Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-16, síða 72
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. mars 2015síða 72

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 12 • 16. MARS 2015 32 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Runavík Vilmund Jacobsen Karstin lærdi í sínari tíð til elektrikara í Klaksvík og arbeiddi í nøkur ár hjá El-In í Klaksvík. Seinni gjørdist hann verkstaðsleiðari hjá Oddi Lamhauge, sum tá átti Kongshavnar El-Virki. Makkarin hjá honum, Eyðun Jen­ sen, er útbúgvin radiomekanikari, og fyri nøkrum árum síðan tók hann eisini prógv sum el-instalatørur. Í nøkur ár arbeiddi Eyðun á tøknideildini hjá SEV. Keyptu KEV Tað var í november í 2013, at teir báðir keyptu Kongshavnar El-Virki, og hin 1. januar í 2015 broytti felagið navn til elcon. Hjá elcon starvast tilsamans sjey mans, tríggir lærlingar og fýra sveinar. Har­aftrat er ein bókhaldari partvísa tíð. El-fyritøkan eigur hølini, har hon húsast – ella umleið 2/3 av niðastu hæddini í stóra bygninginum. KEV-handilin, sum var við í keyp­in­ um av Kongshavnar El-Virki, lá inni við vøru, tá keypið fór fram, og tí høvdu Karstin og Eyðun handilin opnan í eina tíð eftir keypið. Seinni eru hølini umbygd til skriv­ stovu-og starvsfólkarúm. Tað var Høgni Kastalag frá FuglArk, sum tekn­aði, og fyritøkan húsast í dag í sera snotuligum og hugnaligum høl­ um. Í nýggju hølunum er eisini fundar­ høli við plássi fyri eini 12 fólkum, og hesi høli kunnu eisini leigast við øll­ um hentleikum, um áhugi er. Egin inn­ gongd er eisini til fundarhølið. Bilur við lyftu Í nýggju hølunum er eisini ein minni monteringsverkstaður, og í norðara parti er rúmligur grovverkstaður, har pláss eisini er fyri bilinum við 20 metra høgari lyftu, sum elcon eigur og brúkar til tænastuveiting av gøtu­ljósum. Ein av uppgávunum hjá felagnum er at viðlíkahalda tey um­leið 1400 gøtuljósini í Runavíkar komm­unu. Tað er eisini eftirspurningur eftir at leiga bilin við lyftu, og tað eru serliga elektrikarar, ið ringja. Í slíkum føri leigar elcon bil og mann til tænastu. Allar uppgávur Elcon tekur sær av øllum el-upp­ gávum. Sum eigararnir siga, er eingin uppgáva ov stór og eingin ov lítil. – Vit eru til reiðar at tosa um allar uppgávur og loysnir, sum viðskiftafólk ynskja. Í fyrsta lagi átaka vit okkum alt slag av instalatiónum og við tað, at vit eisini hava radiomekanikara í starvi, veita vit eisini heildarloysnir, tá ræður um el og tøkni. Soleiðis kunnu vit eisini - tá tíðin loyvir tí - átaka okkum umvælingar av eitt nú hvít­vørum. Umframt at gera allar vanligar instalatiónir, hevur elcon førleika til at tekna og projektera og menna stýringar av alskins slag, eitt nú við plc sum grundarlagi. Karstin Joensen og Eyðun Jensen vísa á, at nú 12 vardar íbúðir verða bygdar í Runavík, er tað fallið elcon í lut at gera el-arbeiði. Enn er bara arbeiðsljós lagt til økið, men sum tíðin gongur, verður meira at gera í Runavík. – Vit hava gjørt el-arbeiði í nøkr­ um sethúsum, bæði nýggjum og um­bygdum sethúsum, og vit hava eisini tikið okkum av størri arbeiðs­ upp­gávum. Okkara dugnaligu starvs­ fólk eru altíð til reiðar at tosa við við­skiftafólk um loysnir, og okkara fremsta mál er at veita kundunum eina so góða tænastu sum gjørligt. Tey, sum starvast hjá elcon, hava áræði og virkisfýsni at loysa flestar hugsandi – og óhugsandi – uppgávur, og fyritøkan sigur ikki nei til nakra uppgávu upp á forhond. Kærkomið leititól Elcon eigur eisini eitt kærkomið leiti­ tól, har teir uttan stórt hóvasták kunnu finna feilir í el-kaðlum. – Vit hava loyst nógvar uppgávur við tólinum, bæði fyri, tryggingarfeløg, fyritøkur, stovnar og privatfólk, og tað er serliga innføringskaðlar, vit hava arbeitt við. Tólini eru so mikið effektiv, at vit kunnu finna feilir á kaðl­um innan fyri ein metur. Karstin Joensen og Eyðun Jensen siga, at teir hava verið rættiliga víða um landið við leititólinum og hava loyst uppgávur, sum annars kundu verið truplar at loyst. Tey, sum kundu hugsað sær at skift orð við elcon, kunnu ringja á tlf. 616060. Elcon loysir allar el-uppgávur Karstin Joensen og Eyðun Jensen eiga og reka el-fyritøkuna, Sp/f Elcon, sum húsast niðri við havnalagið í Saltangará. Elcon er nýggja navnið á fyritøkuni, sum hevur sín uppruna í Kongshavnar El-Virki, stytt KEV Elcon eigur bil við 20 metra høgari lyftu, sum el-fyritøkan brúkar til tænastuveiting av gøtuljósum. Ein av uppgávunum er at viðlíkahalda tey umleið 1400 gøtuljósini í Runavíkar kommunu. Mynd: Birgir W. Høgnesen Elcon hevur snotulig fundarhøli til eini 12 fólk við egnari inngongd og øllum hentleikum, og hesi leigar felagið út, tá fólk, feløg ella fyritøkur hava brúk fyri fundarhøli Elcon eigur eitt leititól, har teir uttan stórt hóvasták - og í flestu førum - kunnu finna feilir í el-kaðlum. - Vit hava verið við tólinum víða um landið og loyst uppgávur, siga Karstin Joensen og Eyðun Jensen Mynd: Vilmund Jacobsen