fríggjadagur 20. mars 2015síða 33
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 20. mars 2015
sosialurin 33
33
Listaleypurin er ein verkætlan, sum hevur til uppgávu at bjóða for- og
fólkaskúlanæmingum kring landið fjølbroyttar listaligar upplivingar.
Teldutøka umsóknarskjalið liggur á www.listaleypurin.fo. Dentur verður
lagdur á, at umsøkjarar søkja teldutøkt og viðhefta skjalprógv, sum lýsir
listaverkið.
Ein úrvalsnevnd velur 10-12 verkætlanir, ið fáa 10-60.000 kr í part fyri í minsta
lagi fi mm og í mesta lagi tíggju skúlavitjanir. Listaleypurin velur skúlarnar, talið
av vitjanum og avtalar framsýningartíð í samráði við skúlar og listafólk.
Um støðið ikki verður mett nøktandi, kann úrvalsnevndin velja færri verkætlanir
ella endurlýsa.
Kunning fæst frá Hedvig Westerlund-Kapnas, verkætlanarleiðara, Lützenstrøð 4,
100 Tórshavn, tlf 210125, t-postur listaleypurin@listaleypurin.fo.
Freistin at søkja er 24. apríl 2015 á miðnátt.
Nú kunnu
listafólk søkja
um luttøku í
Listaleypinum
2015-16
Norðurlandahúsið
í Føroyum