Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-20, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. mars 2015síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 20. mars 2015 sosialurin 33 27 US Air Force kannaði sólarmyking í Lopra í 1954 Dagfinn Olsen A merikumenn gjørdu í 1954 uppmátigar í Før­ oyum í samband við sólar­myrkingina, ið tá var. Amy og Tom Bech í Lopra høvdu hoyrt um hetta, og fingið ábendingar um, at okkurt frámerki skuldi verið uttanfyri hús teirra í Lopra. Í fjør gjørdu tey av at leita eftir hesum frámerkinum. Tey fingu Terja Nielsen at koma av Tvøroyri við tóli, ið finnur jarnlutir, og ikki gekk long tíð, innan hann hevði funnið fram til ein stoyptan stabba við eini metalplátu á. Hetta var, sum tíð er fráliðin, farið einar 20 sentimetrar undir jørð. US Air Farce í Lopra – Tað vóru menn frá US Air Force ella NASA, ið vóru her tá. Tað høvdu vit hoyrt eldri fólk greiða frá. Teir skuldu halda til uppí á Hestinum, men tað viðraði ikki. Teir komu tí oman til Lopra, og búðu í barakkini, ið hoyrdi til hvalastøðina, ið júst var givin við virkseminum, greiða Amy og Tom Bech frá. Barakkin er burtur, men tá tey stoyptu garð kring húsini, tóku tey trappurnar burtur, ið høvdu hoyrt til barakkina. Tískil vistu tey á leið, hvar barakkin hevði verið. Og pløkkuna við plátuni á funnu tey í garðinum, skamt frá, har trappan á sinni var. Á plátuni stendur skrivað: US Air Force, 30. juni 1954. Solar Eclipse Expedition. Og so stendur; Site No og har er eitt X rist ella grivið í plátuna, og bendir hetta á, at hetta bert er ein partur av eini størri ekspiditión. Kring heimin Amy og Tom Bech hava leitað eitt sindur á netinum fyri at kanna alt hetta nærri. Á netinum sæst millum annað, at sólarmyrkingin 30. juni í 1954 byrjaði í USA og fór síðani yvir Canada, Grønland, Ískand, Føroyar, Noreg, Svøríki og Eystureuropa fyri at enda í Iran, Afganiastan, Pakistan og India. Eisini kann lesast nærri um, at Harvard universitetið gjørdi kann­ ingar og ekspeditiónir, og hevði sett ein mann at taka sær av hesum. Møguliga er plátan í Lopra partur av hesum kanningum. Í øllum førum stendur fast, at í einum aldingarði Lopra er prógv fyri, at eisini fyri 61 árum síðani var áhugi úti í heimi fyri sólarmyrking í Føroyum, eins og tað er nú 20. mars í 2015. Amy og Tom Bech funnu herfyri ein stoyptan stabba í urtagarðinum, og á honum er jarnpláta, ið US Air Force hevur sett á, tá teir vóru í Føroyum í samband við sólarmyrkingina í 1954 afturhvarv Sólarmyrking 1954. Plátan hjá US Air Force sær út sum fyrsta dagin Amy og Tom í garði sínum, har plátan frá 1954 hjá US Air Force hevur verið undir jørð í mong ár