mánadagur 16. mars 2015síða 58
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 12 • 16. MARS 2015
18
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Runavík
Vilmund Jacobsen
Í
løtuni selja vit allar køkar fyri 30% í
avsláttri. Vit hava ein málingapakka,
sum vit selja við 30% í avsláttri, og
vit hava dygdargott kork plankagólv,
sum vit eisini selja við 30% í avsláttri.
Tað sigur Birgir av Vollanum, sum
eigur og rekur Vollabúðina í Sal
tangará.
Vollabúðin selur snøggu køkarnar
av merkinum Multi-Living, og tað er
ein donsk verksmiðja uttan fyri År
huus, sum framleiðir køkarnar.
– Tú kanst fáa ein køk, sum er
slættur, og tú kanst fáa ein køk við
træstrukturi. Viðskiftafólk kunnu velja
struktur og lit – júst, sum tað passar
teimum. Við einum eykakostnaði
verður køkurin lamineraður eftir egn
um ynski, um viðskiftafólk ynskja tað.
Teknar í 3D
Birgir av Vollanum sigur, at dygdin á
Multi-Living køkunum er í hásæti og
tað, sum danir rópa “bevegelige dele”,
hevur 15 ára garanti - og borðplátan,
sum er frá øðrum veitara, hevur fimm
ára garanti.
– Vit hava selt nógv fleiri køkar,
enn eg hevði droymt um. Køkar eru
seldir um at kalla alt landið. Eg tekni
køkarnar upp í 3D, soleiðis at myndin
sær út sum eitt foto - og ikki sum
ein tekning. Við tað, at eg sjálvur
geri hetta arbeiði, er ikki neyðugt at
smyrja upp á prísin. Hetta er við til at
gera, at eg kann selja hesar køkar fyri
kappingarførar prísir.
Birgir av Vollanum vísir á, at tað
eru fleiri og fleiri, sum velja at fáa
køkin samansettan á verksmiðjuni.
Hetta kostar nakað eyka, men flestu
hava ringa tíð, og eg gevi fegin
uppsetingina við í tilboðnum til
viðskiftafólk.
- Tá køkurin kemur heim, er hann
klárur at seta upp, og hetta arbeiði
dugir næstan hvør Hanus og Janus at
gera. Tá køkurin kemur samansettur,
er borðplátan eisini við, eins og vask
og alt er í.
Handilseigarin vísir á, at tað eru
nógv, ið keypa køkar, sum eisini velja
eina heildarloysn, har tey bæði keypa
hvítvørur, gólv, tapet og máling í
Vollabúðini.
Gólvmøguleikar og máling
Vollabúðin hevur nógv ymisk gólv á
goymslu, og handilin kann útvega
viðskiftafólki so at siga øll tey gólv,
sum tey kunnu hugsa sær.
– Í løtuni hava vit eitt gott til
boð upp á kork plankagólv, ið er eitt
gólv, sum mær dámar væl at mæla
fólki til at keypa. Gólvið er av slag
num Wicanders. Niðast er kork, og
kork liggur eisini undir einum gummi
membrani, sum liggur undir sjálvum
slitlagnum. Í mun til dygdina er hetta
eitt lutfalsliga bíligt, fjálgt og rætti
liga slitsterkt gólv, sum vanliga kostar
399 krónur fermeturin, men sum vit
nú selja upp á tilboð fyri ein avsláttur
á 30%.
Hann sigur, at hetta gólvið er bleyt
ari at ganga á enn eitt parketgólv, og
tað er líka slitsterkt og praktist sum
eitt lametgólv. Verksmiðjan gevur 25
árs garanti upp á slitlagið.
Vollabúðin selur eisini onnur -
bæði bíligari og dýrari - gólv.
– Sjálvandi er einki galið við
parkett-og lamet, ei heldur við planka
gólvi, men eg haldi, at við at keypa
kork plankagólv fáa viðskiftafólk
rættiliga nógv fyri pengarnar - ikki
minst, nú vit hava hesi gólv upp á til
boð.
Vikublaðið kann leggja aftrat, at
Vollabúðin eisini selur vinyl og teppir,
eins og handilin kann útvega tað
mesta av tí, sum viðskiftafólk ynskja
sær.
Birgir av Vollanum sigur, at í
málingapakkanum, sum tey nú hava
upp á tilboð fyri 679 krónur, er 25
fermetrar av glasvevi, fimm litur av
veggjamáling, glansur 10-20 og fimm
litur av vevlími.
Hópin av súkklum
Vollabúðin hevur eisini eitt stórt
og breitt úrval av súkklum - til alla
familjuna, og Birgir tekur sær eisini av
umvælingum.
– Nú várið er komið, verður hug
urin eisini størri at fara út um. Fólk
eru vælkomin at síggja okkara úrval av
súkklum, sum avgjørt eru kappingar
førar í prísi, sigur Birgir av Vollanum.
Vollabúðin góð tilboð
Vollabúðin í Saltangará hevur í løtuni fleiri góð tilboð, eitt nú upp á køkar,
gólv og málipakka, og handilin hevur eisini súkklur til alla familjuna
Í løtuni selur Vollabúðin dygdarkøkar av merkinum Multi-Living fyri 30% í avsláttri
Mynd: Vilmund Jacobsen
Vollabúðin selur súkklur til alla familjuna
Mynd: Vilmund Jacobsen
– Vit hava gólv í ymiskum
slagi og í ymiskum prísi, og í
løtuni selja vit dygdargólv kork
plankagólv fyri ein avsláttur á
30%, sigur Birgir av Vollanum
Mynd: Vilmund Jacobsen