týsdagur 17. februar 2015síða 8
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 18. februar 2015 · Nr. 20
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
meldurin
Barbara Holm
Í
hugnaligu
skrivstovuni
á Niels Finsensgøtu í mið
býnum í Havn, situr 35 ára
gamla Siri Sørensen umgird
av teimum mongu Kvinnu
bløðunum, sum hon hevur
staðið á odda fyri seinastu
árini. Litríki blaðstjórin er
ein kvinna við stóra K, og
er ógvuliga tilvitað um, at
hennara kvinnuligheit er ein
styrki og ikki ein veikleiki.
Við einum kaffikoppi hug
leiðir blaðstjórin um hvussu
javnstøðurørøslan er fyri í
dag.
– Tíverri haldi eg ikki, at
kvinnurørslan í Føroyum
stendur sterk í dag. Tað krev
ur, at nýggjar kvinnur koma
til og yvirtaka stríðið, sigur
Siri Sørensen, sum uttan iva
brennur fyri júst kvinnu
rættindum.
Men er javnstøðustríðið
ikki ein farin tíð? Nei, ikki
um tú spyrt Siri Sørensen.
– Tað er eingin ivi um, at
vit enn hava nakað at berjast
fyri, sigur Siri Sørensen.
Størsta avbjóðingin hjá
kvinnum og feministum í
dag er, at teir sosialu norm
arnir, tær ósjónligu skipan
irnar liggja so djúpt í okkum,
at tað er trupult at broyta.
Og tað viðførir álvarsamar
avleiðingar fyri kvinnur.
– Kvinnur fara niður við
strongd tí tær kenna tað sum
sína ábyrgd at arbeiða fulla
tíð, og standa á odda fyri tí
húsliga. Tað gevur bara onga
meining longur, at kvinnur
og menn arbeiða fulla tíð,
meðan tað húsliga framvegis
liggur bert hjá kvinnum í
summum førum, vísur Siri
Sørensen á.
Vil geva íblástur
til kvinnur
Kreativ størv, sum sessurin
sum blaðstjóri á Kvinnu er,
skulu vera avmarkað. Tað
er ikki eitt lívslangt starv, tí
tað er umráðandi at skifta
út, og at fáa nýggja orku
inn í fyritøkuna. Tí er Siri
Sørensen tilvitað um, at
hennara núverandi karriera
fer at fáa ein enda fyrr ella
seinni. Men inntil tá ætlar
Siri sær at leggja nógva orku
í at geva føroyskum kvinn
um íblástur umvegis blaðið
Kvinnu.
– Tað innihaldið vit seta
í blaðið er ógvuliga tilvitað
valt fyri at varpa ljós á við
kvom evnið, og soleiðis vísa
teimum kvinnum sum eru
í truplari støðu, at tær ikki
eru einsamallar, sigur Siri
Sørensen.
Tað er kanska einki nýtt
við evnum sum harðskapur,
neyðtøka, sálarsjúka og so
framvegis, men blaðstjórin
vil tryggja, at vit ikki gloyma
tey fólkini, sum hava stórar
avbjóðingar at stríðast við.
Siri
Sørensen
hevur
trupult við at síggja fyri sær
hvat hon skal takast við, tá ið
starvsleiðin á Kvinnu er av,
tí henni dámar so væl starv
ið. Men hon væntar, at hon
fer at varpa ljós á kvinnu
rørsluna í landinum, tá ið
professionella leiðin gongir
víðari.
– Eg kundi ímynda mær,
at tað eg fari at takast við
hevur eitt hvørt við kvinnu
rørsluna at gera, sigur Siri
Sørensen.
Hvussu verður og ikki
er í øllum førum greitt, at
kvinnan við stóra K í dag ger
nógv fyri at veita ráð, stuðul
og íblástur fyri føroyskar
kvinnur, og hon vónar, at
hon framvegis kann gera
tað, tá ið hon takkar fyri seg
á Kvinnu.
Mánadagin
var
Siri
Sørensen gestur í nýggju
sendingini á Rás2 við heit
inum
»Mítt
Arbeiðslív«,
sum verður send beinleiðis
hvønn mánadag millum 11
og 12 á Rás2. Sendingin við
Siri Sørensen kann hoyrast í
fullum líki á in.fo.
barbara@sosialurin.fo
Fjaldu sosialu
normarnir ávirka
framvegis kvinnur
Kvinnurørslan verður mangan løgd undir at hoyra fortíðini til. Stríðið er vunnið, og fullkomin javnstøða
er í Føroyum, siga summi. – Men tað er eingin ivi um, at fleiri av fjaldu normunum í samfelagnum
framvegis hava eina neiliga ávirkan á kvinnur, sigur Siri Sørensen, blaðstjóri á Kvinnu
– Tíverri haldi eg ikki, at
kvinnurørslan í Føroyum
stendur sterk í dag,
sigur Siri Sørensen
Mynd: Eydbii Myndir