fríggjadagur 20. mars 2015síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 20. mars 2015
sosialurin 33
6
Eilen Anthoniussen
Í
DR-býnum í Keypmannahavn
hava tríggir føroyskir fotograf
ar sína dagligu gongd, Bárður
Veihe, Jan Macdonald Arnskov
og Bárður Thomsen.
Tveir teirra, Bárður Veihe og Jan
Macdonald Arnskov, eru útlærdir í
Føroyum, og Bárður Thomsen hevur
býtt sína lærutíð upp millum Kring
varp Føroya og DR; ein lærutíð, ið
síðani hevði fast starv sum fotografur
í stóra miðlahúsinum við sær.
Bárður Veihe og Jan valdu at
søkja aðrar avbjóðingar um somu
tíð og fóru við stuttum millumbili
frá at vera alt-møguligt-teknikarar á
sjónvarpsredaktiónini hjá Kvf til føst
størv á tíðindadeildini hjá DR.
Eftir at hava verið partur av
dagligu framleiðsluni á tíðinda
deildini hjá DR í eina tíð, eru bæði
Bárður Veihe og Jan endaðir á seinu
tíðindasendingini sunnukvøld, ið
kallast 21 Søndag. Sendingin er ein
víðkað tíðindasending, har journa
listarnir ofta fara í dýpdina við
onkrum serligum evni, og ofta hevur
sendingin eitt mentanarligt innslag,
ið er størri í vavi enn vanlig tíðinda
innsløg.
– Tað inniber nógvar spennandi
uppgávur. Eitt nú var eg herfyri í
Hamburg og gjørdi eitt longri innslag
um big band-komponistin James
Last, ið fyllir 86 ár í apríl, og sum júst
nú er á síni seinastu konsertferð.
– Nógv tónleikakøn frá teimum
eldru ættarliðunum kenna hann frá
1960-70 árunum, tá hann lá framman
fyri so kend nøvn sum Elvis og The
Beatles á altjóða hittlistunum. Okk
ara ættarlið kennir hann sikkurt best
frá Kill Bill filmunum, greiðir Bárður
Veihe frá, meðan hann situr og klippir
eitt innslag til komandi 21 Søndag.
Er nakar teknikkur
í húsinum?
Bárður Thomsen starvast fast á »Det
Fri Indland«, sum er ein gravandi
redaktión. Tann redaktiónin gravar
djúpri í søgum og arbeiðir við meir
tíðarkrevjandi innsløgum enn van
ligu tíðindainnsløgini.
Redaktiónin »Det Fri« er bert ein
av teimum mongu redaktiónunum í
húsinum, ið arbeiðir tvørtur um plat
formarnar hjá DR, nevniliga sjónvarp,
útvarp og internet.
Tilsamans hevur DR seks sjón
varpsrásir, 10 útvarpsrásir umframt
tær 10 lokalu rásirnar runt um landið,
netmiðilin dr.dk og tær ymisku
app’irnar, ið støðugt verða mentar
til ymisku konseptini.
– Man merkir, at hetta er eitt størri
apparat, sum fer í gongd, hvørja ferð
ein sending skal framleiðast. Her eri
eg bara ein út av fleiri fotografum. Eri
eg ikki til arbeiðis ella fái eg ikki gjørt
eina uppgávu, er tað ein annar, sum
stendur klárur.
– Tað er eisini greitt definerað,
hvørjar uppgávur eg havi. Tað er
munandi øðrvísið enn í Føroyum,
har eg kundi verða settur til hvat
tað skuldi vera. Har var eg bara »eitt
teknikk«, og tað bleiv bara spurt: Er
nakar teknikkur í húsinum, sigur
Bárður Thomsen flennandi.
Eg havi tikið
skeið í, hvussu
tú skalt flyta teg
millum minur,
uppføra teg í eini
gíslastøðu við
einum posa yvir
høvdið, meðan tú
verður tveittur í
eitt viðførisrúm
og annað slíkt«
Jan Macdonald Arnskov
persónssøga
Um tú hyggur eftir tíðindasendingunum hjá DR, hevur
tú helst lagt merki til føroysk nøvn á innsløgunum ella í
rullitekstunum. Við í dagligu framleiðsluni eru nevniliga
tríggir føroyskir fotografar, ið hava skift arbeiðsdagin á eini
lítlari føroyskari redaktión út við ein gerandisdag millum teir
heilt tungu dreingirnar innan danska miðlaframleiðslu
Visti tú?
DR varð stovnað
sum ein royndar
verkætlan 1. apríl
1925
Teir tríggir
foto-
grafarnir
Til arbeiðis á DR
Mynd: dr