Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-19, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. mars 2015síða 10

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 20. mars 2015 sosialurin 33 10 25. mars er føðingardagur V. U. Hammershaimbs. Tá verður móður­máls­ dagurin hildin. Tað eru Nám, Mentamálaráðið, Sosialurin, Kringvarp Føroya, Málráðið, Føroyamálsdeildin, Norður­landa­húsið, Sprotin, Bókadeild Føroya Lærarafelags og Lands­bóka­savnið, sum skipa fyri degnum og virðislønini Føroyska málið tema Fyriskipararnir heita í hes­um sambandi á skúl­ar, stovnar, fyritøkur og arbeiðspláss í síni heild í land­inum at leggja sær henda dag í geyma, ikki bara í móður­máls­undir­vísingini í skúl­ unum, men í øllum viðurskiftum, so­leiðis at bæði næmingar og fólkið alt verða kunnað um viðurskifti, sum elvdu til, at vit í dag hava eitt væl virk­andi mál, sum alt árið kann rúma øll­um samskifti. Sama dag, móðurmálsdagin 25. mars, verður ein móður­máls­virðis­ løn handað. Virðislønin verður í ár handað fyri tað góða málið í lýs­ing­ um og handilsligum teksti. Seinna­ partin móðurmálsdagin verða fleiri stuttir fyrilestrar og fram­ løgur um móðurmálið í Norður­ landa­húsinum. Um kvøldið verð­ ur Móður­máls­virðis­lønin hand­að í Nýggjustovu í Gongini í Havn, har Hammershaimb vaks upp. Fyriskipararnir siga, at nú skal móðurmálið setast í miðdepilin ein fastan dag, móðurmálsdagin, sum er føðingardagur Hammers­ haimbs. Forløgini Sprotin og Bóka­ deild Føroya Lærarafelags stuðla eisini til­tak­inum. Móðurmáls- ­dagur og virðisløn Barbara Holm T á løgmansembætið varð niðurlagt í 1816, sat Jørgen Frants Hammershaimb í hesum starvi við bústaði á Steig í Sandavági. Hann hevði lyfti um at sleppa at búgva á garðinum til sín doyggjandi dag, og her varð Vencelaus Ulricus Hammershaimb borin í heim í 1819. Vencil var ikki meira enn árs­ gamal, tá pápin doyði í 1820, og so mátti mamman flyta við soninum og eini dóttur, sum hjúnini eisini áttu. Í 1822 fluttu tey av Steigini til Havnar, har tey fingu innivist hjá omm­uni í Nýggju­stovu. Drongurin lærdi her at lesa hjá abba sínum, ið var fúti, og at skriva hjá Jens Davidson, skriv­ara á amtsskrivstovuni. Í 1831 fór V. U. Hammershaimb til Danmarkar at fáa sær útbúgving; hann tók studentsprógv í 1839 og skriv­aði seg so inn á Lærda Háskúlan í Keypmannahavn, har hann fór undir at lesa gudfrøði. Frá 1800 og úteftir var roman­ tikkurin galdandi mentanar­rørslan. Fyri tey, sum vóru hugtikin av hesum, var móðurmálið at kalla heilagt. Fornari tað var, hægri varð tað mett. Í slíkum ment­anar­umhvørvi kom V. U. Hammers­haimb at sita lestrarár síni. Hann las gudfrøði, men áhugin fyri forna norrøna málinum var stórur. Hann var nógv saman við íslendskum studentum, sum lósu í Keyp­manna­havn, og viðgitni danski forminnis­granskarin Svend Grundtvig gjørd­ist vinmaður hansara. Tað er einki at ivast í, at øll hesi viðurskifti fingu hann at seta sær fyri at gera okk­urt muna­gott føroyskum máli og bók­ment­um at frama. Í 1847 tók hann gudfrøðisprógv, men ikki fyrr enn í 1855 fekk hann presta­starv heima í Føroyum. Hann varð tá settur í prestaembætið í Norð­streymoy við sæti á Kirkju­ teigi í Kvívík. Sjey ár seinni 196 ár Lívið hjá V. U. Hammershaimb V.U. Hammershaimb fyllur 196 ár. Stutt ævisøga