Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-16, síða 84
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. mars 2015síða 84

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 12 • 16. mars 2015 44 Miðlahúsið Ókeypis lýsingarblað Eg taki ein dag í senn Lýs teg sjálvan við trimum orðum? – Kreativ, ágrýtin og vinarlig. Hvat merki er bilur tín? – Ongan bil í løtuni. Hvat merki er telefon tín? – iPhone 5S. Hvør er tín besta summarfrítíðaruppliving? – Tá øll familjan er samlað. Hvat orð ella hvønan setning nýtir tú oftast? – Tað er super. Hvørjum hyggur tú at hjá hinum kyninum? – Útstrálingi, verumátanum, eitt glimt í eyganum og eitt pent smíl. Hvat ger teg í góðum lag? – At hava familju og vinir rundan um meg. Hvat stressar teg? – Tá tíðin ikki strekkur til í mun til uppávurnar, sum skulu loysast. Hvør er tín yndisrættur? – Riv. Hvat gleðir teg? – Tá vit røkka málini, sum vit seta í Soul Made. Hvat var seinasta ynskið, sum tú fekst uppfylt? – Stóran vøkstur í fyritøkuni. Hvar arbeiðir tú? – SOUL MADE. Hví valdi tú at arbeiða innan júst hesa vinnu ella øki? – Tí hetta arbeiðið hevur nógvar ymiskar avbjóðingar, ongin dagur er líka. Hvør er stuttligasta uppliving tín í starvinum? – Mótashow í Eiffel torninum í Paris. Hvørjum tónleiki lurtar tú eftir? – Øgiliga breiðan tónleikasmag – men tó ikki trashmetal. Hvat er besta uppfinningin og hví? – iPhone lættir um dagligu gongdina í fyritøkuni, við at man er ajour allastaðnis frá. Hvat er besta íløgan, tú hevur gjørt? – Byrja SOUL MADE. Hvat er títt besta heimaráð? – Man kemur langt við at vera taksamur. Hevur tú nakað húsdjór? – Nei. Hvat hevði tú gjørt, um tú vann eina millión? – Flutt til New York eitt tíðarskeið. Hvat hevði tú gjørt, um tú vann tíggju milliónir? – Bygt dreymahúsini. Hvat er best við Føroyum og hví? – Náttúran og familjan. Hvar ert tú um 10 ár? – Eg taki ein dag í senn. Beinta Poulsen Um eg vann eina millión, hevði eg flutt til New York eitt tíðarskeið Stólurin í stólinum hesa vikua