mánadagur 16. mars 2015síða 64
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 12 • 16. MARS 2015
24
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Sólarmyrking
T
að verður ein heilt serlig fram
sýning á torginum í SMS hesa
vikuna í sambandi við, at tað
verður full sólarmyrking fríggjamorg
unin.
SMS hevur givið kenda listarmann
inum Edward Fuglø púrasta fríar
teymar til eina heilt serliga framsýning.
SunMoonShadow
Eyðkennini í listarverkunum hjá Ed
ward Fuglø eru fuglar, fuglameingi og
onnur djór í føroysku náttúruni, og tað
fer so sanniliga eisini at merkja stóra
framsýningina í SMS, sum hevur fingið
heitið SunMoonShadow, stytt SMS.
Stóra framsýningin hjá listar
manninum úr Klaksvík fer at innihalda
fuglar, planetur, mánar, sól og so
framvegis. Framsýningin verður í allari
miðhæddini og á sjálvum torginum í
SMS, og hetta verður alt gjørt fyri at
varpa ljós á sólarmyrkingina fríggja
morgunin.
Umframt at verða ætlað øllum
føroyingum, vónar SMS eisini, at teir
okkurt um 8.000 útlendingarnir, ið
koma á vitjan í Føroyum í sambandi
við sólarmyrkingina, eisini koma at
vitja framsýningina.
Nógv tiltøk
Rúgvismikla skráin hjá SMS hesa vik
una byrjar longu mánamorgunin, tá
ið ein teknikapping, sum ber heitið
»Tekna sólarmyrking í Føroyum« byrj
ar. Hendan kappingin fer fram á Torg
inum við pennum og blýantum, har
børn kunnu tekna.
SMS hevur eisini útvegað eina
rúgvu av ókeypis brillum og SunMoon
Shadow plakatum, og hesi verða at
fáa, tá ið fernisering verður klokkan
16 mánadagin.
Hjá teimum, ið hava áhuga fyri
fotografering, ber til at koma í SMS
týsdagin klokkan 17, har man í Expert/
Punkt1 kann fáa vegleiðing í, hvussu
man fotograferar eina sólarmyrking.
Eisini verður samstundis ein fyri
lestur í Rit og Rák um sólarmyrking.
Tað er Dr. Kate Russo, ið heldur fyri
lesturin.
Hjá børnunum verður forkunnugt
at koma á vitjan í SMS mikudagin,
har Rógvi Dam hevur framførsluna
»Slóknar sólin«, sum er ein fram
førsla ætlað børnum upp til fram
haldsdeildina.
Hósdagin hevur Hanus Kamban
ein fyrilestur um sólarmyrking í bók
mentahøpi, og eisini fer Greta Svabo
Bech at syngja á Torginum hósdagin.
Sjálvan fríggjadagin er einki á
skránni fyrr enn seinnapartin, tá ið
Meinhard Jensen fer at spæla mána
tónleik.
Forkunnuga sólarmyrkingarvikan í
SMS endar leygardagin, tá ið vinnarin
av teknikappingini verður funnin.
Stórt tiltak um
sólarmyrking í SMS
Í sambandi við fullu sólarmyrkingina fríggjamorgunin hevur SMS stórt tiltak á torginum alla vikuna
Edward Fuglø og hansara hjálparfólk hava í rúma tíð fyrireikað framsýnininga í SMS, sum verður at síggja hesa vikuna
Mynd: Álvur Haraldsen