Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-17, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. mars 2015síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 18. mars 2015 · Nr. 32 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 SÓLARMYRKING OG BÓKMENTIR Fyrilestur hósdagin í bókhandlinum Rit og Rák í SMS Sum nú øllum kunnugt verð­ur full sólarmyrking í Føroyum komandi fríggja­ dag. Samanlagt varir hon tveir tímar, frá kl. 8.43 til kl. 10.44 fyrrapartin. Um kl. 9.42 er bølaniða í tveir minuttir. Fyribrigdið sólarmyrking hev­ur havt týdning, tá ið forn­ir stjørnufrøðingar skuldu rokna støddina á sólini út. Tá ið Albert Ein­ stein seinast í 1915 var lið­ug­ ur við sítt almenna rela­ti­vi­ tets­ástøði, var eftir at føra prógv fyri hesum. Hetta varð gjørt við at eygleiða tvær sólarmyrkingar, eina í 1919 og eina í 1922. Men hvussu við sól­ar­ myrk­ing og bókmentum? Er nak­að samband millum hesi ym­isku fyribrigdi? Ja, sigur før­oyski rithøvundurin Han­ us Kamban. Í søguni um Tintin og sól­templið brúka Tintin og hansara vinmenn eina sól­ ar­myrking til at bjarga sær undan at verða brendir á báli. Viðgerðir av sama slag, har sólarmyrkingar í ym­isk­ um tíðarskeiðum hava havt ein avgerandi leiklut, eru at finna í skaldsøgum eftir m.a. Rider Haggard, Mark Twain, Stephen King og Isaac Asimov. Ofta er í slíkum førum tal­ an um ein dyst millum fólk úr eini framkomnari mentan og meira primitiv fólkasløg. Tey seinnu brúka ráa styrki, men eru darvað av pátrúgv, tey fyrru hinvegin brúka vit, kunn­leika og snildi. Sólarmyrking kann eis­ini brúkast sum mynd, eitt nú til at lýsa eina lagnu ella til at lýsa døpur søgulig tíð­ar­ skeið. Fyrilesturin varir um 20-25 minuttir og verður hós­dagin tann 19. mars kl. 16.00. Rithøvundurin Hanus Kamb­an heldur fyrilesturin í Riti og Ráki í SMS. Stovna íverksetarafelag fyri eina krónu Tað skal gerast bíligari og lættari at seta á stovn nýggj­ ar íverksetarafyritøkur. Tjóð­ veldi hevur tí lagt fyri tingið upp­skot um at fáa broytt vinnu­felagslógina soleiðis, at til ber at seta á stovn so­ nevnd íverksetarafeløg – ÍVF – við einari krónu sum byrj­ un­ar­kapitali. Føroyar eiga at gera alt, sum til ber, at skunda undir íverk­setan. Tað heldur Tjóð­veldi, sum hevur lagt upp­skot­ið fyri tingið, sum hev­ur til endamáls at gera tað lættari hjá eldhugaðum ígongd­set­ar­um at stovna eg­ið virki, uttan at noyðast at seta hús og heim í veð. Vinnu­felagsformurin skal so­statt ikki longur forða fyri, um góð vinnuhugskot verða roynd í verki. Til skal bera at seta á stovn ÍVF, sum alternativ til vanligt partafelag. Hesin vinnu­fe­lags­formur er væl egn­að­ur fyrstu árini, ímeð­an fyritøkan byggir upp neyð­ ugu fíggjarligu styrkina at um­skipa seg til smáparta- ella parta­fe­lag. Hetta krev­ur fleiri broyt­ing­ar í Vinnu­fe­ lags­lógini (Løgtingslóg nr. 73 frá 31. mai 2011 um parta- og smá­parta­fe­løg) umframt fylgi­lóg­ar­broytingar. Treytir eiga at verða settar við, at virkast bert kann sum íverk­setarafelag í ávíst ára­ mál. Hesi árini skal ávísur part­ur av árliga yvirskotinum – eitt nú 20-25% – setast til síð­is sum innskotspeningur. Tá felagið hevur rokkið neyð­ uga kravinum um inn­skots­ pen­ing, sum er galdandi fyri smá­parta­feløg, kann tað um­skip­ast til smápartafelag. ÍVF fyritøkur eiga annars at virka undir vanligum vinnu­ fe­lags­treytum eitt nú í mun til krøv um leiðslur, inntøkur, skatt, tiltakspening o.a. Vilja vit hava fleiri at seta á stovn fyritøkur fyri at vinna pen­ing úr góðum hug­skot­um, so mugu óneyð­ ug­ar forðingar tak­ast burt­ ur. Og júst inn­skots­pen­ing­ ur­in er hjá mongum ung­um íversetarum ein mein­bogi, tí útreiðslurnar hjá einari fyritøku, sum brýt­ur upp úr nýggjum, eru ofta sera høgar, og tað tekur drúgva tíð at byggja upp ein marknað og neyð­uga kapi­tal­grund­ar­lag­ ið. Tað er Bjørt Samuelsen, fram­søgu­kvinna í vinnu­ mál­um, sum vegna Tjóðveldi hev­ur lagt uppskotið fram. David Johannesen, fyrr­ ver­andi sóknarprestur í Vága prestagjaldi, hevur skriv­að tríggjar nýggjar lestra­bøkur at lesa í kirkj­ un­um. Lestrabókin til fyrru teksta­røð eitur »Andin og orð­ið«. Lestrabókin til aðru teksta­røð eitur »Andin og lív­ið«. Triðja bókin eitur »Kross­gil«, sum er eitt savn við 9 føstulestrum. Bøkurnar verða lagd­ar fram á samkomu í Mið­ vágs kirkju týsdagin 17. mars klokkan 19.00. Føroyskt Kirkjumál hev­ur givið bøkurnar út. Í samband við fram­løg­ una, fer Holgar Jacobsen at syngja nakrar sangir. Tríggjar nýggjar lestrabøkur