mánadagur 16. mars 2015síða 54
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 12 • 16. mars 2015
14
Ókeypis lýsingarblað
TEMA
Runavík
Stórt úrval av undirklæðum
Haldur Vang still going strong
– Eg arbeiði mest sjálvur, men tá ordrabókin fyllist,
biði eg aðrar koma at hjálpa mær. Tað riggar óføra
væl at samstarva við aðrar, sigur Haldur Vang
Vilmund Jacobsen
S
einnapartin mikudagin hitti
Vikublaðið Haldur Vang, sum
býr á Toftum og sum í mong
ár arbeiddi sum timburmeistari og
hevði fleiri mans aftrat sær, tá mest
var at gera. Tað eru eisini nógvir
timburmenn, sum fingu sína læru
hjá dugnaliga meistaranum.
Hóast Haldur Vang er farin um
pensjónsaldur, er hann frískur og
raskur. Hann er við gott mót og hevur
nógv at gera.
– Jú, eg havi tað gott og havi onga
orsøk til at gevast.
Haldur Vang hevur lagt seg eftir
at selja ídnaðarhurðar, garaguhurðar
og garaguportur fyri Novoferm. Við
í konseptinum eru eisini útistovur.
Dygdin er í hásæti, og prísirnir eru
rættiliga kappingarførir.
– Tað hevur gingið væl at selja, og
tað er stuttligt at fáast við nakað, tú
veitst er gott, og sum viðskiftafólk
vilja hava.
Gott samstarv
Haldur Vang hevur í seinastuni havt
ábyrgdina av at seta Beta-bygingin á
havnalagnum í Saltangará tipp-topp
í stand, sum hann tekur til.
– Tað er Faroe Ship, sum nú aftur
fer at sigla til og úr Runavík, sum
skal brúka bygningin til sítt virksemi.
Haldur sigur, at hann fyri tað
mesta arbeiðir einsamallur, men tá
»ordrabókin« fyllist, biðir hann aðrar
koma at hjálpa sær við júst tí, sum er
ov nógv fyri hann at gera einsmallur.
– Tá arbeiðið so er fingið frá
hondini, eri eg leysur av monnunum
aftur. Eg haldi, at slíkt samstarv
riggar avbera væl, og tað er eitt gott
høvi at kunna samstarva við aðrar, tá
ástendur, leggur hann aftrat.
Eisini fyri Trygd
Haldur Vang sigur, at hann eisini
fæst við at sýna skaðar fyri P/F
Trygd, eins og hann plagar at taka
sær av umvælingararbeiðnum, tá
ymiskt skal gerast.
– Eg arbeiði ikki bara í Eysturoynni,
men eisini aðrastaðni kring landið,
sigur dugnaligi timburmeistarin á
Toftum.
Tey, sum kundu hugsað sær at
hitt Haldur Vang um hansara útboð
og tænastur, kunnu ringja á tlf.
217710 – ella senda teldupost á
haldur@olivant.fo. Heimasíðan er
www.hvimport.fo.
vilmund@sosialurin.fo
Haldur Vang umboðar Novoferm, og her hevur
sølan gingið væl. – Hetta eru dygdarvørur fyri
sámuligar prísir, sigur timburmeistarin
Eigur tú børn ella ungdóm er klædnahandilin Hjá Sannu í Saltangará avgjørt eina vitjan verdur.
Men, handilin hevur eisini eitt stórt úrval av undirklæðum og náttklæðum til kvinnur
Vilmund Jacobsen
H
já Sannu í Saltangará er ein
forvitnisligur og spennandi
klædnahandil til børn og ung –
bæði gentur og dreingir – úr 0 árum
og upp í eini 16 ár.
Umframt at selja klæðir til børn og
ung, hevur handilin eisini veitsluklæði
til gentur og konfirmatiónsklæði til
dreingir.
Men, handilin, sum liggur væl við
vegin og við sera góðum parkerings
møguleikum, hevur so nógv annað í
sínum útboði eisini.
Undirklæði til kvinnur
– Vit hava nógv ymisk merki av undir
klæðum til kvinnur, og her eru bæði
brósthaldarar, trussur og náttklæði - í
ymiskum merkjum og støddum.
Oddvá Davidsen vísir á, at merkini,
sum Sanna hevur í undirklæðum til
kvinnur, eru eitt nú Vanity Fair við
undirheitinum »bestform«, Trofé,
Femilet, un: usual, Sloggi og Triumph.
– Støddirnar í flestu av nevndu
merkjum eru úr A upp til H.
Hon sigur, at náttklæðini til kvinn
ur fáast bæði í silki og bummull, og
her hava tey eisini eitt fitt úrval at
velja ímillum.
Parfuma og make-up
Handilin Hjá Sannu í Saltangará hevur
eisini nógv ymisk sløg av parfuma og
make-up til kvinnur og millum merk
ini, ið fáast bæði sum dag-og náttar
krem og sum body-loution, er eitt nú
umtóktað merkið Hava.
Hjá Sannu hevur eisini eitt av
markað útboð av parfuma til menn.
Oddvá Davidsen sigur, at merkið
Opi, sum handilin eisini hevur, er væl
umtókt millum gentur og kvinnur.
Konfirmatiónsklæði
Nú konfirmatiónirnar aftur stunda
til, er vert at nevna, at forvitnisligi
handilin Hjá Sannu í Saltangará eisini
selur konfirmatiónsklæði til dreingir,
bæði jakkar, vest, skjúrtu og buksur.
– Vit hava ikki konfirmatiónskjólar
til gentur, men vit hava vøkur veitslu
klæði, sigur Oddvá Davidsen, sum vit
hittu í Saltangará mikudagin.
Handilin hjá Sannu
í Saltangará, sum er
kendur fyri at selja
klæðir til børn og ung,
selur eisini fleiri ymisk
merki av undirklæðum og
náttklæðum til kvinnur.
Mynd: Vilmund Jacobsen
- Vit hava eitt spennandi útboð av parfuma, make-up og neglalakki,
og vit hava eisini parfuma til menn, sigur Oddvá Davidsen.
Mynd: Vilmund Jacobsen