Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-16, síða 60
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. mars 2015síða 60

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 12 • 16. mars 2015 20 Ókeypis lýsingarblað TEMA Sólarmyrking Tað verður nógv á skránni í høvuðsstaðnum hesa vikuna í sambandi við, at full sólarmyrking verður fríggjamorgunin. Teresa Kreutzmann, leiðari á Kunningarstovuni í Havn, sigur, at tey hava havt fokus á, at okkurt skal henda í Havn hesar dagarnar, og at tað skal vera ymiskt, sum vendir sær bæði til føroyingar og mongu útlendsku ferðafólkini Tilboðini eru bæði til føroyingar og ferðafólk Terji Nielsen E ini 8.000 ferðafólk eru komin ella eru ávegis til Føroya í hes­ um døgum at uppliva fullu sólar­myrk­ingina fríggja­morgunin. Tí hava kunn­ingar­stovurnar kring landið havt úr at gjørt við at fyrireika ymiskt í hesum sambandi, og á kunningar­stov­ uni í Havn hava tey lagt stóra orku í at gera býin so opnan og innbjóðandi sum gjørligt hesar dagarnar. – Okkara fokus hevur verið á, at okkurt skal henda í býnum hesar dagar­nar. Vit vilja, at ferðafólkini kunnu koma til Føroya og uppliva okk­urt serligt og ikki bara sólar­ myrk­ing­ina. Samstundis skal tað eis­ini vera okkurt, sum vendir sær til vanliga borgaran í býnum, tí hetta er líka stórt fyri okkum føroyingar, sum tað er fyri mongu ferðafólkini, sigur Teresa Kreutzmann. Ein opin býur Eitt, sum Kunningarstovan hevur ar­ beitt nógv við í sambandi við sólar­ myrk­ing­ina, er at gera býin meiri opnan enn vanligt hesar dagarnar. – Tað hevur hepnast væl, og eitt nú fer handilslívið at hava opið til klokkan átta um kvøldið alla vik­una, og somuleiðis hava flestu skeinki­ støðini í býnum eisini fingið loyvi til at hava opið til klokkan 3-4 um náttina mitt í viku, greiðir Teresa Kreutzmann frá. Hon sigur, at somuleiðis var tað umráðandi at fáa skipað fyri einum tiltakið, ið kundi verða savnandi fyri mongu ferðafólkini og føroyingar, og sum kundi vísa ferðafólkunum før­ oyska mentan, tá ið hon er best. – Tí hava vit skipað fyri stóra til­ tak­inum við felagssangi á Vaglinum fríggja­kvøldið, og eg vænti, at tað koma heilt nógv fólk til tiltakið, ser­ liga um veðrið verður til vildar, sigur hon. Serligt høvi Teresa Kreutzmann sigur, at sólar­ myrkingin er eitt heilt serligt høvi, sum man noyðist at gera nógv burturúr. – Býurin er ógvuliga tilvitaður um, at hetta er nakað serligt. Handils­vinn­ an var ógvuliga jalig beinanvegin, tá ið vit tosaðu um at hava leingi opið, og tað eru nógv onnur enn vit her á Kunn­ingarstovuni, sum skipa fyri ymiskum tiltøkum, so alt í alt er tað ein rúgva av tilboðum, sum vit vóna, at bæði ferðafólk og føroyingar fara at gera sær dælt av, sigur hon. Hon sigur, at tey merktu longu í farnu viku, at ferðafólk vóru byrjað at koma til landið. – Longu tá høvdu vit nógv at gera. Men tað vera enn fleiri fólk í býnum alla vikuna, og serliga seinni í vikuni verður býurin á tremur við fólki. Tað hava ongantíð áður verið so nógv fólk á vitjan í Føroyum í senn, og vón­andi fara nógvir føroyingar eisini at leita sær í býin at uppliva tann ser­liga dám, sum verður yvir býnum hesar dagarnar. Tað verður í hvussu so er ikki neyðugt at sita heima, sigur Teresa Kreutzmann, leiðari á Kunn­ ingar­stovuni í Havn. terji@sosialurin.fo Teresa Turidardóttir Kreutzmann, leiðari á Kunningarstovuni í Havn, sigur, at tað verður ein heilt serligur dámur í býnum í Havn alla vikuna, nú met nógv ferðafólk koma á vitjan Mynd: Álvur Haraldsen