týsdagur 17. mars 2015síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 18. mars 2015 · Nr. 32
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
politikkur
Árni Gregersen
At føroyskar KT-skipanir við
upplýsingum um borgarar í
Føroyum og teirra fíggjarvið
urskifti eru uttanfyri Føroy
ar, er ein stór gøla, sambært
Tjóðveldi.
Flokkurin heldur, at tað
er stórur vandi fyri føroyska
samfelagið, at allar upplýs
ingar, sum hava við føroysk
viðurskifti at gera og serliga
persónlig viðurskifti hjá før
oyska borgaranum, skulu
liggja hjá útlendskum fyri
tøkum.
Tjóðveldi heldur eisini, at
tað er eitt álvarsligt bakkast
fyri føroyska KT-menning, at
alt hetta er flutt av landinum
og vil tí yvir eitt trý-ára skeið
hava allar hesar upplýsingar
heimaftur at goyma, viðgera
og menna.
Í morgin fer Løgtingið at
hava 1. viðgerð av hesum.
Høgni Hoydal hevur lagt eitt
uppskot fram fyri Tjóðveldi,
sum nú skal viðgerast í Løg
tinginum.
Uppskotið mælir til, at
grein 17 í lógini um viðgerð
av persónsupplýsingum fær
hetta ískoytið:
Persónsupplýsingar
og
viðgerð av persónsupplýs
ingum í skipanum í Føroy
um, hvørs høvuðsinnihald
og -nýtsla eru peningaligar
transaksjónir, flytingar ella
annað samskifti ella virksemi
millum einstaklingar, virki,
stovnar o.t. í Føroyum, kunnu
ikki flytast av landinum.
Heldur ikki kann ein partur
av hesum flytast av landin
um.
Uppskotið
Uppskotið hjá Tjóðveldi legg
ur ikki fingrarnar ímillum,
heldur ikki í viðmerkingun
um.
Har verður sagt, at í veru
leikanum er tað soleiðis, at
tá ið tildømis netbankin var
fluttur av landinum, so var
hetta eitt stórt afturstig fyri
føroysku KT-vinnuna, sum er
munandi minkað síðani.
Tjóðveldi vil hava alt
hetta aftur til Føroyar og tað
sum er spennandi er, at fleiri
aðrir flokkar í tinginum í
veruleikanum eru samdir við
Tjóðveldi.
Herfyri legði Framsókn
eitt uppskot fram, sum hevði
sama endamál: at fáa KT-
arbeiðsplássini aftur til Før
oyar og tryggja at føroyskir
myndugleikar hava ræðis
rætt á hesum viðkvomuupp
lýsingunum.
Tá ið orðaskifti var um
uppskotið
hjá
Framsókn
kom fram, at umboð fyri all
ar flokkar í veruleikanum
vóru samd um endamálið,
men tá var eisini sagt, at tá
ið tað uppskotið var partur
av lógini um tilbúgving, so
kundu flokkarnir ikki taka
undir við tí.
Í
viðmerkingunum
til
uppskotið, sum verður til
viðgerðar í morgin, skrivar
Høgni Hoydal:
– Hagstova Føroya hev
ur í 2014 gjørt upp, at størsti
vøksturin í at keypa tæn
astur uttanlands er júst fyri
KT-tænastur, harav peninga
stovnarnir eiga meginpartin.
Sambært
Hagstovuni
er
vøksturin í at keypa KT-tæn
astur uttanlands vaksin við
500% frá 2005 til 2012. Hetta
samsvarar væl við, at júst frá
2005 fóru bankarnir undir
tær fyrstu útflytingarnar av
KT-virksemi. Og Hagstovan
vísir á, at í 2012 vórðu brúktar
140 mió. kr. til at keypa KT-
tænastur uttanlands.
Altjóða íleggjarar
Høgni Hoydal sigur eisini
í viðmerkingunum, at ein
annar trupulleiki hevur tikið
seg upp. Tá ið netbankin var
fluttur av landinum, so var
tað til eina danska fyritøku,
men síðani er hendan fyri
tøkan seld. Tey sum eiga
nú eru stórir, altjóða íløgu
grunnar, so føroyskir mynd
ugleikar hava onga ávirkan
át netbankan.
Uppskotssetarin metir, at
talan er um eitt grundleggj
andi infrakervi, ið frameftir
hevur eins stóran týdning
fyri samfelagsmenningina og
vegir, brýr, tunlar, sjóvegis og
loftvegis samband, sum verð
ur flutt av landinum.
Talan er um eitt sera virð
ismikið og týdningarmikið
tilfeingi, ið – uttan at nakar
borgari er eftirspurdur, sum
er tvungin at nýta føroysk
ar peningastovnar – verður
flutt úr føroyska samfelag
num, har føroysk vinna ikki
fær møguleika at kappast
um at gagnnnýta tað og før
leikamenna seg.
Tað verður eisini nevnt, at
tað við lóg er álagt hvørjum
einasta borgara í Føroyum at
hava konto í føroysku pen
ingastovnunum.
– Nú hava peningastovn
arnir flutt hvørja einastu
kontu og hvønn einasta
upplýsing um peningavið
urskifti hjá hvørjum før
oyskum borgara av landin
um – og allar viðgerðir av
peningaviðurskiftum
hjá
hvørjum einstøkum skulu
fara av landinum til tess at
verða framdar, sigur Høgni
Hoydal.
KT-skipanir skulu gerast
og goymast í Føroyum
NemID fyri
at sleppa í
føroyska
netbankan
Netbankin hjá peninga
stovnunum hevur broytt
samskifti við kundarnar
nógv seinastu fáu árini.
Upprunaliga
var
netbankin
føroyskur,
gjørdur av Elektron í
samstarvi við føroysku
peningastovnarnar, men
fyri fáum árum síðani
var netbankin fluttur av
landinum til fyritøkuna
SDC, har hann nú verður
rikin og mentur.
Netbankin skal hava
høga trygd. Tí verður
alla tíðina arbeitt við
trygdini, og í Danmark
hevur tað leingi verið
soleiðis, at skalt tú inn
í tín egna netbanka, so
skal tú brúka NemID.
NemID er ein kota,
sum tú sum brúkari fært
á einum korti. Tú hevur
sum nú navn p-tal og
eina kotu fyri at sleppa
inn, men haraftur skal tú
tøppa eitt tal afturat inn.
Hetta talið er ongantíð
tað sama, men er nýtt
hvørja ferð.
Talið fær tú av einum
netkortið, sum bert tú
hevur. Tað er í veruleik
anum NemID.
Umframt
trygdina
er ein fyrimunur, at tú
ikki nú noyðist at brúka
somu teldu, hvørja ferð
tú skalt í netbankan.
Hevur tú kortið við
NemID hjá tær, so kanst
tú fara inn í netbankan
gjøgnum allar teldur.
NemID voldi nakað
av trupulleikum fyrstu
árini í Danmark, men nú
tykist skipanin at virka
væl.
Broytingar henda í summar.
Føroyskir netbankabrúkarar
skulu nú venja seg við NemID
Hjartamál hjá Tjóðveldi: