Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-16, síða 76
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. mars 2015síða 76

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 12 • 16. MARS 2015 36 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Runavík Vilmund Jacobsen – Útsølan er liðug, og handilin er á tremur við nýggjum og spennandi klæð­um. Tað sigur eigarin av móta­handl­ in­um Shop In á Glyvrum, Annika W. Gregersen, sum í sínari yvirtók hand­ ilin eftir mammu sína, Onnu Nolsøe Joensen. Øll árini, síðan Anna keypti Shop In, hevur handilin húsast í bygninginum á Glyvrum, har blómuhandilin Orkis er í norðara enda. Annika W. Gregersen dylur ikki fyri, at tað serliga eru tær yngru kvinn­ urnar, sum vitja inn á gólvið at keypa sær klæði, men handilin hevur klæði til allar kvinnur – og eisini heilt upp til tær elstu. – Vit vísa fegnar okkara útboð fram, og allar kvinnur eru sjálvsagt hjarta­liga vælkomnar inn á gólvið. Handilin er á tremur við nýggjum og spenn­andi klæðum til allar kvinnur, sigur Annika, sum altíð er blíð og frynt­lig at hitta. Kent og bíligt Kendu klædnamerkini, sum Shop In selur, eru Vero Moda, Only og Pieces, sum serliga yngri kvinnur keypa, og síðan hava tey eisini merkini, Pulz og Culture, sum kvinnur serliga úr 30 árum og eldri keypa. Haraftrat er klædnamerkið Nü by Staff, sum eisini er ætlað tilkomnum kvinnum, á veg. – Umframt at selja klæðir til allar kvinnur, hava vit eisini ymisk tilhoyri, eitt nú smúkkur, turrikløð og eitt av­ markað úrval av skóm av merkinum Duffy, ið fáast bæði til gerandisbrúk og betri høvi. Vit hava eisini merkið Sneakers, ið er meira løruskógvakent og er rættiliga væl umtókt. Nú várið er komið, og summarið fer at stunda til, fara vit eisini at fáa sandalur. Annika sigur, at Only eisini koyrir við klæðum, sum fólk kunnu fara út at ganga ella renna í - ella brúka til fitness - og hesi hevur Shop In eisini. – Tað góða við hesum klæðum er, at tey eru lutfalsliga bílig - og gjarna væl bíligari enn ítróttarklæði eru ann­ ars, leggur hon aftrat. Ymiskir litir Annika W. Gregersen sigur, at litirnir, sum serliga fara at ganga aftur í vár og í summar, eru hvítt, ráhvítt, ljósa­ reytt, laksalitur (koral), blátt og svart, sum altíð selur. - Viðskiftafólk eru altíð vælkomin at ringja og spyrja seg fyri hjá okkum á tlf. 447260, sigur eigarin av mótahandlinum Shop In á Glyvrum. Shop In á tremur við nýggjum Tá tú kemur inn á gólvið í Shop In á Glyvrum eru sum oftast fólk inni og keypa. Klæðini selja væl, og viðskiftafólkini eru nøgd. Tí koma tey eisini aftur, aftur og aftur at keypa. – Tað fegnast vit um, sigur handilseigarin