týsdagur 17. mars 2015síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 18. mars 2015 · Nr. 32
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
fótbóltur
Tróndur Arge
Mánadagin lat flytingarvin
deygað í Føroyum aftur. Nú
kunnu spælarar ikki flyta
millu, ella til føroysk feløg,
fyrr enn flytingarvindeygað
letur upp aftur í summar.
Tað bleiv ikki nakar dramat
iskur endi á flytingarvind
eyganum.
Eina
løtu
var
spenningur um eitt nú Heina
Vatnsdal, men tað gjørdist
skjótt greitt, at tað ikki bleiv
til nakað.
Samanumtøka av
seinasta degnum
Kristian Joensen, sum hev
ur verið sáttmála leysur í
eina tíð, skifti til 07 Vestur,
meðan AB boðaði frá, at
miðverjin og argjamaðurin,
Rói Danielsen, kemur aftur
til felagið í summar. Tað
ljóðaði, at HB leitaði eftir
einum málverja at geva Teiti
M. Gestsson kapping í mál
inum. Eitt annað navn, sum
bleiv nevnt í fleiri førum var
Heini Vatnsdal, hvørs spæl
araloyvið liggur í HB. Hann
hevur leitað eftir felagi í
Danmark, men tað hevur
ikki eydnast.
Hann hevur verið settur
í samband við Víking og FC
Suðuroy, men hann hevði
upprunaliga sáttmála við
HB fyri 2015. Sáttmálin bleiv
bara uppsagdur um Heini
Vatnsdal fór til útlendskt
felag. HB mátti av við 50.000
krónur til FC Suðuroy í 2013,
tá hann kom felagið, so HB
fór ongantíð at lata hann
fara aftur uttan eina líkn
andi upphædd. Víkingur er
kappingarneytið hjá HB, so
har er nokk ongin ivi um, at
HB ikki eru sinnaðir at lata
hann fara ókeypis til ein
kappingarneyta.
Feløgini væl nøgd
Í sendingini á Rás2 vóru
umboð fyri flestu feløgini í
gjøgnum. Felags fyri tey var,
at tað ikki bleiv arbeitt við
nøkrum á seinasta degnum,
sum var realistiskt.
Flestu feløgini í Føroyum
ger rímiliga skjótt av í hesum
døgum. Tey eru ikki sinnaði
at bíða til stutt fyri kapp
ingarbyrjan, fyri at fáa svar
spælarunum.
Tað vísir eisini støðan hjá
Høgna Madsen, Karl Løkin
og Kristiani Joensen. Høgni
Madsen endar í FC Suðuroy,
eftir at hann hevði boðað
frá, at hann helst vildi spæla
við um FM heitið. Karl Løkin
bleiv sum skilst trýstur langt
niður í prís, áðrenn ÍF tók av,
meðan áhugin frá Víkingi
var
minimalur,
umframt
at Kristian Joensen endar
í næstbestu deildini. Tað er
ein staðfesting av, at feløgini
ikki eru sinnaði at taka av
eini stuttskygda loysn fyri at
órógva langtíðar loysnirnar.
Tí tað er ongin ivi um, at
Kristian Joensen er góður
nokk at spæla í Effo-deildini.
Hav tol og ikki koma
heim ov tíðliga
Millum teirra, sum vóru
í sendingin á Rás2, vóru
Hans Jacob á Líknargøtu,
umboðsmaður,
Steinfinn
Mittelstein,
fyrrverandi
stjóri í P/F Havnar Fótbóltur
og fótbóltsspælararnir Rógvi
Jacobsen,
Jens
Kristian
Hansen
og
Páll
Mohr
Joensen.
Afturgangandi fyri allar
var, at teir halda at føroyskir
fótbóltsspælarar skulu hava
tol. Bæði tá teir sláa í gjøgn
um í føroyskum fótbólti,
reka eitt fótbóltsfelag, men
so sanniliga eisini, tá teir
royna seg uttanlands.
– Gev tol. Sjálvt um tú er
mettur sum eitt talent, so
merkir tað ikki, at tú sum
17 ára gamal skal byrja inni.
Dømi sum Lionel Messi, ið
byrjar inni sum heilt ungur,
er heldur sjálvsamt, sigur
Páll M. Joensen, ið kom
gjøgnum nálareygað hjá HB,
umvegis at verða útleigaður
til NSÍ.
Steinfinn Mittelstein, sum
var partur av leiðsluni hjá
HB og P/F Havnar Fótbóltur
frá 1994 til 2009, sigur at tað
er týdningarmikið, at sita
væl á kassanum.
– Tað er bara ein, sum
vinnur. Tí skulu feløgini
ansa eftir og sita tungt á
kassanum, og heldur byggja
eitt lið upp, sigur Steinfinn
Mittelstein,
vísandi
til
miliónirnar, sum fylgja við
at blíva FM vinnari.
Ein av føroysku spælar
unum, sum hevur roynt seg
uttanlands í fleiri førum er
Rógvi Jacobsen. Hann held
ur, at føroyskir spælarar
skulu bara geva sær góða tíð,
tá teir fara uttanlands.
– Gev tær góða tíð. Ver
tolin og ikki koma heim av
lokkandi tilboðum frá før
oyskum feløgum. Tað er ein
stuttskygda loysn at koma
heimaftur. Vit eru ov nógvir,
sum eru komnir heima aftur,
sigur Rógvi Jacobsen.
Jens Kristian Hansen er
ein av fleiri spælarum, sum í
90 unum royndi seg eitt stutt
tíðarskeið uttanlands.
– Eg helt tað var stutt at
royna at verða fulltíðarspæl
ari, sjálvt um tað bara var í
stutta tíð. Eg hevði ynskt, at
føroyskir spælarar høvdu
satsað meira, tá teir fóru
uttanlands at spæla. So teir
ikki koma aftur til Føroyar
til eitt fast pláss í Effo-
deildini, men heldur taka tað
súra við, sum tað krevur at
spæla uttanlands. Tað hevði
verið stuttligt at sæð ein
føroyskan spælarar í Premier
League ella bara í Super
liguni, men føroyskir spæl
arar mangla tað seinasta,
sigur Jens Kristian Hansen,
sum eitt skiftið royndi seg í
Ayr United í Skotlandi. Ein
uppliving, sum hann er fegin
um í dag.
Hans Jacob á Líknargøtu,
umboðsmaður hjá millum
annað
Kristiani
Joensen,
sigur eisini, at tað hevði verið
ynskiligt, at føroyskir spæl
arar høvdu víst ein størri
vilja at halda fram uttan
lands – eisini tá tað gongur
ímóti.
Umboðamaðurin
heldur annars, at áhugin
fyri føroyskum spælarum
er vaksandi, og at feløg
síggja spælarar úr Føroyum
sum spælarar, ið teir kunnu
menna.
Eg kenni felagið
og venjaran
Tað sigur Kristian Joensen
um nakrar av orsøkunum, at
hann valdi 07 vestur.
– Eg valdi 07 Vestur, tí
eg standi og mangli eitt
felag. Við 07 Vestur kann
eg vónandi fáa fleiri dystir
til í summar, sigur Kristian
Joensen, sum kennir bæði til
felagið og venjaran.
– Eg kenni felagið og
venjaran, so eg veit hvat eg
fari til. Málið er enn at spæla
uttanlands. Við 07 Vestur
haldi eg, at eg havi fingið sera
lagaligar treytir fyri at fylgja
tí málinum, sigur málverjin
um valið av 07 Vestur, sum
spælir í næst bestu deildini
í Føroyum.
– Støðan er ikki haldbar í
longdini, og tí valdi eg eisini
at skriva undir nú, heldur
enn at ganga og bíða enn
longri. So vónandi er hettar
seinastu ferð man endar í
einari tílíkari støðu, sigur
Kristian Joensen at enda.
trondur@sosialurin.fo
Boðskapurin var ikki at taka feil av, tá Rás2 hevði serliga fótbóltssending í samband við at flytingarvindeygað
lat aftur á midnátt mánakvøldið. Stóra søgan hendan dagin bleiv, at Kristian Joensen skiftir til 07 Vestur
ikki geva upp
B36
Tilgongd: Ibrahima Camara,
Hans Pauli Samuelsen og Jónas Tór Næs
Frágongd: Adeshina Lawal,
Símun Joensen, Rógvi Poulsen,
Klæmint Matras, Jákup Højgaard og
Rasmus Dan Sørensen
HB
Tilgongd: Arnbjørn T. Hansen
Frágongd: Heini Vatnsdal,
Tróndur Jensen, Jóan Símun Edmundsson
og Kristin R. Mouritsen
Víkingur
Tilgongd: Gert Aage Hansen
Frágongd: Hallur Hansson
NSÍ
Tilgongd: Jóhan Jacobsen,
Andras Frederiksberg, Jonleif Højgaard
og Hákun Edmundsson
Frágongd: Sjúrður Jacobsen,
Andy Olsen, Jústinus R. Hansen
og Christian Høgni Jacobsen
EB/Streymur
Tilgongd: Jákup Højgaard og
Rasmus Dan Sørensen
Frágongd: René Tórgarð,
Hans Pauli Samuelsen,
Arnbjørn T. Hansen, Gert Aage Hansen,
Høgni Madsen og Jónas Þór Næs
KÍ
Tilgongd: Evrard Blé, Mayowa
Oladele Alli og Kenan Hajdarevic
Frágongd: Jóhan Jacobsen,
Álvur Christiansen, Rodrigo Silva
og Bárður J. Heinesen
ÍF
Tilgongd: Adeshina Lawal, Andy Olsen,
Sjúrður Jacobsen, Predrag Markovic,
André Olsen og Karl Løkin*
Frágongd: Jákup Mikkelsen,
Bogi R. Petersen, Bogi Løkin,
Jógvan Isaksen og Heri Nesá
*Karl Løkin farin og komin aftur
AB
Tilgongd: Rógvi Poulsen,
Kristin R. Mouritsen, Rói Danielsen,
Niklas Thomsen og Álvur Christiansen
Frágongd: Aleksandrs Cekulajevs
og Leivur H. Joensen
TB
Frágongd: Eirikur Ellendersen,
Aron Sørensen og Ragnar Tausen
Tilgongd: Heine Mortensen,
Albert Adu, Reynir Magnússon,
Andri Freyr Björnsson, Franck O. Able
og Patrik Johannesen
FC Suðuroy
Tilgongd: Mamuka Toronjadze,
Vallerian Iobashvili, Christian Ibegeaha
og Høgni Madsen
Frágongd: Patrik Johannesen,
Reidar Dahl Joensen og Bjarni á Hólalagi
Effo-deildin flytingar 2015: