mánadagur 16. mars 2015síða 56
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 12 • 16. mars 2015
16
Ókeypis lýsingarblað
TEMA
Runavík
Forvitnislig veitslu-
stova á Glyvrum
Café Cibo og Storm Boutique undir somu lon
Café Cibo í Saltangará hevur fingið kokk. Maðurin er Kristian Eli Holmsund. Kokkurin ger ymiskar
spennandi og forvitnisligar rættir, sum viðskiftafólk rættiliga hava lagt til merkis. Í ovaru hæddini
í sama bygningi er forvitnisligi handilin – Storm Boutique – við føroyskum designarum
Vilmund Jacobsen
Ø
ll marknaðarføring tekur tíð,
og soleiðis er eisini innan
matstovu-og handilsvinnuna.
Café Cibo í Saltangará, sum hevur
lutfalsliga stutta tíð á baki, hevur
verið eitt gott høvi hjá fólki og fam
iljum at vitja.
Síðan Jóhannus M. Olsen, sum
eigur fyritøkuna, læt dyrnar upp,
eru tey mong, sum hava verið inni
á gólvinum og fingið sær ein kaffi
munn ella ein góðan bita.
Nýggjur kokkur
Seinastu tíðina hevur Café Cibo
rættiliga fingið vind í seglini, og nú
er javnan, at fólk sita við flestu borð
á kafé’ini.
Soleiðis var eisini týsdagin og
mikudagin, tá Vikublaðið vitjaði inni
á gólvinum.
Uppsetingin av borðum og stólum
í hølunum er broytt, og atmosferan
er sera hugnalig.
Café Cibo hevur eisini fingið kokk.
Maðurin er Kristian Eli Holmsund,
sum er ættaður úr Suðuroy, men býr
í Runavíkar-økinum.
Kokkurin ger ymiskar spennandi
og forvitnisligar rættir, sum við
skiftafólk rættiliga hava lagt til
merkis.
Longa á borðiski
Ein av nýggju rættunum er longa, og
tað var henda rætt, ið vit, sum vitj
aðu kafé’ina í síðstu viku, fingu.
Sera vælsmakkandi, má sigast.
Umframt at hava ymiskt áhuga
vert á matarskránni, hevur Café Cibo
eisini barnamenu’ir, og millum hesar
eru eitt nú fiskafrikdellur, kjøtfrika
dellur við grønmeti.
Á matarskránni hjá Café Cibo
eru eisini heimagjørdir burgarar, har
kokkurin sjálvur setir saman farsið til
kjøtið í burgarunum. Hesir burgarar
fáast bæði við høsnakjøti og oksa
kjøti.
Í Café Cibo eru eisini snotuligir
diskar, har vørur hjá Sjógæta kunnu
keypast, og her er eitt fitt útboð av
ymiskum fiskamati, eins og fiskafars
fæst til keyps, tá latið verður upp
mánadagar og fríggjadagar.
Café Cibo hevur opið allar dagar í
vikuni frá klokkan 11.30 til 21.
Eisini handil
Í sama bygningi, sum Café Cibo hús
ast, er eisini forvitnisligi handilin
Storm Boutique – handilin við før
oyskum designarum – sum Jóhannus
M. Olsen eisini eigur.
Alt, sum handilin selur, er skapt
av designarum, sum flestu í Føroyum
áður hava hoyrt um.
Talan er bæði um klædnavørur,
glasvørur, smúkkur og ymiskir aðrir
gávulutir.
Handilin – Storm Boutiq – er
avgjørt eina vitjan verdur, og opið
er vanligar dagar frá klokkan 12 til
17.30 og leygardag frá klokkan 10
til 14.
vilmund@sosialurin.fo
Nú konfirmatiónir stunda til, og nógv brúdleyp liggja fyri framman, hevur blómuhandilin
Orkis á Glyvrum skipað eina hugnaliga veitslustovu í kjallarahæddini
Vilmund Jacobsen
O
rkis á Glyvrum, sum á so
ymiskan hátt er ein øðrvísi
blómuhandil við stórum og fjøl
broyttum útboði, veitir eisini ymiskar
tænastur til síni viðskiftafólk.
Ein av hesum tænastum er, at
blómuhandilin leigar út stakar, vasar,
ymiskar fløskur, kúlur (bollar) og ymisk
gløs sum borðprýði til konfirmatiónir,
brúdleyp, veitslur og onnur serstøk
høvi, har pyntast skal.
Aftrat hesum hevur handilin eisini
glasplátur, sum kunnu leggjast á borð
ella annað til eitt nú buffét’ir.
– Tað er nógv bíligari at leiga hesar
lutir og pynt heldur enn at keypa, og í
flestu førum er eingin orsøk hjá fólki,
sum skulu hava veitslur, at eiga alt
hetta.
Tað sigur Turið Johannesen, sum
saman við mammu síni, Mildrið
Eivindsdóttir, eigur og rekur Orkis á
Glyvrum.
Sjálv er Turið útbúgvin blomstur
dekoratør. Hon lærdi hjá Árstíðunum
í Havn, har hon varð liðug at læra á
sumri í 2013.
Veitslustova
Tað er altíð forkunnugt at vitja í Orkis,
og tað er ikki minni forvitnisligt, nú
tey hava sett upp eina snotuliga og
vakra brúðarstovu/ konfirmatións
stovu í hugnaligu niðaru hæddini
í bygninginum, har øll, sum vitja
handilin, eru vælkomin at hyggja innar
og fáa íblástur.
– Hetta er ein stova, har vit vísa
fram ymiskt av tí, sum vit kunnu leiga
út til ymisk veitsluhøvi. Vit kunnu rópa
hetta eina brúðarstovu, konfirma
tiónsstovu – ella bara eina veitslu
stovu.
Turið sigur, at við at vitja stovuna
og skifta orð við starvsfólk í Orkis,
kunnu mong góð hugskot spyrjast
burtur úr til veitsluna, sum stundar til.
– Tað eru nógv, sum hava hug at
gera nakað meira burtur úr pyntinum,
men sum ikki rættiliga duga at ímynda
sær, hvørjir møguleikar eru. Vit eru
altíð til reiðar við hugskotum og veg
leiðing, og tí hava vit hesa stovuna,
sum verður opin til einaferð út á
summarið.
Turið leggur aftrat, at umframt
nevndu ting og lutir, sum Orkis leigar
út til viðskiftafólk, hava tey eisini
kertuljós og serviettar, og blómu
handilin er til reiðar at vegleiða og
ráðgeva bæði um størri og smærri
tiltøk, eins og tey eisini eru til reiðar
at fara út at pynta veitsluhølini fyri
viðskiftafólk.
– Vit hava eisini ljósakrónur, ið
kunnu pyntast við greinum, og tað er
bara hugflogið, ið setir mørkini. Hetta
er tað, sum vit duga, og sum vit eru
von við at gera. Vit hava pyntað stóru
Løkshøll, og vit hava pyntað smærri
veitsluhøli. Alt hetta er okkara borð,
og viðskiftafólk skulu ikki halda seg
aftur við at spyrja og vitja inn á gólvið.
Brúðarlín og Miðberg
Turið Johannesen sigur, at við á fram
sýningini í Orkis er eisini Brúðarlín,
sum hevur eina framsýning við
konfirmatiónskjólum,
dópskjólum,
klæðum til brúðargentur, skógvum
og undirklæðum, sum tey selja.
– Haraftrat hevur Miðberg Bakarí
eina brúðarkøku, sum eisini kann
bíleggjast til ymisk høvi. Eg haldi, at
tað er áhugavert við slíkum samstarvi
og »flættingum«, soleiðis at kon
septið í síni heild verður betri og enn
meira forvitnisligt. Slíkt skapar eisini
ein ávísan stemning, tá tú sært fram
sýningina, sigur Turið Johannesen í
Orkis á Glyvrum.
vilmund@sosialurin.fo
– Tað skapar ein serligan
stemning, tá fleiri eru við. Í Orkis
er eisini Brúðarlín, og her er
køka, sum Miðberg Bakarí kann
levera, sigur Turið Johannesen.
Mynd: Vilmund Jacobsen