Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-16, síða 62
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. mars 2015síða 62

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 12 • 16. mars 2015 22 Ókeypis lýsingarblað TEMA Sólarmyrking Á Gjáargarði verður fult hús í fýra nætur kring sólar­ myrkingina. Kømurini vóru útseld longu fyri fimm árum síðani, greiðir Eirik Súni Danielsen, stjóri, frá Kømurini seld fyri fimm árum síðani Terji Nielsen T ey koma at hava nógv at gera á Gjáargarði, nú fulla sólar­ myrkingina stendur fyri framm­ an. Í fýra nætur koma tey at hava fult hús, og tað eru ikki minni enn fimm ár síð­ani, at alt var útselt. 1.000 matbíleggingar Men tað er ikki bert í sambandi við gist­ingar, at tey á Gjáargarði koma at hava nógv at gera, tí tey hava fingið eina rúgvu av bíleggingum frá fólki og bólk­um, sum ætla sær til Gjáar í sam­bandi við, at tey koma til Føroya á vitjan. – Her koma ómetaliga nógv fólk til Gjáar. Vit hava rættiliga nógvar bílegg­ingar uppá annaðhvørt frokost ella kaffi. Tilsamans hava vit fleiri enn 1.000 frokostbíleggingar hesa vikuna, so køkurin kemur at hava úr at gera, greiðir Eirik Suni Danielsen, stjóri á Gjáar­garði frá. Harumframt eru heilt nógvar bíleggingar uppá kaffi og pannukøkur. – Tey fyrstu ferðafólkini, ið skulu gista her, komu longu í farnu viku, so vit hava nógv at gera. Vit gjørdu tað, at vit seldu øll kømurini til ein agent, sum so hevur selt tey víðari. Vit fáa fólk úr rættiliga nógvum ymiskum lond­um á vitjan, men tey flestu eru ameri­kanarar, sigur hann. Bjargar ikki árinum Eirik Suni Danielsen sigur, at tað eru mong, sum halda, at ein slík hending sum sólarmyrkingin og tær nógvu vitjan­irnar í hesum sambandi bjarga ár­inum hjá Gjáargarði, men so er ikki. – Tað ger tað ikki. Sjálvandi kem­ ur tað væl við, at vit fáa allar hesar gist­ingarnar og ikki minst allar bílegg­ ingar­nar uppá frokost ella kaffi, men eg vil heldur siga, at hetta er eitt ógvu­liga gott ískoyti til árið, sigur hann. Á Gjáargarði hava tey eisini gjørt av at lata kampingplássið upp í sam­ bandi við sólarmyrkingina, og Eirik Suni Danielsen sigur, at har er fram­ vegis pláss, um onkur føroyingur hev­ ur hug at koma norður til Gjáar at vitja hesar dagarnar. Men hvussu fer stjórin á Gjáargarði sjálvur at uppliva sólarmyrkingina, spyrja vit. – Eg verði her norðuri og fari út um at uppliva tað. Eg veit, at tað eru fleiri, sum siga, at hon ikki sæst her, men tað skilji eg ikki. Eg tók eina mynd klokkan 9.42 fríggjamorgunin úr mat­stov­uni og tá sást hon væl. Tað er kanska onkrastaðnis heilt í hinum enda­num av bygdini við kirkjuna, at hon ikki sæst heilt, sigur hann. terji@sosialurin.fo M ikukvøldið 18. mars kl. 19-22 verður hugnakvøld á Báta- og Listasavninum við fram­løgum, sangi og kaffi og køkum. Í sambandi við sólarmyrkingina koma nógvir fremmandir gestir henda vegin, og vit fáa franskar gestir. Gestirnir eru úr franska felag­num fyri fólk við áhuga fyri astro­nomi. Felagið skipar javnan fyri ferðum til sólarmyrkingar kring allan heim.  Paul Castelnau hevur sæð 10 sólar­myrkingar, og hann fer at hava ein fyrilestur fyri okkum á enskum við heitinum: »A Solar eclipse...a celestial Rendezvous«. Fyri­lesturin hjá Poul Castelnau byrjar kl. 19.  Kl. 20 er kaffisteðgur. Frá kl. 20:20 til 22:00 verða tríggjar fram­løgur. Absalon Eliasen og Elsa Jacobsen siga frá sólarmyrkingini í juni 1954, og Martin Fjallstein sigur frá »stóru sólarmyrkingini« á sumri 1725, tíðin tá ið Uppsala- Pætur gjørdist bóndi á Húsamørk í Leirvík.  Eisini verður sangur á skránni. Tiltakið er ókeypis, og øll eru væl­ komin. Hugnakvøld í samband við sólar­myrkingina