Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-19, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. mars 2015síða 33

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 20. mars 2015 sosialurin 33 33 Listaleypurin er ein verkætlan, sum hevur til uppgávu at bjóða for- og fólkaskúlanæmingum kring landið fjølbroyttar listaligar upplivingar. Teldutøka umsóknarskjalið liggur á www.listaleypurin.fo. Dentur verður lagdur á, at umsøkjarar søkja teldutøkt og viðhefta skjalprógv, sum lýsir listaverkið. Ein úrvalsnevnd velur 10-12 verkætlanir, ið fáa 10-60.000 kr í part fyri í minsta lagi fi mm og í mesta lagi tíggju skúlavitjanir. Listaleypurin velur skúlarnar, talið av vitjanum og avtalar framsýningartíð í samráði við skúlar og listafólk. Um støðið ikki verður mett nøktandi, kann úrvalsnevndin velja færri verkætlanir ella endurlýsa. Kunning fæst frá Hedvig Westerlund-Kapnas, verkætlanarleiðara, Lützenstrøð 4, 100 Tórshavn, tlf 210125, t-postur listaleypurin@listaleypurin.fo. Freistin at søkja er 24. apríl 2015 á miðnátt. Nú kunnu listafólk søkja um luttøku í Listaleypinum 2015-16 Norðurlandahúsið í Føroyum