hósdagur 19. mars 2015síða 25
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 20. mars 2015
sosialurin 33
25
Komandi partur
Í komandi parti greiður Øssur millum annað
frá realskúlanum, har Hans Andreas Djurhuus
var lærari.
Einki er so gott sum ein omma
Sum lítil svav eg í seingini hjá mammu og pápa.
Tá Oddvør var fødd í 1932 flutti eg 2 ára gamal
inn til ommu at sova. Omma var ógvuliga góð
við meg. Seingin hjá henni stóð í kamarinum
uppi yvir loftstrappuni. Ofta, tá ið hon kom
upp trappurnar á veg í song, hoyrdi eg hana
siga »vælsignaður nú kemur omma«.
Eg minnist at hava verið eftir hoyggi við
ommu. Hon fylti í sekkin og so til gongu heim.
Hvílt var uppi á høvdini heimanfyri hjá abba
beiggja, Laurits Debes. Har setti hon sekkin frá
sær eina løtu, so til gongu heim eftir traðunum.
Omma, Jacobine Sophie Danielsen, var fødd
í 1868 og doyði í 1947. Hon flutti niðan til okkum,
tá ið hon varð einsamøll eftir í húsinum niðri í
Eyri. Húsini vórðu tá leigað út.
Tey, ið leigaðu, komu eina ferð um mánaðin
niðan til okkum við leiguni. Omma goymdi
pengarnar í eini skuffu í kommoduni á
kamarinun.
Tá leigan kom fór hon í býin við okkum at
keypa okkum okkurt. Fyrst fóru vit oman til
skósøluna Demmus. Hetta var har Steinatúni
er í dag. So oman til Sofus Dahl Christiansen,
hann seldi klæðir. Hetta var í Tórsgøtu, har City
er í dag.
Omma plagdi eisini at hava meg við, tá hon
fór at vitja vinkonuna »Vægter« Lovisu, íð búði
í Skipara Hansens gøtu. Húsini eru fastbygd
við skipara Hansens hús og húsini hjá »Stóru
Sannu«. Hesi 3 hús eru nr. 129-130-131 á gamla
havnarkortinum frá 1864. Har verða tey nevnd
í Árnafirði.
Skipari Hansen búði í Skipara Hansens húsi.
Brillumaðurin kravdi í síni tíð skipar Hansen til
los. Hann fjaldi seg men var funnin undir ein
um stórum steini ímillum R.C.Effersøegøtu og
ítrottarhøllina á Hálsi. Hesin steinur er nevnd
ur Skipar Hansens steinur.
Laurits Debes, abbabeiggi Øssur, var við til at byggja Stóragarð.
Ein Aga komfýrur varð eitt
framúr framstig tá í tíðini.
M
anglifjølin var hent at rulla toyið við. Vaskigreiðurnar
vóru baljur og vaskibretti. Petroliumskókarin við
tveimum blussum, seinri avloystur av primus, vóru góðir
hentleikar.
Á bróstinum í køkinum hekk kustur, feiublað og
ikki at gloyma kveistur seymaður av lomvigaveingjum.
10 linjurs petroliumslampa gav eitt hugnaligt ljós og
hita. Torvkassi var undir loftstrappuni. Jarnkomfýrurin
bleiv bustaður, so hann skein langan veg. Klovin hekk á
messinggelendararinum á komfýrinum. Messingapláta á
bróstinum frammanfyri komfýrin var til ringarnar á kom
fýrinum.
Til brenni í komfýrinum var torvið. Tey gomlu hildu
skýming, áðrenn lampa bleiv tendrað. Tá sást glæman
av glóðinum frá komfýrinum lýsa upp. Hetta var hugni!
Torvheiðar
Vit høvdu tvinnar torvheiðar. Einir lógu í Gundadali har
Listarskálin liggur nú. Hinir vóru inni í Bu ella Kettuurðini.
Einasta húsið á leiðini var hjá Trónd Hansen.
Omma og mamma røktaðu og bóru alt torvið heim til
hús í byrðaleypi. Tær báðar fóru ofta í lýsingini eftir torvi,
áðrenn farið var til arbeiðis.
Seinri í tíðini, tá ið Sundsvegurin og bilar vóru komnir,
fyltu vit torvið í sekkir og bóru tað við fetli undan fjallinum
heilt oman á Sundsvegin. Tað var ein langur túrur, men
væl bar til. Vit vóru von við at knossa. Heilsan var góð og
arbeiðshugurin ikki minni.
Tað var ofta ringt at fáa mann at skera torvið. Tá varð
gjørt gerðabýti við onkran mann, so vit ein annan dag bóru
burtur fyri tann mannin.
Arbeiðsdagurin var langur hjá teimum gomlu. Millum
máli var kl. 4. Eg minnist eg fór við millumála, tað var
langur vegur frá niðri á Eyri.
Torv av Toftum
Undir fyrra heimsbardaga var trot á ymiskum vørum. Mjøl,
sukur, petrolium og kol vóru skamtaðar. Tá bleiv nógv
torv skorið, men tað var ikki nóg mikið. Vit máttu fáa frá
bygdunum, serliga frá Rituvík. Handilsforeiningin fekk
nógv torv haðani, og tað bleiv goymt á loftinum á Tele
grafstøðini. Vit vóru fleiri ung, sum stáplaðu tað upp har.
Tað vóru nógvir traðarmenn í Havn. Teir flestu høvdu
eina ella fleiri kýr, vit høvdu tvær. Eg var ikki von við hetta
arbeiði, men tað var líka gott at leypa í tað sum at krúpa
í tað. Eg lærdi meg at mjólka, og væl bar til, so vit høvdu
altíð nógva mjólk. Vit høvdu fastar kundar serliga til børn
og nýføðingar.
Hans, maðurin, var fjallmaður í fýra høgum, í Norðra
dali, Hoyvík, Húsahaga og hjá Poul Múller. Mangan høvdu
vit meira enn ein veðragjóling standandi á bási í fjósinum
í kjallaranum við síðuna av neytunum. Dunnur vóru í rúmi
undir trappuni til úthurðina. Vit høvdu hønur, ið kundu
ganga út og inn í fjósið. Vagl og reiður var á vegginum.
Arbeiðsdagurin var langur. Sum dømi kann nevnast,
at handlarnir lótu upp kl. 8 og stongdu kl. 8. Hetta gav
12 tímar.
Vit høvdu trøð yviri við Strond. Aftaná Ólavsøku
byrjaðu vit at hoyggja. Terrin var betri nú enn fyrr. Børnini
dámdu væl at hjálpa í hoynum. Eisini var gott at spæla
niðri við strondina. Serliga var tað ein hylur sum kallaðist
»grøni dammur« sum børn plagdu at svimja í.
Lærdu danskt í skúlanum
Skúlar høvdu vit góðar, eg gekk so í komunuskúlanum. Vit
lærdu eina rúgvu, nógv var at duga uttanat á donskum,
tað var ikki loyvt at brúka føroyskt.
Vit høvdu søgu millum annað um Gorm den gamle
og Harald Blåtand. Kongarekkina skuldu vit duga, men
Kamban var ein sera góður søgulærari. Hann segði okkum
eisini eitt sindur um føroyska søgu.
Somuleiðis var Jógvan Waagstein sera góður
sanglærari. Har fingu vit eisini loyvi at læra nakrar
føroyskar sangir. Hann prøvaði stemmur, tók burturúr
tey frægastu. Tey eg minnist, vóru Olevina á Kamarinum,
Reyða Elsa, Bi, Alex í Horni og fleiri.
Húsini vóru smá tjøraði við flagtaki, gøtuljósið var
petroliumslyktir. Poul á Jagri kom við stiga og tendraði
tey. Hóast Havnin var lítil vóru nógvir skúlar, almuskúlin,
real, fleiri privatskúlar. Petur Háberg hevur greitt frá teim
um í Hugbirtingum. Hann nevndi ikki Amalie Bærentsen,
har gekk eg eisni í skúla, fyrst í Avhaldinum, síðan í
Meinigheitshúsinum.
Eisini vóru nógvir handlar. Eingin skómakari er í Havn
í dag. Teir vóru seks tá. Tey flestu brúktu rotuskógvar,
tuflur og galosjur, men væl hevur borið til. Eg haldi vit
høvdu tað gott í Havnini. Nógv arbeiði var sum við lossing.
Eisini var nógvur útiróður.
Tá eg vaks upp var eingin koyring, onkur hestavognur
við koli ella tøðum var at síggja, spæliplássið var niðuri í
Eyri ella niðri á sandinum.
Livihátturin var góður tó við sparsemi. Børnini vóru
væl klødd, tá tey fóru í skúla. Onnur klæðir vóru at spæla
í. Tey vóru lappaði, og hvør sokkur bleiv stoppaður.
Stórigarður
Ragnhild nevndi Stóragarð í seinasta parti.Her kann
setast inn eitt brot úr Hugbirtingum hjá Petur Háberg. Í
eini av sínum greinum um Stóragarð hevði hann umrøðu
av einum teirra, sum bygdi hetta megnar verk, nevniliga
Laurits Debes, sum var abbabeiggi Øssur.
Petur hevði prátað við dóttir hansara, Louisu, sum
tá var 92 ára gomul:
– Vit tosaðu um arbeiðsdagin hjá Lauritsi, nei ikki
hevði hann 48 tíma viku. Átta ára gamal fekk hann leyp,
og tað hoyrdi til hansara fasta dagsverk klokkan fýra um
morgunin at fara eftir torvi. So var hann politistur. Tveir
høvdu vakt í senn, annar fór at patruljera, meðan hin var
eftir á vektarstovuni á Skansanum. Hann fekk so loyvi til
at velta ein fittan part av Skansatrøðni. Afturat tí fekk
hann eitt skeppumál av korni um árið. Louisa minnist, at
tær mólu á kvørn, sum var keypt í Noregi. So velti hann
eisini á síni egnu trøð og tók lut í øðrum arbeiði, sum til
dømis bygging av kommunuskúlanum.
Laurits var giftur við Onnu Mariu ú Hvalvík. Hon hevði
tænt hjá Finsen amtmanni og tók til, hvussu góður og
spakførur drongur Niels R Finsen var. Pápin plagdi at
siga við hann, at helst mundi hann fara at verða prestur.
»Nei«, svaraði hann, »heldur lækni – um eg í heila tikið
verði til nakað!«
Um Louisu kann annars sigast, at hon doyði í 1984
úti við 100 ára gomul. Hon var gift við Hans Højgaard
úr Rituvík. Ein sonur var Louis Højgaard, kendur frá
Sjóvinnubankanum.
Ein dóttir er Laurina, sum er heili 102 ára gomul.
Hetta er eisini ein partur av ættarsøguni hjá Øssuri.
Ragnhild,
mamma Øssur,
greiddi frá í 1992
Eg hugsi um ta øguligu broyting, sum er farin fram í mínari tíð á øllum økjum.
Lat okkum taka tey amboð, sum vóru í køkinum. Tá fiskur varð skrællaður, kom
hakkibrettið og hakkiknívurin fram. Við hesum hakkaði man fiskin áleiðis, og
fiskurin var síðan kroystur til knettir.
Stórigarður byrjaði í Válgaravík
yviri við Strond. Hon hevur
fingið navnið av, at skerið í víkini
skal líkjast einum válgara.