Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-17, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. mars 2015síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 18. mars 2015 · Nr. 32 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Zakarias Wang Háttvirda samkoma! Tað er mær ein heiður at hava fingið høvi til at leggja fram bókina “Fyrsti salutt- urin fyri fríu Føroyum” her í skúlanum á Trøllanesi. Tað eru ikki nógvar bøkur, sum nevna Trøllanes, men kaga vit í stílin í hesi bók, so sígg ja vit at har er bygdin nevnd. Orsøkin til, at vit hava framløgu av hesi bók her, er tann einfalda, at her ber til at síggja, at Trøllanes er ein týdningarmikil bygd í Før oya søgu. Her sæst nevnliga eitt yvir lit yvir úrslitið av fólka- at kvøðuni 1946 fyri øll val- støð í Føroyum, og her er Trølla nes í eini serstøðu. Tá fólkaatkvøðan var tann 14. september 1946 fin- gu veljararnir tvinnar kost ir í at velja. Annar var at seta kross fyri tí uppskoti, danska stjórnin hevði bjóðað okk um sum ein innlimaður part- ur av kongsríkinum Dan- mørk. Hetta uppskot tordi løgtingið ikki at leggja undir fólka at kvøðu, tí eingin ivi var um, at tað hevði fallið. Í bókini stendur tilboðið prentað, og ein og hvør kann siga sær sjálv um, at fell uppskotið, so var tað tað sama sum loys ing. Fyri at sleppa undan hes um vissa úrsliti samtykti løg ting ið, at hin valkosturin skuldi vera loysing, og so skuldi alt gerast fyri at fáa stjórn ar- upp skoti num sig ur in. Tá løgtingið samtykti fólka at kvøðuna 10. mai 1946 var eingin, sum ivaðist í, at loysing fór at fella, og fallið fór at vera stórt. Nakrir fáir føroy ing ar høvdu tikið upp loys ing ar kyndilin. Undir- tøka n hevði verið lítil. Men hvat hendi? Tá fólk settu seg at lurta eftir úrslitunum frá teimum 76 valstøðunum, vísti tað seg, at í bygd eftir bygd var meiriluti fyri loysing. Í trim- um valstøðum vóru allar at- kvøðurnar fyri loysing. Hesi valstøð vóru Koltur, Trølla- nes og Haraldssund. Tað sum hendi á hesi fólka atkvøðu var tí, at roynd in at innlima okkum í danska eindarstatin fell. Sum kunnugt endaði hesin leikur við, at løg- tings meirilutin vildi fylgja úrslitinum av fólka at- kvøðuni og at for sætis ráð- harrin tí upploysti løgtingið. Fyrsti kapitul í bókini er um tað sum fór fram fyrstu dagarnar eftir fólka- atkvøðuna, har allir flokkar í Føroyum viðurkendu úrs- lit ið. Føroyingar settu sær fyri at taka upp egnan tein, og sjálvt skiparin á orrustu- floyi num Simpson strikaði Danne brók og heysaði Merk ið í húnar hátt fyri at viður kenna tær fríu Før- oy ar. Síðan verður greitt frá, hvussu danska stjórnin skifti støðu og ikki vildi nýta ta fólkaatkvøðu, sum hon sjálv hevði sett í verk. Tá løgtingið var ósamt við nýggju støðu stjórnarinnar og ætlaði sær at halda fram við arbeiði sínum, upp loysti stjórnin løgtingið og ætlaði sær at handtaka ólýd nu løgtingmenninar. Helst skuldu føroyskir løg reglu- menn seta løgtings menn- in ar í geglið, men megn aðu teir tað ikki, so kun du her- menn ini r á tí danska verju- skipi num, sum teir í skundi høvdu siglt til Tórs havn ar, hjálpa amt manni num at seta ting menn in ar í brummuna. Í øllum teimum londum, fólka atkvøða hevur verið um loys ing, er einki dømi um so grova n yvirgang, sum tann, danska stjórnin her gjørdi seg seka í. Spurningurin er, um stjórn in hevði loyvi til at trað- ka føroyska fólka vilj an niður og senda tað løgting til hús, sum vildi fylg ja úrslitinum av fólka at kvøðu ni. Nær og hvussu hevur danska stjórnin fingið tann rætt, sum hon nýtti til at berja fólksins vilja niður við? Í tí sum eftir er av bókini verður leitað eftir svari upp á henda spurning. Fyrst verður kannað, um ein slíkur rættur kann stava frá friðarsáttmálanum í Kiel í 1814. Vórðu vit við honum inn limaði í Danmarkar ríki? Her kemur so væl við, at Dan mørk í rættarmálinum um rætt Noregs til summar part ar av Eysturgrønlandi í 1933 hevði ført fram júst hetta uppáhald. Í hesum parti num av dóminum tapti Dan mørk fullkomuliga. Tað er tí av heimsins hægs ta løgfrøðiliga myndug leika sligið fast við sjey tummma- seymi, at vit í 1814 ikki gjørd- ust ein partur av Dan mark ar ríki. Har um framt segði dóm- stól urin, at okkara rættar- støða ikki broytt ist av hesum friðar sát t mála. Tað er tí neyðugt at skilja, hvør okkara rættarstøða var fyri 1814, til tess at fáa greiðu á, hvussu hon er í dag. Hetta er lætt at greina, tí vit hava jú sambandssáttmálan mill- um okkum og Danmarka ríki frá 29. august 1450, sum er at síggja í hesi bók. Við hesum bindandi sátt- mála hevur Danmørk givið okk um sjálvstýri, tí har verð ur sagt, at tað ikki hev ur rætt at leggja upp í okkara innanríkis viður- skifti. Somuleiðis hava vit ta norsku stjórnarskrá frá 7. august 1661, sum vit sjálvi tóku undir við á løgtingi 14. august 1662. Vit høvdu við hesi samtykt átikið okkum skyldu til at vera kongi okkara lýðin. Men í 1849 slepti kongur okk um frá teimum skyldum, sum vit vóru gingin undir. Eftir meginregluni um fólka- suveren i tetin skuldu vit tá sjálvi avgera, hvat ið skuldi henda hjá okkum. Eins og danir fingu eina stjórn ar- skráar gevandi ríkis sam- komu, skuldu vit eisini havt eina av sama slag. Men tað fingu vit ikki. Í staðin fyri nápaði danska stjórn in tað vald, vit høvdu givið kongi okkara, og stýrdi okkum á sama hátt, sum kongur hevði stýrt framman undan eins og Kristoff ur Gabel hevði lagt hon um lag á. Síðani 1849 hevur stýri Dan markar yvir okkum tí verið heimildarleyst, og av- gerðin um at koyra løg ting ið til hús í 1946 í stríð við vilja Før oya fólks, var tí ólóglig. Hetta hevur verið ført fram fyrr. Her verður tað gjørt í eini vísindaligari fram løgu. Hvat siga danskir vís inda- menn til slíkar fram løgur? Vísindi eru eyðkend av orða skifti. Ein vísindamaður sig u r eitt, setir fram eina hypo tesu, sum tað eitur, og allir aðrir vísindamenn hava skyl du til at ansa eftir, at tað, sum verður ført fram, er rætt. Halda teir, at ein hypo- tesa er skeiv, er tað teirra vísinda liga skylda at falsi fi- sera hana, sum tað eitur, við at vísa á hvar ið mistakið er. Hvat hava danskir vís inda - menn so sagt um ta hypo tesu, sum tit kunnu lesa í hesi bók? Teir hava ikki sagt eitt orð. Í vísindaligum høpi merk- ir slík tøgn, at hypo tes an verður viðurkend sum sann- leiki. Við at tiga hava danskir vísindamenn tí tikið undir við, at vit sum her búgva, hava rætt til at stýra okkara egnu viðurskiftum og hava eins stórar rætt til at avgera uttan ríkispolitikkin sum danir hava. Hóast tað eru vit enn í tí donsku spennitroyggjuni, sum vit í 1946 við danskari hern að armegi vórðu løgd í. Hvussu kunnu vit sleppa burtur úr hesi ólógligu skip- an, soleiðis at vit fáa tað sjálvstýri, sum vit hava full- komnan rætt til? Til tess krevst fólksins undir tøka. Fyri at virka fyri hesum er tað at eg havi gjørt av at stilla upp til kom andi fólka- tingsval sum uttan flokka val evni. Endamálið er at fáa fólks ins mandat til at støðga tí ólógligu uppílegging, sum danska stjórnin útinnir her hjá okkum. Alt ov leingi hava vit latið okkum henda órætt lynda, men alt hevur sína tíð, og nú er øll orsøk til at siga gablaveldinum far væl og geva fólki okkara sín demokratiska rætt til at stýra innan ríkis eins væl og í uttan ríkismálum. Nú er øll orsøk til at siga gablaveldinum farvæl – og geva fólki okkara sín demokratiska rætt til at stýra innanríkis eins væl og í uttanríkismálum. Tað segði Zakarias Wang millum annað, tá hann legði fram bókina “Fyrsti salutturin fyri fríu Føroyum” á Trøllanesi mánadagin Mikudagur 18. mars 2015 · Nr. 32 Hendan myndin er tikin 6. januar í 1998, tá Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharri, vitjaði í Føroyum. Hetta var í kjalarvørrinum á bankamálinum og sokallaðu Grønborg-rapportini. Zakarias Wang roynir at siga forsætisráðharranum, at føroyingar ongantíð hava givið Danmark valdið yvir Føroyum