanini verða íløgur fyri umleið 400 miljónir krónur gjørdar tey næstu tíggju árini. – Farnu árini hava vit gjørt stórar íløgur í eitt nú undirvísingar-og barna­ ansingarøkið, og her veit væl við. Tey næstu árini fara vit meira at leggja okkum eftir tekniska økinum, havna­ lagum og vinnuliga partinum, eins og vit fara at leggja okkum eftir at byggja svimjihøllina, sum tosað hevur verið um í kommununi í mong, mong ár. Borgarstjórin ásannar, at tørvur er á íløgum á tekniska økinum, tá ræður um eitt nú havnalag, vatn-og kloakkir, útstykkingar og vegir kring um í bygdunum. – Á mentanarliga økinum hava vit fingið Løkshøll og Bylgjuna, sum geva okkum góðar karmar um ymisk tiltøk og ítrótt, men enn vantar okkum svimjihøllina. Magnus Rasmussen vísir á, at málið hjá sitandi býráði er seta pen­ing av til fyrireiking av svimjihøll í fíggjar­ árunum 2016 og 2017, og roknað verður við, at slík bygging tekur eitt til tvey ár at fyrireika. – Málið hjá okkum er, at ein svimji­ høll skal standa uppi í Runavík um fimm ár. Svimjing og fólkaheilsa Leingi ætlaða svimjihøllin er veruliga við í raðfestingini hjá teimum, sum nú mynda Runavíkar býráð. – Talan verður ikki um eina svimji­ høll við 50 metra longum hyli, men um eina høll fyri alla familjuna, sum borgarstjórin tekur til. Hann leggur aftrat, at hetta verður ein svimjihøll, sum eisini kann brúkast til fremjan av heilsu og sjúku­fyri­ byrging. – Sjálvandi skulu umstøður verða til kappingar, men vit hugsa ikki minst um fólkaheilsuna. Spurdur, hvar ein svimjihøll í komm­ununi hóskandi verður bygd, sigur Magnus Rasmussen, at býráðið hevur havt staðsetingina í huga, og nær­liggjandi er, at svimjihøllin onkus­ vegna verður bygd upp í Bylgjuna í Runavík. 220 metrar av atløgu Neyðugt verður eisini at gera íløgur við havnalagið, og her er ætlanin at binda saman Beta-bryggjuna og Kongshavn. Talan er um 220 metrar av atløgubryggju við 12 metra dýpi. – Tá hetta arbeiðið er fingið frá hondini, hava vit 320 samanhangandi metrar av atløgu við 12 metra dýpi. Hetta fer eisini at geva okkum nýtt uppland. Ætlanin er at byrja hetta arbeiði næsta ár, soleiðis at saman­ bindingin millum Beta-bryggjuna og Kongshavn kann verða liðug í 2017. Útlitini hjá Runavíkar havn eru ser­ liga spennandi, og eftir at bori­pallurin West Hercules varð umvældur inni á fjørðinum í fjør heyst, eru vónir um, at hetta ikki verður seinasti pallurin, sum soleiðis kemur higar til lands. – Vit eru eisini sera fegin um, at Faroe Ship nú fer undir aftur reglu­ ligan farmaflutning til og úr Runavík. Borgarstjórin ivast onga løtu í, at tørvur er á hesi stóru havnaútbygging. Í aðrar mátar stendur ikki ov væl til við grundøkjum í kommununi, tó at økir enn eru tøk í flestu bygdum. Men, sum er, ganga hesi skjótt undan. – Neyðugt verður at ogna okk­ um meira lendi til útstykkingar, bæði á eystara-og vestara armi á Skálafjørðinum og kanska í øðr­um bygdum við, sigur Magnus Ras­mus­ sen. Heilsudepil í Runavík Á eldraøkinum er Skála­fjarðar­sam­ starvið, sum Runavíkar kommuna, Nes kommuna og Sjóvar kommuna mynda, rættiliga væl fyri. Samstarvið hevur keypt og ræður nú yvir Røktar-og Ellisheiminum í Runa­vík, har pláss er fyri 70 búfólkum, og haraftrat eigur samstarvið eldra­ sambýlini í økinum. Eitt annað mál, sum einki hevur við eldraøkið at gera, men sum somu kommunur eisini samstarva um, er Heilsudepilin í Runavík, sum nú fer at gerast veruleiki. – Kommunurnar eru samdar um, at Heilsumiðstøðin í Runavík skal gerast ein Heilsudepil, og fyrsta stigið í hes­um sambandi er at fáa tríggjar læknar í fast starv á deplinum. Síðsta summar gjørdu vit avtalu við Heilsu­mála­ráðið um hetta, og okkara hugskot er at skipa eitt læknafakligt umhvørvi, har høvi eisini er til fakliga sparring. Haraftrat hugsa vit um aðrar heilsutænastur í deplinum, sum liggur beint við Apotekið í Runavík. Borgarstjórin vísir á, at onkrar umbyggingar skulu gerast á Heilsu­ mið­støðini, so bygningurin veruliga kan gerast ein heilsudepil. – Klárt er at søkja eftir triðja lækn­ anum til depilin, leggur hann aftrat. Vatn og vetrarfriðing Norðurbygdirnar í Runavíkar komm­ unu, Oyndarfjørður, Elduvík, Funn­ ingsfjørður og Funningur, eru ikki vetrar­friðaðar, men tað eru allar hinar bygdirnar í kommununi. – Vit arbeiða við møguleikanum fyri vetrarfriðing í hesum bygdum eisini. Hetta fer at kosta nakrar miljónir, men um áhugi verður fyri tí, fara vit – har fólkið ynskir tað - at seta hol á hetta arbeiði tey næstu árini. Borgarstjórin ásannar, at við vatn­ inum er ikki komið á mál í øllum bygdum, og hetta er eisini nakað, sum býráðið gjarna vil hava upp á pláss. Sama er við kloakkviðurskiftunum, sum tó eru fingin upp á pláss í nøkrum bygdum. – Ein fullfíggja spillivatnsætlan er løgd, sum vit ganga eftir, og nú stendur Skála fyri tørni. Vit fara at leggja doyin á, at hetta arbeiði verður gjørt á Skála í ár. Málið hjá okkum er at framtíðartryggja bæði vatn og kloakkviðurskiftini í allari kommununi tey næstu árini, sigur borgarstjórin í Runavíkar kommunu. Spennandi tíðir í allari Runavíkar kommunu Hóast Runavíkar kommuna er víðfevnd, er hetta ein spennandi, virkin og framskyggin kommuna, sum nú hevur sett út í kortið, hvussu økið skal síggja út tey næstu tíggju árini. Nú Vikublaðið aftur hevur vitjað í kommununi, hava vit skift orð við borgarstjóran, Magnus Rasmussen -–Vit vilja gjarna siga fólki, sum búgva her - og sum ætla sær at búgva her - hvat tey kunnu vænta sær tey næstu tíggju árini, sigur Magnus Rasmussen, borgarstjóri Mynd: Vilmund Jacobsen HEILSU­MIЭ STØÐIN Í RUNAVÍK SKAL GERAST EIN HEILSUDEPIL VIÐ TRIMUM LÆKNUM OG YMISKUM HEILSU­ TÆNASTUM