fríggjadagur 20. mars 2015síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í blaðnum...
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Grafiskt snið/layout:
Pætur Eyðunsson Jensen
Uppseting: Sosialurin,
tekniska deild
Prent: Prentmiðstøðin
Miðlahúsið:
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Vikuskiftisredaktørar
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Lýsingar
Frida Mellemgaard,
lýsingasamskipari
lysing@sosialurin.fo
tel. 341826
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
20. mars 2015
Mikudagin fara vit at halda
móðurmálsdag.
Hóast ST hevur lýst 21. februar sum móður
málsdag, so verður dagurin í Føroyum hildin
á føðingardegi V. U. Hammerhaimbs 25. mars.
Hetta var uppskot frá Málnevndini, sum tá
var. Og tað er eitt heppið val, tí tann týdningur,
sum virkið Hammershaimbs hevur havt fyri
føroyska málið hevur ómetaligt virði.
Herfyri feldi løgtingið eitt uppskot frá Gun
vør Balle úr Tjóðveldi at lýsa hendan dagin
sum almennan móðursmálsdag. Meirilutin á
tingi helt tað ikki vera neyðugt at lýsa dagin
sum ein almennan dag, tí hann kann haldast
kortini.
Og nú er tað, at borðið fangar. Vit sum
fyrireikaðu dagin seinast, í 2012, tóku tí stig til
aftur at halda dagin – sum verður hildin í stór
um stíli á trimum støðum í Havn mikudagin
komandi.
Og tað forpliktar politisku skipanina.
Mentamálaráðið er ein av fyrireikarunum, so
teirra lutur trítur ikki. Fyrireikararnir vænta
tí at síggja tingfólk í stórum tali til tiltøkini
mikudagin.
Móðurmálsdagurin skal fáa okkum at
steðga á eina løtu og hugsa um móðurmálið.
Vit hava eitt móðurmál, sum vit kunnu vera
errin av. Ikki minst kunnu vit fegnast um, at
tað eydnaðist nøkrum fólkum í næst síðstu
øld, við V. U. Hammershaimb á odda, at skapa
okkum skriftmálið, sum var horvið. Tað er ikki
hissini bragd at endurskapa einum fólki og eini
tjóð sítt skriftmál, tí høvdu vit ikki skriftmálið,
so høvdu vit valla heldur móðurmálið í dag –
og tá hevði tjóðskaparligi samleikin ikki verið
eins eyðsýndur.
Ofta hoyrist, at føroyska málið er so trupult
og stirvið at brúka – og trupult at stava. Vit
sum dagliga fáast við málið kunnu tó sanna, at
so er ikki – hóast tey lýti, ið vit gera. Treyðugt
so treingja ábøtur. Men størstan týdn ingin
hevur tó hugburðurin til málið og til málrøkt.
Móðurmálsdagurin setir málrøkt í hásæti – og
kann geva okkum øllum, sum dagliga nýta
málið í okkara starvi, íblástur og nakað at
stremba eftir. At hava góðan hugburð til málið
er eisini at stuðla hvør øðrum.
Og her er tað, at vit sum heild ikki eru nóg
tilvitað, tí mangan verður funnist harðliga
at fólki, ið ikki nýta góðan málburð – ella
ikki stava nóg væl – heldur enn at stuðla og
stimbra.
Vit í Miðlahúsinum heilsa
móðurmálsdegnum 25.
mars vælkomnum.
Í kvøld fellir avgerðin, um Jógvan
sleppur í finaluna
Í kvøld verður hálvfinalan í X Factor
kappingini hjá DR. Jógvan Joensen er ein
av teimum fýra luttakarunum, sum skal
royna at sleppa í finaluna, sum verður um
eina viku.
Hesaferð skulu luttakararnir syngja
tveir sangir. Jógvan hevur valt at syngja
sang hjá føroyskum sangara hesaferð –
talan er um sangin »Josephine« hjá Teiti
Lassen.
Jógvan skal eisini tulka rockhittið »Use
Somebody« hjá Kings of Leon.
Fýra luttakarar eru nú eftir í kappingini,
og tríggir teirra verða við í finaluni næsta
fríggjakvøld.
Leitiskipanin á info er nú úbygd
Nú eru greinar úr bæði sosialurin.fo og tí gamli
portal.fo lagdar í leitiskipanina á in.fo
Á tann hátt ber til at leita í øllum tilfari, sum
hevur staðið í Sosialinum frá september í 1997
fram til mai 2014.
greinar komnar í leitiskipanina á in.fo. So
nú eru uml. 304.000 greinar at leita í tilsamans.
Minst til at tit eisini kunnu brúka " (gásareygu)
fyri at leita eftir fulla navninum ella einum
setningi. Kanska smart at gjørt vart við hesa
smartu skipan...
Hátíðarhalda móðurmálið mikudagin
Føroyskur sangur í X Factor
Leita í 304.000
greinum á in.fo
Jógvan í finaluna?
greinasavn
so segði hann...
Les eisini blaðið
á telefonini
»Apropos veljarakanningar
sum góvu Likud millum 20
og 22 tinglimir beint áðrenn
valið, so fekk flokkurin tá
dysturin var spældur 30
tinglimir.«
Móðurmál:
Haft ella frælsi
Rakel Helmsdal
Tíðargrein síða 23
Peningastovnar
sum sambands
jarnbrot
Árni Dahl
Síða 23
Visti tú?
At tað búgva 48.618
fólk í Føroyum – og at
metið var 48.916 í
2009
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
blaðstjóri
Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður í Føroyum
Savnið á in.fo hýsir
nú eisini greinum frá
sosialurin.fo og portal.
fo fyri 13. juli 2013