týsdagur 17. februar 2015síða 2
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 18. februar 2015 · Nr. 20
mikudagsblaðið
Stovnaður: 1927
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Í hesum døgum verður politiska
lagnan hjá formanni Fólkafloksins
viðgjørd í Føroya Rætti.
Rætturin skal taka støðu til, um
Jørgen Niclasen hevur snýtt í tolli.
Hevur hann, sum stjóri í familju
fyritøkuni í Sørvági, ólógliga tikið
vøru úr vørugoymsluni hjá Skipa
felagnum, sum leigaði frá familju
fyritøkuni, og selt vøruna uttan at
tollavgreiða hana?
Í stuttum skal Føroya Rættur
taka støðu til, um tað passar, sum
Kringvarpið og Portalurin hava sagt
fleiri ferðir, at Jørgen Niclasen hevur
snýtt landskassan fyri pengar.
Greitt er, at viðurskifti hava
verið óreglulig kring fyritøkuna hjá
Niclasen familjuni í Sørvági. Verj
in hjá Jørgen Niclasen vísti á tíð
indafundi í Miðlahúsinum í fjør á,
at Jørgen Niclasen visti ikki av, at
tollkreditturin var uppsagdur, og tí
handlaði hann í góðari trúgv. Hann
snýtti ikki landskassan – tí hann
helt, at fyritøkan hevði tollkreditt.
Tað er ógvuliga váðið hjá Jørgen
Niclasen at fara í rættin við hesum
máli. Tað er valla gjørt, tí hann er vís
ur í at vinna. Meira hugsandi er, at
hetta er eitt krav hjá baklandinum,
soleiðis at Jørgen Niclasen kundi
halda fram sum landsstýrismaður
og sum formaður í einum politisku
flokki.
Um allar minsti ivi verður sáddur
um, at Jørgen Niclsen hevur framt
ólógligt virksemi av onkrum slag í
sambandi við stjórastarvið í fam
liljufyritøkuni – hóast tað eru 20-25
ár síðani – so kann hann ikki halda
fram, hvørki sum landsstýrisamaður
ella sum formaður Fólkafloksins.
Tí verður tað ein stór avgerð, sum
Søren Holm Seerup, dómari, skal
taka ein av næstu døgunum. Tað
verður neyvan tann stóra revsingin
til kringvarpsfólkini, um tey tapa
málið. Men revsingin hjá Jørgen
Niclasen verður ovurhondsstór, um
hann ikki vinnur málið.
Tað er í veruleikanum politiska
lagnan hjá honum, sum er upp á
spæl. Um hann ikki fær allar kærur
um stuldur, svik og óreglulig viður
skifti afturvístar og dømdar deyðar
at verða, so kann hann ikki halda
fram sum landsstýrismaður ella sum
formaður í einum politiskum flokki.
Tí stendur nógv á. Tað gongur heldur
ikki at skjóta seg undir, at hann var
so ungur.
Hann hevur sagt, at tað er ósatt,
sum Kringvarpið og Portalurin hava
ført fram – og kann rætturin ikki
koma til somu niðurstøðu, so hava
Jørgen Niclasen og Fólkaflokkurin
ein stóran trupulleika.
Møguleikarnir eru tvinnir: Annað
hvørt vinnur hann rættamálið, og
tíðindafólkini fáa »eina nøs«. Hin
møguleikin er, at Jørgen Niclasen
má frá sum landsstýrismaður og
formaður Fólkafloksins.
Lagnan hjá formanni Fólkafloks
ins sum politikari verður tí avgjørd í
Føroya Rætti í hesum døgum.
Jørgen má reinsast ella
frá sum landstýrismaður
Lagnan í hondum dómarans
Koltur
er nú
mentan
tíðindi síða 6
Nanna
Skála
fyllir
100 ár
Nøvn Síða 10
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Hóast Sosialurin í síðstu
viku varpaði ljós á tað ósøm
iliga í, at Kringvarpið gevur
handilsmonnum fría atgongd
til lýsingar inni í barnasend
ingini »Orrustan«, so rínir tað
ikki við leiðsluna í Kringvarp
inum. Tí sunnukvøldið var
leisturin endurtikin, at tvey
stór reklamuinnsløg verða
send inni í sendingini.
Fyri tað fyrsta er tað bein
leiðis ólógligt at hava hand
ilslýsingar inni í sendingum,
og fyri tað næsta er ósømi
ligt, óreiðiligt og óetistk at
Kringvarpinum at misnýta
børnini við lýsingum og
handilssponsoratum.
Ein
ósømiligheit, ið ikki verður
minni, havandi í huga, at tal
an erum eitt alemnt fíggjað
kringvarp.
Men hesum er kringvarps
stjórin ikki samdur í. Dia Mid
jord sigur, at talan er ikki um
lýsingar, hatta er bara at vísa,
hvat børnini kunnu vinna.
Sosialurin spurdi Dia Mid
jord, um Kringvarpið ongar
etiskar leiðreglur hevði um
lýsingar, sum beinlieðis eru
vendar ímóti børnum.
Slíkar leiðreglur hevur
stovnurin, segði Dia Midjord
týsdagin í síðstu viku, tó at
hann ikki kendi innihaldið í
teimum. Men hann lovaði at
senda Sosialurin leiðreglur
nar. Men enn hevur hann ikki
sent tær.
Dia Midjord segði eisini, at
Kringvarpið fór at kanna, um
tað passar, sum Sosialurin
segði, at talan er um beinleiðis
handilslýsingar. Tað hava vit
heldur einki frætt um, men
sunnukvøldið vórðu lýsinga
rnar – beinleiðis vendar ímóti
børnum – endurtiknar tvær
ferðir inni í sendingunum.
»Orrustan« er fín barna
sending, har børn kappast í
spurnarkapping móti børn
um.
Tað er alla æru vert, at
Kringvarpið ger slíkt tiltrongt
tilfar til børnini.
Men hví skulu børnini mis
nýtast í handilsligum áhuga
málum hjá handilsvinnuni?
Vit kundu hugsað okk
um at vita, um tað er í sam
ráð við foreldrini, at børn
ini í sendingini verða brúkt
sum handilsvøra hjá Kring
varpinum – ella um lýsingar
avtalur við handlarnar hava
størri týdning fyri Kring
varpið.
Miðlahúsið hevur biðið
Kringvarpið um alment innlit
í málið – og vit vænta skjótt
svar, tí Kringvarpið veit,
hvussu troyttandi almennir
stovnar eru, sum drálað við
almennum innliti.
Børnini eru framvegis
søluvøra í Kringvaprinum
Hvassur vindur upp í skrið av
útsynningi og ælingur, partvís
kavi. Hitalagið millum 0 og +3
stig.
Veðrið týsmorgunin:
Eitt brúgvalag sunnanfyri Hvarvið
kemur hendavegin.
Veðrið mikunáttina:
Djúpa lágtrýstið í útsynning úr
Íslandi fer spakulige í landnyrðing
og brúgvaløgini haðani koma
hendavegin.
Petur Skeel
Jacobsen
greiðir frá
um veðrið
Seinnapart:
Stívt andøvsgul upp í hvassan
vind av landsynningi og regn.
Um kvøldið hvassur vindur av
útsynningi og ælingur. Hitin
millum 2 og 5 stig.
HÓSDAGIN
TÝSDAG
MIKUDAGIN
10-15 m/s
15-20 m/s
13-18 m/s
10-15 m/s
15-20 m/s
13-18 m/s
Strúkur í vindi upp í hvassan vind
av útsynningi og stundum regn.
Hitin millum 4 og 7 stig.
Tað er í sendingini »Orrustan«, at Kringvarpið mis
nýtir børnini sum søluvøru fyri handilsmenn