Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-17, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. februar 2015síða 10

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 18. februar 2015 · Nr. 20 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Slóðbrótari fyllir 100 Millum Dr. Jacobssensgøtu, Kirkjugarðin á Svínaryggi og Jóannes Paturssonargøtu liggja eini hús, ið hava sól­orkuskipan og trø og runnar av ymiskum slagi rundanum. Hetta hevur verið heimið hjá Nannu Skála, síðani mitt í farnu øld, – og er tað enn. Hon lat sjálv húsini byggja. Saman við henni búðu ein systir, vanliga nevnd Lítla við familju – eins og beiggin Sjúrður. Eisini hevði hon fysio­terapi har í nógv ár. Hon mundi vera upp ímóti 90, tá hon fekk sær grøna orku. Tað er hon, ið fyllir 100 í ovur­morgin 20. februar 2015. Hon er av gamlari havnar­ætt nr. 4 av 6 systkjum. For­eldr­ini vóru Hansine Amalie Joensen úr Heysti og Nicolaj Skála. Nanna er familju­ kær og hevur miklan tokka til býin, fólkið, landið og móðir­málið. Ikki nakar heimføðingur – heldur kann sigast, at hon altíð hevur verið ein heimsborgari og tók tað besta heim við sær, hað­ani hon hevur verið og virkað og ferðast í granna­lond­un­ um. Hon er útbúgvin fysio­tera­peutur í Danmark. Und­ir lesnaðinum gjørdist mamman sjúk og lá til at doyggja. Nanna fór heim at ansa henni og síðani niður­aftur at gera seg liðnan. Tá hon var liðug var annar heims­bardagi brostin á, og hon gjørdist asfaltføroyingur og ar­beiddi í Keypmannahavn krígsárini. Við krígslok kem­ ur hon heim at arbeiða á lands­ sjúkrahúsinum nøkur ár. Gjørdi eitt legg til Skotlands, har hon arbeiddi og fekk serligt innlit í ortopedi, tí hon arbeiddi við avleiðingunum av krígsskaðum. Hugurin stóð alsamt til Føroyar, og hon kom aftur eina tíð, áðrenn hon fór til Svø­ríkis at arbeiða. Tað var í Vimmer­by – heim­stað­ur­in hjá Astrid Lindgren. Tað er stuttligt at hugsa sær, tí tær báðar eru ikki ólíkar. Rætti­liga javn­ gamlar, djarvar og óræddar og ser­ liga sjálv­støðugar. Standa og hava staðið væl á egnum beinum. Hon hevur hildið seg dag­ førdan við at luttaka á fak­ligum fundum serliga í norður­londum, har Ísland hevur havt sítt natúrliga pláss. Hjartamálini vóru heilsa, heilsufrøði og heil­brigdi í víðari merking og so búskapur ikki at forgloyma: Hvussu reka vit eitt sam­ felag á bíligasta hátt? Tað lá so sera frammaliga og sjálv hevur hon verið sera røkin og pjøkin í peningamálum. Vit hoyra so ofta um fólk, ið renna eftir politikarum fyri egnan vinning. Nanna hevur gjørt vart við seg hjá politikkarum við at siga frá og vísa á, hvat hon helt verða týðningarmikið, hvat nýtt rørir seg í grannalondunum, og hvat kundi verið okkum, fólki og landi at gagni, – ongatíð atfinnarleyst ella runnið á leistum. Hon tosar ikki bert um tað, hon stríðist fyri, men leggur eisini doku­mentatión (skjalprógv) við. Onkuntíð var tað rúgvis­mik­ið, men ongatíð óviðkom­ andi, tað hon bar okkum. Vóru tað ikki avísir úr granna­lond­unum, so vóru tað tíðarrit og bøkur. Ofta týddi hon sjálv greinir og bar til annað­hvørt 14. SEPTEMBER ella OYGGJA­TÌÐINDIR. Uttan at taka nakað frá nøkrum, so haldi eg, at hon veru­liga hevur sæð úrslit av sín­um altíð áhaldandi og ólønta arbeiði. Í 1986 setti hon sam­an við Inga Mohr og Ják­upi Linden­skov á stovn viðgerðarstovnin HEILBRIGDI á Velba­stað. Hetta var eftir Minne­ sota­fyri­myndini – ein viðgerð, sum tá als ikki var viðurkend í Danmark og Noregi og var beinleiðis lágt í metum har. Summi hildu hesa viðgerð verða skaðiliga. Ísland og Svøríki vóru ungangongulond í Norðurlondum. Henda við­gerð úr Ameriku hevur síð­ani havt sína sigursgongd um alla verðina, og AA-fe­lags­ska­purin, ið hevur tilknýti til viðgerðina er minst líka kendur sum størstu altjóða felgsskapir og við lokal­deild­um í hvørjari bygd, og Dan­mark og Noreg hava langt síðani fingið slíka viðgerð. Heil­ brigdi er tó nakað heilt serstakt. Mærvitandi er tað einasta Minnesotaviðgerð í verðini, ið er ókeypis. Og øll kenna vit mong - kvinnur og menn, ið fingu avgerðandi hjálpina á Velbastað, ið eigur lívið í teimum. Onki er hálvgjørt hjá Nannu. AA-felagsskapurin er ein fylking og ein livsstílur, ikki til høgtíðsbrúk, men til gerandisnýtslu. Tað krevur síni serligu amboð (Tey 12 stiðini, og teir 12 siðirnir). Og sjálvandi eiga amboðini at verða á føroyskum máli. Hon var ógvuliga virkin og stuðlandi í at fáa hesa bók á føroyskum eins og lestrar­bókina við dagsins orði– bæði til tey bundnu og tey medbundnu. Á 25 ára degnum hjá Heil­brigdi vóru Nanna og Jákup Lindenskov heiðrað í Norðurlandahúsinum í 2011. Ingi Mohr var ikki longur okkaramillum tá. Bæði áðrenn og aftaná Heil­ brigdi, var Nanna í hern­aði ímóti tubbakkinum og fyri at fáa ein ser­ ligan tubbaks­politik í landinum. Tíð­liga í tíðini kom hon við her­róp­ in­um: AT roykja er ein privat søk, hvar tú roykir er ein sosial søk. Ivaleyst minnast nógv eyggj­ andi plakatirnar hon læt gera við­ víkjandi tub­bakki. Hon hevði sín egna teknara - eina unga havnar­ gentu Annie Arge. Hon segði henni tankar sínar, og so flutti hin til myndamál. Minn­ist serliga sterka fótin við vakra venjingarskónum, ið traðkaði á sigarettina. Eisini vóru fotomyndir av dugna­ligum ítróttarfólkum: ONGIN AV HESUM ROYK­IR. Ótroyttiliga sendi Nanna hetta tilfar til skúlarnar kring landið, og líka íðin var hon at luttaka á øllum sølustevnum kring landið við tilfari um álvarsomu avleiðingarnar av tubbakki. Var vælkomin m.a. tí hennara tilfar var alt ókeypis og mong børn vitj­aðu bás hennara. Ofta hevði hon skjálv týtt tilfarið, ella var tað nú eisini 100 ár gamla vinkonan Daniella Olsen, ið hevði týtt. Tað skuldi vísa seg at vera nógv torførari at fáa eina tubbakslóg samtykta í Løgtinginum enn at fáa stuð­ul til rús­drekka­við­gerðar­ stovn. Men Nanna gavst ikki. Tí vóru Føroyar at enda eitt av fyrstu londunum í heiminum at fáa eina tubbakslóg. Hon hevði tæðað jørðildið, áðrenn Alkohol- og Narkotikaráðið og Fólkaheilsuráðið kom. Hugaligt og lívsjáttandi er tað at hugsa um, at nevnda virk­ semi hjá henni fyri fólka­heilsuna byrjaði eftir, at hon var vorðin pensionistur. Hon fylgir alsamt væl við í øllum, ið fyriferst í sam­fe­lagnum. Í politikki er hon eisini støðu­føst, var fast­ur fúsi í Suður­streym­oy­ar Tjóð­ veldis­felagi, hóast hon ikki møtir á fundi long­ur. Vitjar tú, so er ein av fyrstu spurningunum..... og FLOKK­ UR­IN? Ogn er í slíkum fólk­um. Tað er so freistandi at spyrja, hvussu hevur hon borið seg at við at liva so leingi og verða so væl fyri? Fyrsta svarið kundi verið, at hon hevur livað eftir tí, hon sjálv hevur staðið fyri. Onki tubbakk, ongar promillur, heilsugóðan mat. Haraftrat kemur, at hon altíð hevur brúkt apostlarnar. Ver­ið nøgd, forvitin og virkin – eisini mentalt. Trøðini og runnarnir á ogn hennara eru fræ ymsastaðni frá - ikki minst ahornsfræ av Vagl­inum, og síðani pílur úr Ís­landi. Fyrst í lítlan pott, so í størri pott og síðani nið­ur í moldina. Tá hava tey funn­ið seg til rættis í okk­ara veður­lagi. Nanna er glaðlynt og hevur haraftrat innankæti. Sein­ast men ikki minst bygg­ir hon alt á eina sterka Guðs­ trúgv. Góða Nanna. Almikið kann sigast um teg aftrat. Her er bert nevnt partur av tí, vit báðar høvdu saman. Hjartaliga tillukku við 100 ára degnum. Takk fyri títt ósjálvsøkna arbeiði fyri fólk og føðiland, og takk fyri vina­lag, løtur og látur. Karin Kjølbro SÁLARFRIÐARBØNIN Guð gev mær sálarfrið til at góðataka tað, eg ikki kann broyta, mót til at broyta tað eg kann og skil til at síggja munin. (Bønin hjá Antonius Marcus Aurelius, (rómverskur keisari 161-180 e.kr.), sum AA-arar kring allan heim hava tikið til sín). Nanna við flættum, Ása doyði sum ung. Tóra giftist við Spangenfelt