týsdagur 17. mars 2015síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 18. mars 2015 · Nr. 32
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tá ráfiskanøgdirnar á Havsbrún
í Fuglafirði vóru størstar, keypti
virkið í eitt ár umleið 335.000
tons av ráfiski. Tá ringast stóð til,
vóru nøgdirnar heilt niðri á 47.000
tonsum. Nú sær aftur betri út við
ráfiski hjá fóðurvirkinum í Fuglafirði
Við tað at Havsbrún framleiðir sína egnu rávøru, hevur
virkið møguleikar - sum eingin annar – at velja út tað
besta mjølið og lýsið til sína fóðurframleiðslu
Vilmund Jacobsen
Havsbrún í Fuglafirði hevur
higartil í ár keypt og tikið
ímóti stívliga 55.000 tonsum
av ráfiski til sína mjøl-og fóð
urframleiðslu.
Tróndur í Gøtu hevur júst
landað 1750 av svartkjafti, og
hósdagin koma bæði Tumm
as T og Slættaberg inn at
landa.
Tá Sosialurin í gjár skifti
orð við Hartvig Joensen,
deildarleiðara á mjøldeildini
hjá Havsbrún, visti hann at
siga, at Tróndur í Gøtu lá og
tók olju og fór ætlandi avstað
aftur longu í gjár.
Tummas T hevur kemur
við umleið 2000 tons av
svartkjafti, og Slættaberg
man hava nakað tað sama.
Hartvig vísir á, at føroysku
svartkjaftaskipini hava roynt
vestur úr Írlandi og eru síðan
endaði inni í ES-sjógvi.
– Tað er ov langur vegur
hjá skipunum at sigla til
lands við matfiski, og hesum
hava vit fingið ágóðan av. Í
byrjanini av árinum keyptu
vit eisini nakrar lastir frá
norskum skipum.
Hann sigur, at marknað
urin fyri fiskamjøli hevur
verið nokso trekur í vetur, tí
vetur og kuldi er ikki tíðin, tá
alivinnan brúkar mest fóð
ur.
Sær betri út
Hartvig Joensen vísir á, at
ráfiskanøgdirnar hjá Havs
brún líka sum eru komnar
aftur í eina betri legu eftir
minkandi nøgdir í fleiri ár.
Í fjør keyptu vit umleið
195.000 tons av fiski, og tað
er nógv meiri, enn tá ringast
stóð til við ráfiski fyri bert
fáum árum síðan.
Hann vísir á, at fyri 10 ár
um síðan – í 2004 ella 2005
– tá ráfiskanøgdirnar vóru
størstar, keypti Havsbrún
umleið 335.000 tons av rá
fiski.
– Sum árini gingu, mink
aðu nøgdirnar heilt niður um
50.000 tons í 2012 - ja, minnist
eg rætt, keyptu vit hetta árið
einans 47.000 tons.
Hartvig Joensen vísir á, at
av eini fóðurframleiðslu í fjør
á umleið 85.000 tons, vórðu
umleið 95% seld føroyskum
alarum, og restin varð so út
flutt og seld útlendskum al
arum.
Nærkast hendavegin
Enn gongur ein tíð, áðrenn
svartkjafturin afturkemur í
føroyskan sjógv, og leiðarin
á mjøldeildini hjá Havsbrún
veit at siga, at teir í fjør vóru
einir 10-14 dagar inni í apríl,
áðrenn fyrsta lastin av svart
kjafti kom úr føroyskum
sjógvi.
– Síðan plaga skipini at
fiska svartkjaft í føroyskum
sjógvi til einaferð miðskeiðis
í juni mánaði.
Hann sigur, at tá svart
kjafturin kemur í føroyskan
sjógv, er væntandi, at før
oysku uppsjóvarvirkini fara
at frysta fiskin til matna.
– Tá kann Havsbrún í
besta føri vænta sær onkra
last – ella partar av last – ið
gerst ov gomul til matvøru.
Hartvig Joensen sigur, at
tá svartkjaftavertíðin er av,
plaga uppsjóvarskipini at
fara á makrelveiði, og seinni
aftur verður vanliga farið á
sild.
Strong krøv til rávøruna
– Í fjør keyptu vit umleið 195.000
tons av ráfiski, og tað er nógv meiri,
enn tá ringast stóð til fyri bert fáum
árum síðan, sigur Hartvig Joensen,
leiðari á mjøldeildini hjá Havsbrún.
Mynd: Vilmund Jacobsen
Vilmund Jacobsen
Havsbrún var fyrsta fiska
mjøls- og lýsivirki í heimin
um, sum fór undir at fram
leiða fiskafóður. Í Evropa
er virkið enn einsamalt um
hetta. Havsbrún er eisini
einasta virki, ið framleiðir
alifóður í Føroyum. Fóð
urmjøl verður framleitt úr
fyrsta floks rávørum. Um
leið helvtin av fóðrinum er
fiskamjøl og -lýsi.
Havsbrún
fór
tíðliga
at seta strong krøv til
rávøruna, sum varð landað
til virkið. Ein støðug tøknilig
menning, gott samstarv við
altjóða granskingarstovn
ar og føroysku alivinnuna
og tann miðvísi góðsku
politikkurin hevur givið
virkinum altjóða viðurkenn
ing sum eitt framkomið
fiskamjøls- og fóðurvirki.
Við tað at Havsbrún
framleiðir sína egnu rávøru,
hevur virkið møguleikar -
sum eingin annar - at velja
út tað besta mjølið og lýsið
til fóðurframleiðsluna.
Fiskamjølið og lýsið í
fóðrinum hjá Havsbrún stav
ar frá somu fiskasløgum,
sum villur laksur náttúrliga
etur. Hetta tryggjar alifisk
inum best møguligar vakstr
arumstøður.
Nú líkist aftur
við ráfiski á
Havsbrún
Vinna