týsdagur 17. mars 2015síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 18. mars 2015 · Nr. 32
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Minningarorð um Aron Mørk Holm
f. 14.10.2013 d. 11.01.2015
Minningarorð
um abban Páll Poulsen
f 1.1.1937 d. 7.2.2015
Aron er, var og vil altíð verða ein
hetja! Lítli skatturin bleiv føddur
14. oktobur í 2013 á Suðuroyar
sjúkrahúsi.
Eg vitjaði teg, tá ið tú bert var 2
tímar gamal. So yndigur og perfekt
ur prinsur. Vit vóru øll glað, lukku
lig og stolt av tær. Men ikki vistu vit
tá, at ein hørð tíð stóð tær og familj
uni fyri framman.
Bert 10 dagar gamal vart tú aftur
á sjúkrahúsi, og var gleðin vorðin til
sorg. Tú vart sjúkur, ógvuliga sjúkur.
Fyrstu 7 mðr var tú í Danmørk, inn
lagdur og kempaði fyri lívinum, og
ferð eftir ferð prógvaði tú, at tú vart
eitt mirakul! Tú kláraði tað, sum
ongin lækni helt var møguligt. Tú
vart ein hetja! Hóast drúgva byrjan
á lívið, vart tú altíð í góðun lag, og
fekk man altíð eitt smíl. Tú elskaði
at sparka við Adrian, syngja og
spæla við Sandru og allar best var
at spæla við dustsúgvarin.
Kom Andrea á vitjan, vart tú
altíð klárur at geva henni eitt stórt
klemm. Soleiðis vilja vit altíð minn
ast teg, góða barnið. Nú ert tú ikki
millum okkum longur, men vit vitja
teg enn. Á tínum flotta "hava", har
tíni foreldur og systkin hava pyntað
so flott, og Andrea hevur tendrað
ljós til sín fyrsta og besta vin.
Gumman og Andrea sakna teg
so ómetaliga nógv og vildu gjørt alt
fyri at fingið eitt síðsta klemm.
Góðu Rini, Tórður, Barbara, Elin,
Tórunn, Adrian og Sandra. Okkara
tankar eru hjá tykkum hvønn dag,
og biða vit Gud styrkja tykkum i
hesu sváru tíð.
Sov blítt og søtt og droym um sól,
sum lýsir yvir garð.
Guð faðir, hann í himli er,
skal ansa eftir tær.
Tær einglar sínar sendir hann,
um vøggu standa teir;
tí kanst tú sova trygt og væl
og óttast einki meir.
Elskaður og saknaður altíð.
Andrea Reidun,
gumman og Sólfinn
Elskaði abbi mín, ikki vardi tað meg,
at eg skuldi sita her og skriva minn
ingarorð um teg, nú várið er á veg,
og alt spakuliga byrjar at spretta.
Hóast tú ikki var nakar ungl
ingur longur, so vart tú so raskur
og frískur og ikki sást á tær, at tú
nærkaðist 80 árum.
Tá eg tann 21. januar kom vestur
í Vágar at heilsa upp á teg og ynskja
tær góða eydnu á Ríkissjúkrahús
inum, tí tú vikuna frammanundan
hevði fingið ein blóðtøpp og var
innlagdur á Suðuroyar Sjúkrahús,
var eg sjálvandi ógvuliga bangin
um teg, men tú sá út sum tú plagdi,
og lagið var gott sum altíð.
Ikki var tað í mínum tonkum, at
hetta skuldi verða seinasta ferð, vit
sóu hvønn annan.
Eg elskaði tína heilt serligu og
heitu persónligheit, og fyri tey,
sum kendu teg, var hon eitt tekin
um kærleika.
Eg beundraði altíð títt góða
hjarta, títt fryntliga lyndi, tína
kenslubornu rødd og tín sera
nemma máta at vísa, hvussu góður
tú var við okkum øll.
Ja eg kundi blivið við, men ringt
er at siga við orðum, hvussu nógv
tú hevði at siga fyri meg. Eg sá upp
til tín upp á allar mátar, og vit vóru
samd í so nógvum. Alt frá politikki
og støðuni í Føroyum, til veðrið og
keðiliga kavan, sum vit bæði hildu
lá alt ov leingi hvørt ár.
Eg føli, at eg var heppin, tá eg var
barn, eingin dagrøkt var í Sumba,
so eg eri sloppin at njóta nógvar
og góðar løtur heima hjá ommuni
og tær. Tú elskaði at vera saman
við okkum abbabørnum, og tú
fann altíð upp á okkurt spennandi
og læruríkt til okkum at gera. Vit
sluppu at vera við í øllum tí, tú
gjørdi, um tað var at seta eplir niður,
banka fisk í kjallarinum, rudda
hjallin ella at fara undir bakkan at
leita eftir flottum steinum, tað var
líkamikið, tú rætti hondina fram og
leiddi okkum við tær, har tú fórt.
Tú var sjómaður alt títt liv, hevði
siglt síðani tú var 15 ára gamal, og
tá tú fyri 10 árum síðan fór í land
av Tjaldrinum, aftan á 28 ára trúgva
tænastu, kendist tað, sum um tú
ikki visti, um tú fór at duga at fóta
tær á landi. Eg minnist enn, hvussu
kedd eg var um at síggja teg gevast
við nøkrum, sum tú gekk so høgt
uppí, og hetta sum samtíðist hevði
verið ein so stórur partur av mín
um lívi. Eg slapp við tær at sigla
við Tjaldrinum, ja eg slapp enntá
at stýra. Tá tú var umborð, og vit
skuldu norðureftir, var at hava
eyguni opin, fyri at vita, um vit sóu
Tjaldrið liggja við kai onkunstaðni,
tí so kundu vit nemliga sleppa um
borð til abban, og har bleiv mann
forkelaður upp um bæði oyru við
øllum góðum.
Aftan á eina tíð í landi, fekst tú
onnur ting at ganga uppí, og vit
høvdu stóra gleði av at hava teg
her í gerandisdegnum, tú var altíð
klárur, um vit heittu á teg. Seyð
urin og hundanir nutu gott av, at
tú var her, væl passaðir, og kerliga
tók tú tær av teimum. Eisini vart
tú dugnaligur at hagreiða allan
føroyskan mat, og dámdi tær væl
at hjálpa ommuni við tí húsliga og
at fríðka um uttan fyri húsini og í
garðinum, ja, alt tú gjørdi, gekst tú
upp í við lív og sál.
Eg kenni meg so hepna at hava
havt ein góðan abba ígjøgnum mín
barndóm, ungdóm og inn í vaksna
lívið, líkamikið, hvat eg tókst við,
so visti tú, hvat eg gjørdi, tí tú var
so sera áhugaður í, hvat fór fram í
okkara gerandisdegi, tú var altíð so
sera stoltur av okkum og stuðlaði
okkum í øllum, vit fóru undir, og
var eydnan við okkum, so gleddist
tú lika nógv sum vit, somuleiðis
var, um vit vóru kedd. Tú var altíð
á síðulinjuni, altíð til reiðar at gera
tað, tú kundi, fyri at hjálpa okkum.
Fyri meg og Bryndis hevur tú
verið ein kærur trúfastur abbi, tín
kærleiki var treytaleysur, og tín
umsorgan fyri tínum kæru fylti
nógv.
Veruleikin er ikki altíð lættir at
skilja og góðtaka, og nú mín góði
abbi, eru tað vit, sum mugu læra at
fóta okkum, læra at liva uttan teg.
Góða omman, vit vilja gera alt
vit kunnu fyri at stuðla teg og vera
hjá tær. Tú hevur mist ein kæran
mann, ein mann sum dagliga vísti
tær, hvussu góður hann var við teg.
Lívið er broytt frá einum degi til
næsta, men tey góðu minnini um
abban hvørva ikki, men liva í hjørt
unum og ugga okkum.
Lívið er einaferð soleiðis, at hev
ur tú verið góður við onkran, so
kemur tú eisini at kenna sorg, og
saknurin eftir teg góði abbin kem
ur altíð at vera her. Nú eigi eg ein
góðan og vakran verndareingil í
Himlinum.
Eg vil enda hesi fáu orð við ein
um broti av einum sangi, sum hevur
uggað meg síðstu tíðina.
I guess heaven was needing a hero
Somebody just like you
Brave enough to stand up
For what you believe
And follow it through
When I try to make it make sense in
my mind
The only conclusion I come to
Is heaven was needing a hero
Like you
I remember the last time I saw you
Oh, you held your head up proud
I laughed inside
When I saw how you were standing
out in the crowd
Your such a part of who I am
Now that part will just be void
No matter how much I need you
now
Heaven needed you more
Abbin, eg elski teg líka til mánan
og aftur.
So leingi eg livi skulu minnini
um teg liva!
Ein dag síggjast vit aftur, og eg
gleði meg at fáa eitt ordiligt »abba
klemm« frá tær tá.
Eg vil lýsa frið yvir minnið um
abba mín.
Guðrun
nøvn