Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-16, síða 74
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. mars 2015síða 74

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 12 • 16. mars 2015 34 Ókeypis lýsingarblað TEMA Runavík Vind framsýning í Suðuroy Mánadagin – tað er í dag – týsdagin og mikudagin hevur Sp/f Vind framsýning av vindeygum og úthurðum í hølunum hjá Handverkarafelagnum á Tvøroyri. – Vit hava góð tilboð við okkum, sigur Hans Petur Ellingsgaard, sum eigur fyritøkuna Vilmund Jacobsen F ramsýningin, sum hesar tríggjar dagarnar verður á Tvøroyri, verður opin allar hesar dagar frá klokk­an 10 á morgni til 20 á kvøldi. Hans Petur Ellingsgaard, eigari av Sp/f Vind, sigur, at umframt van­liga útboðið, sum fyritøkan hevur havt, umboðar hann nú eisini Novoferm, sum hevur ídnaðarhurðar, garagu­ hurðar, útistovur og annað í sínum kon­septi. – Vit hava ikki vørur hjá Novoferm við á Tvøroyri, men vit hava brosjurur, soleiðis at fólk, sum hyggja inn á gólvið, kunnu síggja, hvat Novoferm hevur í sínum útboði. Hans Petur Ellingsgaard sigur, at við sær á Tvøroyri hevur Sp/f Vind alla fram­sýningina, sum fyritøkan vanliga hevur standandi upp í hølunum í Runavík. – Í okkara útboði eru vindeygu av øllum slag, og her eru eisini út­ hurð­ar. Meðan framsýningin verður í Suðuroy, fara vit eisini at hava góð til­boð, soleiðis at tað veruliga loysir seg hjá suðuroyingum at vitja okkara fram­sýning og síggja okkara útboð. www.vind.fo Fyritøkan Sp/f Vind, sum hevur heima­síðuna www.vind.fo, selur dygdar­góð vindeygu úr plasti, træi og træ/alu til kappingarførar prísir. Í samband við sølu av vindeygum bjóðar Vind eisini tænastuna at seta vind­eyguni í. – Ofta kann vera torført at finna fólk til at gera hetta arbeiðið, men eru vindeyguni keypt hjá Sp/f Vind, verða eisini góð tilboð givin uppá íseting, og samstundis verður veittur 10 ára garantiur, sigur Hans Petur Ellingsgaard, sum vónar, at suður­oy­ ingar í stórum tali fara at vitja fram­ sýn­ingina í hølunum hjá Handverkara­ felag­um á Tvøroyri í dag, í morgin og mikudagin.