Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-17, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. februar 2015síða 6

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 18. februar 2015 · Nr. 20 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Árni Gregersen Løgtingið hevur samtykt, at landstýrismaðurin við fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, Fólka­flokk­urin, skal svara heil­um 18 spurn­ ingum frá Kára P. Højgaard, Sjálv­stýris­flokk­urin. Spurningarnir snúgva seg allir um viðurskifti innan fiski­vinnuna. Um viðurskiftini í fiski­ vinnu­ni og serliga í pelag­ is­ku vinnuni, sigur Kári P. Høj­gaard: -Hettar fyrikemur ó­greitt og fløkjasligt.  Við settu spurn­ingum kann lands­ stýris­maðurin vónandi greina hesi viðurskifti og beina burtur allan ótta og allan iva hjá spyrjaranum, hesu­m máli viðvíkjandi. Spurningarnir Sjálvstýristingmaðurin reis­ ir fleiri av teimum spurn­ing­ um, sum hava verið frammi seinastu vikurnar, nú Kring­ varpið hevur varpað ljós á føroysku fiskivinnuna. Kári P. Højgaard sigurm, at nógvir ivaspurnignar eru reist­ir um framferðarháttin, sum hevur veirð nýttur, tá ið loyv­ir eru givin. Spurningarnir eru soljóðandi: 1)       Hvat slag av rættindum (nýggj og/ella annað) var sam­bært lógini talan um, sum føroyskir myndugleikar í 2010 ásettu veiðuna av makreli í føroyskum sjógvi út frá? 2)       Blivu hesi rættindi lat­in aktør­um samsvarandi áset­ ing­um í lógini sum ”fyribils ella avmarkað” rættindi ella sum onnur rættindi.  Um talan var um annað enn ”fyri­bils ella avmarkað”, so hvør­ji? 3) Blivu fiskiloyvi til hesi rættindi útskrivað sam­ svarandi § 5, stk. 4. pkt. 1 og 2 ella § 5, stk. 4, pkt. 3? 4) Eru nakrar av­mark­ingar í lógini, tá ið lands­stýris­ maðurin útskrivar fiskiloyvi til rættindi, latin sum fyribils og avmarkað rættindi sam­ svarandi § 5, stk. 4, pkt. 3? 5) Við hvørjari heimild í lóg­ ini skipar Fiskimálaráðið uppi­sjóv­ar­fiskasløg- og fiski­ skap sambært heimildum um botnfiskasløg og fiski­ daga­skipan?  (t.d. kunngerð nr. 132 frá 2011) 6) Hvat ár, hvørjum felag­ið, hvørjum fiskifari, til hvønn fiskiskap og við hvørjari heimild í lógini bleiv á fyrsta sinni útskrivað fiskifari fiski­ loyvi til fiskiskap í før­oysk­ um sjógvi, har samsvar ikki var millum ásetingarnar í veiði­loyvinum og útskrivaða fiskiloyvi? 7) Hvat ár, hvørjum felagi, av hvørjum rættindum, til hvønn fiskiskap og við hvørj­ um heimildum í lógini, bleiv á fyrsta sinni útskrivað fiski­ fari fiskiloyvi til fiskiskap í før­oyskum sjógvi, sum (bert) hevði ásetingina II sambært kunn­gerð nr. 54, frá 26. mars 1993 í veiðiloyvinum, t.e. ”veiða uttan fyri føroysku land­leiðirnar”? 8) Hvørjar ítøkiligar heimil­d­ i­r í lógini – aðrar enn tær í § 8 ásettu – hevur lands­stýris­ maðurin í sambandi við við­ gerðir av veiðiloyvum og tí rætti, sum herav fylgir? 9) Metir landsstýrismaðurin, at hann hevur fingið heimild í lógini til at broyta ásetingar í veiðiloyvum og harvið rætt­ ar­støðuna hjá persónum og feløg­um? 10)   Við hvørjari heimild/um í lógini varð noktað eigar­un­ um av línuskipunum makrel­ kvotu í 2010? 11)   Við hvørjari heimild/um í lógini varð tillutað eigarun­ um av línuskipum makrel­ kvotu í 2012? 12) Við hvørjari heim­ild í lógi­ ni bleiv til­lut­að eigar­un­um av Kyrra­havs­fiski­førum við veiðiloyvi II k) rættindi í før­ oyskum sjógvi í 2010? 13)      Við hvørjari heimild í lógini bleiv noktað S/pf Kappin Seafood, Miðvági, makrel­kvotu í 2010? 14) Hvør rættarligur mun­ur var í millum ræðis­av­mark­ ingar, sum vóru skrásettar í ávika­vist MS Athenu og MS Kappa­num? 15) Hvat ár og í hvørjum ítøki­lig­um føri viðgjørdi  og játt­aði  Fiskimálaráðið á fyrsta sinni eina tilsøgn sbrt. § 8, stk. 4, har tað í sjálvari um­sóknini ella á annan hátt fram­gekk, at endamálið við veiði­loyvis­flytingini ikki var endur­nýggjan av fiskifari til fiski­skap samsvarandi veiði­ loyvi­num? 16) Á hvørjum grundarlagið var henda umsókn viðgjørd, hvørji ítøkilig viðurskifti og hvørjar metingar legði Fiski­ mála­ráðið sum grund fyri at játta hesari tilsøgn? 17) Hevur Fiskimálaráðið gjørt sær metingar av, í hvønn mun beinleiðis sam­ an­hangur er mill­um at­ gongdina til uppi­sjóv­ar­til­ feingið hjá feløgum seinastu árini og broytingina í eigara­ skara­num av feløgum, sum sita á dastinum av øll­um rættindum í før­oysk­um sjógvi, herundir botn­fiska­ rætt­indum? 18) Hevur Fiskimálaráðið gjørt metingar av, hvørt tal­ an kann vera um, at bein­ leið­is óheim­ilað­ur mis­mun­ ur verð­ur gjørdur á feløgum ella bólkum av feløg­um, tá uppi­sjóvar­rætt­indi hava verið útlutað seinastu árini? Løgmaður boðaði frá á vári 2013, at Koltur framyvir skal hoyra undir og umsitasxt av mentamálaráðnum. Fráboðanin frá løgmanni skal skilajst soleiðis, at Koltur í veruleikanum skal gerast ein aprtur av Søvnum Landsins. Fráboðanin hevði eisini við sær, at møgulig lógaruppskot, sum hava við Koltur at gera í fram­tíði­ni fara at koma frá ment­a­mála­ ráð­num. Í løgtingslóg um búnað­ar­ grunn er ein partur serstuðul og partur av hesum stuðli er merkt­ur til Koltur. Tað er soleiðis, at hesin stuðul nú er fluttur Bún­að­ ar­stovuni at umsita. Í sambandi við, at løg­ maður hevur flutt um­sit­ ing­ina av Koltri til menta­ mála­ráðið, er neyðugt at gera samsvarandi broyting í lóg­ini, soleiðis at stuðulin – æt­lað­ur til Koltur og útisøvn – kann verða fluttur til stovn undir Mentamálaráðnum, nevni­liga Søvn landsins. Landsstýrismaðurin í mentamálum fær somu­leið­ is heim­ild at umsita stuðul­in til Kolt­ur, meðan lands­stýris­ maðurin í búnaðarmálum varð­veit­ir sínar heimildir at um­sita stuðulin til ser­ føroysk húsdjór. Talan er tí fyrst og fremst um at gera tøkniligar til­lag­ ing­ar til lógina orsakað av broyt­ta málsøkjabýtinum og ikki um innihaldsligar ella fíggj­ar­ligar broytingar. Peningaliga er tað so­ leiðis, at játtanin er seks milljón­ir krónur – fimm milljón­ir til Koltursætlanina og ein milljón til Serføroysk Hús­djór. Søguliga gongdin í hesum máli hevur í stuttum verið henda: Tá lógin av fyrstan tíð var fram­løgd og samtykt, lógu bæði økini, Koltur og føroysk hús­djór, sum ábyrgdarøki hjá landsstýrismanninum í búnað­ar­málum og harvið hjá Búnaðarstovuni. Lands­ stýris­maðurin heitti á Búnaða­r­stovuna um at gera uppskot til serskipan fyri Koltur, herundir eina fíggjar­ ætlan. Eftir at Búnaðarstovan hevði gjørt eina saman­ skrivaða rakstrar- og fíggjar­ ætlan fyri Koltur og lagt samskipanina av før­oysk­um hús­djórum inn í Kolturs­ ætlan­ina at røkja, skjeyt lands­stýrismaðurin upp at veita eina fyribilsfígging til saml­aðu ætlanina við at taka kr. 6 mió. av festikontuni hjá fyrr­verandi Royndarstøðini í Hoy­vík til endamálið. Uppskotið um at gera broytingarnar, so máls­ øki Koltur nú hoyrir und­ir mentamálaráðið fekk góða undirtøku í tingi­num og mál­ ið er beint í vinnu­nevnd­ina. Hvassir spurningar um fiskivinnu frá Sjálvstýrinum til Vestergaard Kári P. Højgaard, Sjálv­stýris­ flokkurin, vil hava svar uppá heilar 18 spurningar frá lands­stýris­ manninum við fiskivinnumálum Koltur er mentan Serstaka oyggin skal nú hoyra undir mentamálaráðið – nú verða fylgilógir gjørdar Hann skal svara 18 spurningum frá Kára P. Højgaard Kári P. Højgaard vil hava at vita, hvat tað er sum hendir í fiskivinnuni - og serliga pelagisku vinnuni Bjørn Kalsø hevur nú ábyrgd av Koltri