hósdagur 19. mars 2015síða 4
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 20. mars 2015
sosialurin 33
4
Leygardagin 21. mars er altjóða
Down Syndrom dagur.
Hendan dagin verður fokus sett á folk við
Downs Syndrom, umstøður og holdningar
teirra, og tað verður serliga gjørt við bláum
neglalakki.
Við bláa neglalakkinum verður undir
strikað, at fólk við Down syndromi eiga
rætt til lívið eins og øll onnur.
Leygardagin 21. mars 2015 kl. 13 verður
Reinsaríið í Tórsgøtu í Tórshavn karmur
um altjóða Downs
Syndrom dagin.
Har verður mangt
ymiskt á skránni,
millum annað
gevur Javni
út bókina
»Vinur mín
hevur Down
syndrom«
eftir Jennifer
Moore-
Mallinos.
Á baksíðuni á bókini stendur:
»Vinur mín hevur Down syndrom« er
ein fjálg søga um tvey børn, sum møtast
á summarlegu og verða góðir vinir, hóast
annað hevur Down syndrom. Hesar
genturnar læra, at øll hava ymisk evni
og ymiskar eginleikar, og at tá ið hvør
hjálpir øðrum, kunnu vit vinna á ræðslu og
forðingum og fáa nógv burturúr.
»Vinur mín hevur Down syndrom«
kveikir og eggjar børnum til at fara tvørtur
um forðingar, sum kunnu vera ímillum
børn við Down syndromi og børnini, tey
spæla við.
Eftir útgávudagin verður bókin
handað øllum børnum í 2. flokki
kring landið.
Les meira á www.javni.fo
Leygardagin:
Strúkur í vindi upp í hvassan vind
av suðri og útsynningi og stundum
regn. Hitin millum 6 og 10 stig.
Sunnudagin og mánadagin:
Sunnudagin stívt andøvsgul av
útsynningi og regn eitt skifti,
mánadagin strúkur í vindi av
vestri og ælingur. Hitin millum 7
og 11 stig.
Veðrið fríggjanáttina:
Brúgvaløgini við Føroyar standa
mestsum í stað.
Hósdag, seinnapart:
Gul til stívt andøvsgul av
landsynningi og regn av og á. Hitin
millum 3 og 6 stg.
leygardagin
Hósdagin
fríggjadagin
5-10 m/s
13-18 m/s
5-10 m/s
5-10 m/s
13-18 m/s
3-8 m/s
Fríggjadagin:
Gul til stívt andøvsgul av
útnyrðingi, um kvøldið lot av
ymsum ættum. Regn av og á og
hitin millum 3 og 6 stig.
Vikan ið fór
Sæð á Facebook:
»Eg vil fegin
hava børn ein
dag. Tveir dagar
í mesta lagi!«
Sæð á Facebook:
»Verður tað fravegis
roknað sum tíðindi,
at streymurin fer?«
Rókur Jákupsson Jacobsen, er
einasti av teimum trimum
føroyingunum, sum er komin
víðari til hálvfinaluna í
Íslendsku talentkappingini.
Rókur skal í eldin sunnukvøldið
22. mars, tá hann skal vita, um
hann megnar at syngja seg víðari
til finaluna. Rókur hevur sett sum
treyt fyri at luttaka í kappingini, at
hann bara vil framføra egin løg, og
hálvfinalan verður einki undantak.
Hálvfinalurnar eru býttar í trý umfør.
Sjálvur sigur hann seg ikki hava vánir um
at koma víðari, tí hann er "fremmandur" í
Íslandi, og at hann tískil verður ovurfegin,
um tað letur seg gera hjá honum.
Vit ynskja honum í øllum førum
bestu eydnu.
Eitt orð, sum eftirhondini neyvan
nýtist nakra frágreiðing!
Sólarmyrking: (stjfr.) tað at jørðin kemur í skuggan frá mánanum,
tá ið hann stendur millum sólina og jørðina, sólmyrking
Bestu føroysku
tónleikararnir vórðu
heiðraðir á FMA
leygardagin.
Týskvøldið var streymslit
um alla Suðuroynna.
Mentamálaráðið dumpaði
aftur hesuferð, tá næm
ingarnir skuldu til Pisa
roynd. Geymarnir við
spurningunum, riggaðu
ikki sum ætlað, og tí
mátti royndin útsetast
í fleiri tímar.
Lars Olsen hevur tikið
teir leikararnar út,
sum skulu spæla
móti Rumenia.
Eitt nýtt navn á
landsliðnum er René
Shaki Joensen.
Ein kvinna varð sunnu
náttina álopin av einum
manni, sum sló hana og
royndi at draga hana inn
í ein garð. Hon fekk fatur
á hárspraynum í taskuni,
og sproytaði tað í and
litið á brotsmanninum.
Løgreglan væntar ikki, at
málið verður uppklárað.
Faroe Petrolum boðar
frá, at nú verður farið
undir at bora Shango-
leitibrunnin í norskum øki.
Posta hevur avlop á 4
milliónir krónir. Tað er
besta úrslitið í mong ár.
Allar Føroyar eru í
undantaksstøðu nú sólar
myrkingin nærkast.
Kommunur, stovnar og
virki kappast um at skipa
fyri sólarmyrkingar
tiltøkum, hóast veður
forsøgnin er ivasom.
10.000 ferðafólk eru
komin til landið fyri at
uppliva sólarmyrkingina.
Rókur syngja
aftur sunnudagin
»Sólarmyrking«
Altjóða Down syndrom dagur
iceland’s got talent
leygardagin 21. mars
Mest
nýtta
orðið
hesa
vikuna
...uppá ein minutt
So nógvar gistingar
vóru í føroysku
ferðavinnuni í 2014
137.510
mangt og hvat
Á cruise
skipinum »the
World« eru 165
íbúðir. Fólk búgva
fast umborð, meðan
skipið siglir um
allan heim