týsdagur 17. mars 2015síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 18. mars 2015 · Nr. 32
mikudagsblaðið
Tey sum trúgva upp á lesara
tøl á internetinum mugu ansa
sær ikki at vera ov góðvarin.
Eitt dømi um tað er portal.
fo, sum á vevmátingarlist
anum hjá Gallup fyri síðstu
vikurnar hevur gjørt sær eitt
skravslop fyri at blíva størst
– og harvið lokka lýsarar at
koma til sín.
Men hesir listar eru ikki
eftirfarandi, tí hevur tú skil
fyri programeringum, so man
ipulerar tú tað bara soleiðis,
at tá ein síða verður víst, so
verður hon á Galluplistanum
– sum ikki eftirkannar slíkt
– skrivað fyri at hava verið
vitjað tvær ella tríggjar ferðir.
Harvið fært tú tvífalt ella trí
falt so nógvar vísingar, sum tú
í veruleikanum hevur. Altso,
tú lumpar lýsararnar at lýsa
hjá tær heldur enn hjá øðrum
miðli, sum kanska hevur lægri
– men rættvísari lesaratøl.
Hetta er sera ódámlig
marknaðarføring, sum átti at
verið steðgað.
Stjórin á portalinum við
gongur feilin, sum varð av
dúkaður á Facebook og sigur,
at talið av sýndum síðum á
portalinum fer eina millión
niður í næstu viku.
– So fáa vit at síggja...
Stovnaður: 1927
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Landsfundarluttakararnir hjá Sam
bandsflokkinum leygardagin fingu
helst sum vátan vøtt, tá Edvard
Heen, stjóri á Almannaverkinum í
fyrilestri fyri fundarluttakarunum
greiddi frá, at játtanin til almanna
økið næstu árini skal hækaast við
150 milliónum krónur bara fyri at
halda støðið, sum er í dag.
Alamnnaverkið umsitur í dag um
1.350 milliónir krónur. Bara lógar
bundnu útreiðslurnar næstu fimm
árini vaksa við 143 milliónum krón
um.
Hetta eru stór tøl – og stór tøk,
sum skulu takast bara fyri at halda
vælferðarsamfelagið flótandi so
nøkulunda – altso uttan at gera um
støðurnar frægari, enn tær eru í dag.
Tað er løgið, at slíkt skal koma óvart
á politikarar, sum dagliga arbeiða
við hesum tølum. Men enn marg
háttligari tykist tað, at samgong
an í rámasta álvara arbeiðir við at
»rationalisera« bæði almannaverk
og heilsuverk við tí fyri eyga, at út
reiðslurnar ikki skulu hækka.
Tað sigur seg sjálvt, at tað verður
dýrari og dýrari at reka bæði heilsu
verk og almannaverk. Bara tað at
fólk liva longri er ein avbjóðing fyri
bæði heilsuverk og almannaverk, og
tað at vísindini gera, at sjúkur kunnu
fyribyrgjast – sum sjálvsagt er ein
vælferðarbati – setir eisini játtan til
sjúkrahúsverk undir trýst.
Um tvær vikur kenna vit játtan
arkarmarnar, sum samgongan fer
at stinga út í kortið. Hetta arbeiðið
hjá samgonguni fer at vísa, hvussu
landsstýrið heldur, at vit kunnu
skipa samfelagið og býta sam
felagsvirðini – samstundis sum hall
ið á fíggjarlógini skal fáast til lívs og
vendast til yvirskot.
Boðini higartil frá samgonguni
eru, at vit skulu klára meira fyri tað
sama. Tað er sjálvandi altíð uppgáv
an hjá tí, ið stílar fyri, at vit fáa sum
best burtur úr tí tilfeingi, vit hava.
Men at halda, at vit kunnu loysa
allar framtíðar útreiðslur við at
minka játtanir – ella lata vera við at
økja um játtanir – til eitt nú heilsu
verk og almannaverk, tað er í fyrsta
lagi bláoygt, fyri ikki at siga beinleið
is at lumpa fólk. Tað ber ikki til.
Almannastjórin
vísti
á
eina
nátúrliga avleiðing, sum er, at
pensjónsaldurin má hækka. Ikki
bara upp í 68 ár men upp í 70 ár.
Liggur tað veruliga í kortunum hjá
samgonguni? Tað var upp á tal, tí
hetta var eitt beinleiðis uppskot hjá
samgonguni. Men Sambandsflokk
urin og løgmaður hava síðan sagt, at
tað kemur ikki upp á tal.
Fíggjarkarmar og fíggjarlóg fara
at vísa, um hetta kortini er upp á tal
– ella um hetta verður ein neyðug
avleiðing, tá onnur hava tikið við í
Tinganesi.
Samrøðan við Edvard Heen á
síðu 8 og 9 í blaðnum í dag lýsir sera
væl trupulleikan – og ta risa stóru
avbjóðing, vit hava, tí at politikarar
bara lata standa til og ikki taka
neyðugu avgerðinar.
Ein »loysn« er at hækka
pensjónsaldurin upp í 70 ár
hækka tey pensjónsalurin?
Síða 2
eitt løgið
fyribrigdi
Edmund Joensen
kjak síða 18
Tá ið
endarnir
ikki
røkka
John av reyni
kjak Síða 18
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Andøvsgul upp í ein strúk av
landsynningi og stundum regn.
Hitin millum 3 og 6 stig.
Veðrið fríggjadagin og
leygardagin:
Fríggjadagin frískur vindur av
landnyrðing og yvirhøvur turt,,
men leygardagin veksur hann
vindin av suðri og seinnapartin
regn. Hitin millum 6 og 10 stig.
Veðrið týsmorgunin:
Ein hitabrúgv vestanfyri Føroyar
stendur mestsum í stað.
Veðrið mikunáttina:
Eitt lágtrýst, 1019 hPa. vestanfyri
Føroyar fer í landnyring og
kuldabrúgvin haðani kemur
hendavegin.
h
Petur Skeel
Jacobsen
greiðir frá
um veðrið
Seinnapart:
Gul til stívt andøvsgul av
útsynningi og yvirhøvur turt og
sólglottar. Hitin millum 4 og 7
stig.
HÓSDAGIN
TÝSDAG
MIKUDAGIN
6-11 m/s
6-11 m/s
6-11 m/s
6-11 m/s
6-11 m/s
6-11 m/s
Gul til stívt andøvsgul av vestri
og ælingur, men eisini sólglottar.
Hitin millum 4 og 7 stig.
Brúkaratalið á portal.fo
fer eina millión niður